týsdagur 30. september 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 1. oktober 2014 · Nr. 111
meldurin
– Tað vóru frálík fólk at
arbeiða saman við, ógvuliga
dugnalig,
sigur
Havstein
Klein.
Hann gleðist um, at hann
síðani fekk møguleikan at
taka starvið við Fuglafjarðar
prestagjald.
– Tað hevur verið ein fan
tastisk tíð. Nú visti eg, at
hetta starvið fór ikki at vara
í ævir, so vit gjørdu av, ikki at
rykkja børnini úr skúlanum á
Giljanesi og barnaskúlanum
í Miðvági, men heldur lata
tey búgva í Vágum saman
við mammuni. Men tey hava
so verið í Fuglafirði so at
siga hvørt vikuskifti, sigur
Havstein Klein.
Tekur við sær
Tey bæði eru sum longu
nevnt ógvuliga fegin um
møguleikan
at
virka
í
Sandoyar prestagjaldi.
– Tað er eisini so, at konan
hevur fingið arbeiði á Sandi,
so tað gleðast vit eisini um.
Tvey av børnunum ganga í
skúla og tvey eru framvegis
í barnagarði, sigur Havstein
Klein.
Nú verður hann settur
sum prestur annan sunnu
dag í advent, 7. desember,
men tað hugsar hann ikki so
nógv um.
– Eg havi prædika áður
um jóltíðir, og tað er nakað
sum eg gleði meg til, sigur
Havstein Klein.
Hann hugsar meira um
læruríku tíðina, hann hevur
í Fuglafirði.
– Arbeiðið í Fuglafirði
hevur verið ógvuliga gev
andi. Har er nógv sett í verk
seinastu tíðina, sum eg ætli
at taka við mær. Til dømis
hósmorgnar, tá mammur
møta við sínum pinkubørn
um til pinkubarnasang, sigur
Havstein Klein.
Eisini »Góða nátt søgur
nar« ætlar hann at taka við
sær.
– Har verður byrjað við
at eta ein bita niðri í kirkju
kjallaranum, og síðani verður
farið upp í kirkjuna, har ein
einfald løta verður hildin
saman við mammunum og
børnunum. Ein einfaldur
boðskapur, sigur Havstein
Klein.
Har eru nógvar spennandi
løtur, eisini við konsertum.
– Har er avgjørt ein rúgva,
eg ætli at taka við mær, sigur
Havstein Klein.
Hann sigur, at børnini
eru morgindagsins kirkju
gangarar.
– Tað hevur tí týdning at
røkka út til barnafamiljur
nar, sigur Havstein Klein.
Sjálvur
er
hann
úr
Saltangará, sonur Jóhannu
og Lassa Klein og elstur av
fimm systkjum.
leo@sosialurin.fo
Arbeiðið í Fuglafirði
hevur verið gevandi.
Har er nógv sett í verk
seinastu tíðina, sum eg
ætli at taka við mær
– Vit eru ógvuliga glað og ógvuliga
takksom fyri at hava fingið hendan
møguleikan at virka í Sands
prestagjaldi, sigur Havstein Klein
Mynd: Eydbii Myndir