Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. september 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. oktober 2014 · Nr. 111 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nú eldraøkið tann 1. januar 2015 fer til kommunurnar at umsita, verður økið hjá Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunu savnað í eina felags økistænastu. Økis- tænastan verður staðsett í Runavíkar kommunu, við egnari fyrisiting, óheft av kommunalu fyrisitingunum. Økistænastan telur um 163 starvsfólk, ella 121 ársverk, sum arbeiða í okkara 23 bygdum við 5.933 íbúgvum. Leiðarin vísir til stýrið. Stýrið hevur evstu ábyrgd av Økistænastuni og er mannað við umboðum úr bý- og bygdaráðunum hjá Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunum. Økistænastan fevnir m.a. um fyribyrging, fysio- og ergoterapi, heimahjálp, heima- sjúkrarøkt, sambýli og ellisheim. Leiðari til Økistænastuna hjá Skálafjarðarsamstarvinum Vit kunnu bjóða eitt sera spennandi og fjølbroytt starv í jaligum umhvørvi, við stórum avgerðarrætti, góðum møguleika fyri fakligari og persónligari menning, umframt møguleikan at standa á odda fyri og mynda eitt heilt nýtt øki. Vit vænta av tær, at tú hevur • viðkomandi útbúgving og arbeiðsroyndir, • leiðsluroyndir frá tí almenna, ella privata, • góð evni til fíggjarstýring Setanarviðurskifti Starvið verður sett og lønt sambært avvarðandi sáttmála. Umsókn Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: Nes kommunu, Toftavegur 3, 650 Toftir, ella til teldupost: nes@nes.fo. Umsóknin skal vera Nes kommunu í hendi í seinasta lagi 13. oktober, 2014. Meira fæst at vita um starvið, við at ringja til Aslaug C. Gisladóttir, verk- ætlanarleiðara, tel 271490, ella Jóhannus Danielsen, stýrisformann, tel 565000. Vit tilskila okkum rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og um neyðugt at lýsa starvið leyst av nýggjum. Vit søkja eftir einum framsóknum leiðara, sum pr. 1. desember, ella eftir nærri avtalu, kann taka við nýggja, spennandi starvinum sum leiðari fyri Økistænastuna hjá Skálafjarðarsamstavinum. Ein partur av starvinum verður at taka sær av dagliga leiðsluarbeiðinum, við ábyrgd av teimum fakligu, fíggjarligu, fyrisitingar- ligu og starvsfólkaligu viðurskiftunum. Harafturat verður uppgávan at tryggja framhald í yvirtøkutilgongdini. Málið hjá Økistænastuni er at tryggja, at okkara borgarar sum longst eru væl fyri og sjálvbjargnir. Eitt av aðalmálunum hjá nýggja leiðaranum verður tí, at seta menning og endurmenning á breddan. Vit søkja tískil eftir tær, sum brennur fyri at stuðla borgaranum í at gagnýta egnu styrkjur og førleikar til eitt gevandi lív. Høvuðsuppgávur tínar vera • At menna og skipa eina samansjóðaða tænastu, sum á besta hátt stuðlar borgaranum. • At tryggja fakliga støðið, førleikamenn- ing og trivnaðin hjá starvsfólkunum. • Tryggja neyva fíggjarstýring. • Tryggja, at lógir og reglur verða hildnar og at borgarin fær røttu tænastuna. • Samskifta við avvarðandi stovnar, áhugafeløg, v. m. og vera andlitið úteftir. • Virka sum fakligur ráðgevi og skrivari hjá stýrinum. Frísk sum longst! Økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum Nes kommuna krea . tel 60 80 80