týsdagur 30. september 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. oktober 2014 · Nr. 111
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Leo Poulsen
– Vit eru ógvuliga glað og
ógvuliga takksom fyri at
hava fingið hendan møgu
leikan at virka í Sands
prestagjaldi.
Tað sigur Havstein Klein,
sum annan sunnudag í ad
vent, 7. desember, verður
settur sum prestur í Sandoy
ar prestagjaldi.
– Tað er ikki so avgerandi
fyri meg ella mína familju,
hvar vit tæna, tí vit eru altíð
innstillað upp á at tæna har,
vit verða sett, sigur Havstein
Klein.
Lívsleið hansara umfatar
fimm ár í Tansania.
– Eg var liðugur at lesa í
2007, og eg var prestvígdur
í Tansania. Har upplivdu vit
eina ógvuliga góða og spenn
andi tíð, har eg fyrsta hálva
árið gekk í málskúla, sigur
Havstein Klein.
Tey búðu í Mara lands
lutinum eystan fyri Victoria
sjógvin.
– Tað var ógvuliga fátæks
ligt. Fyrst skuldi eg læra mál
ið at kenna, og síðani var mín
uppgáva at vitja tríggjar av
teimum14 kirkjunum í øk
inum, sigur Havstein Klein.
Og tað ber kanska illa til
at kalla hetta fyri kirkjur.
– Tann eina kirkjan var
bara undir einum træi, har
var einki annað. Ein onnur
var sett saman av bambus
trøum, tað var ógvuliga
einfalt og hin triðja kirkjan
var eitt sindur frægari, men
framvegis ikki nakað serligt,
sigur Havstein Klein.
Ráur býur
Tey búðu í býnum Tarime,
og hann má roknast sum ein
brutalur býur.
– Fyrstu vikuna, vit vóru
har, var ein lækni álopin
ógvuliga rátt. Teir hugsa jú,
hvar eru pengarnir? Jú, teir
eru hjá tí hvíta manninum.
Tað gjørdi eina sterka ávirk
an á okkum, men vit høvdu
tað kortini fínt, og kendu
okkum veruliga trygg, sigur
Havstein Klein.
Neyðin var beint uttan
fyri hurðina.
– Tað var ein stór neyð,
og vit sóu hana, beint sum
vit traðkaðu út um gáttina.
Men fólkini eru so ógvuliga
glað kortini. Landið verður
nevnt »Land teirra smílandi«,
og fólkini strála veruliga av
gleði. Vit høvdu eitt gott
samband við hesi fólkini,
sigur Havstein Klein.
Eftir eina tíð var stundin
so komin at útinna lærara
gerningin.
– Í Tansania høvdu teir
deknar, sum tóku sær av øll
um tí dagliga í sambandi við
kirkjurnar. Okkara uppgáva
var so at læra teir at prædika
so væl sum gjørligt. Hesir
deknarnir
útførdu
allar
uppgávur uttan slíkt sum
at doypa og hava altarborð,
sigur Havstein Klein.
Tað
var
Evangeliska
lutherska kirkjan, sum átti
hendan skúlan, men talið
á kristnum var kortini ikki
stórt í Mara landslutinum.
– Har búðu 1,7 milliónir
fólk, men bara 5.000 fólk
hoyrdu til luthersku kirkj
una. Og har vóru 106 hjálpar
prestar, sigur Havstein Klein.
Venda heimaftur
Tey búðu bert ein hálvan
tíma við bili frá Serengeti
djóraparkini, og tey vóru
fleiri ferðir har og vitjaðu.
– Har bar til at síggja
leyvur, krokodillur og onn
ur spennandi djór, sigur
Havstein Klein.
Talan var kortini um ein
heilt annan heim, har neyðin
er nógv nærri.
– Alt er øðrvísi, bara mátin
at siga góðan dag og farvæl
upp á er nakað heilt annað,
sigur Havstein Klein.
Man alt tekur ein enda,
og tað gjørdi tíðin í Tansania
eisini fyri Havstein Klein
og familjuna.
– Vit komu heim
aftur í 2012. Eg hevði
tikið prestaútbúgv
ingina í Noreg og
mátti til Oslo í eitt
hálvt ár at taka
meira latín, sigur
Havstein Klein.
Afturkomin
til Føroya ar
beiddi
hann
so sum stuðul
á
skúlanum
á
Giljanesi,
eisini eitt ar
beiði, honum
líkaði væl.
meldurin
Havstein Klein verður innsettur prestur á Sandi annan sunnudag í advent. Hann
og konan og tey fýra børnini gleða seg at fáa eitt fast stað at virka,
og hann hevur nógv í skjáttuni við sær frá royndunum, serliga í Fuglafirði
ógvuliga
glað fyri
møguleikan
Vit eru
Tað er ikki so avgerandi, hvar vit
tæna, tí vit eru altíð innstillað upp á
at tæna har, vit verða sett