týsdagur 30. september 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. oktober 2014 · Nr. 111
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Tróndur Arge
Føroyar skulu spæla móti
Norðurírlandi í Belfast tann
11. oktober og Ungarn tann
14. oktober á Tórsvølli. Í tí
sambandið verður landsliðið
úttikið í kvøld klokkan átta,
eftir at 24. umfar er avgreitt.
Seinast
tók
landsliðs
venjarin 24 spælarar út. Alex
Mellemgaard bleiv skaddur
og í hansara stað kom Jóan
Símun Edmundsson, sum
annar var meldaður frá
skaddur.
Til seinastu landsliðsút
tøkuna var B36 serliga væl
mannað, meðan Víkingarnir
stóu eftir við bara tveimum
landsliðsspælarum.
Ónøgdir Víkingar
Eftir seinastu landsliðsút
tøku vóru serliga víkingarnir
ónøgdir við at bara tveir
av teirra spælarum fingu
landsliðsboð. Umframt Hall
Hansson, so fekk Bárður
Hansen
landsliðsboð
á
fyrsta
sinni.
Hóast
ein
debutant á landsliðnum, so
mettu víkingarnir, at teir
í Atla Gregersen, Erlingi
Jacobsen, Hanusi Jacobsen,
Hans Jørgen Djurhuus, Sølva
Vatnhamar, Andreas Lava
Olsen og Finni Justinussen
høvdu uppiborið fleiri enn
tvey umboð á landsliðnum.
Serliga eru tað úrslitini í
Evropa tvey tey farnu árini,
sum hava fingið fólk at tosa
um fleiri víkingar á lands
liðnum, tí teir dystirnir eru
teir, sum líkjast mest einum
landsdysti
fyri
føroyska
landsliðið. Hetta eru tí góðir
dystir at meta seg eftir.
Avrikið móti
Finnlandi ikki góðtikið
Føroyar vóru á odda, Tórs
vøllur rungaði og venjararnir
tosa um, at landsliðið nú skal
spæla fótbólt – við undir
striku á spæla. Jú, tað var
stuttligt at vera á Tórsvølli
so leingi føroyska liðið var í
dystinum, men eftirmetingin
av dystinum var ikki so góð
sum kenslan tað sunnu
kvøldið.
Tað gekk illa hjá føroyska
liðnum at verja og spældi
Gunnar Nielsen ikki upp til
sítt besta, so var Finnland á
odda við fleiri málum í fyrra
hálvleiki.
Føroyska liðið fekk ikki
tamarhald á bóltinum og
tað var sjáldan at okkara
megnaðu at flyta bóltin
runt. Christian L. Holst var
tó vakin, tá finska verjan
spældi hann púra leysan.
Annars komu vit heldur ikki
til teir stóru møguleikarnar.
Vit taptu samanlagt greitt
3-1 fyri einum liðið, sum ikki
hevur tær stóru stjørnurnar.
Hetta hevur byrt í kjakið
um vit eru ov bláoygdir, tá
vit halda at vit kunnu spæla
upp við hini liðini, heldur
enn at verja og spæla upp á
umstillingar. Tað er nakað,
sum Víkingur hevur klárað
til UG í Evropa og í steypa
kappingini.
Helst
er
tað
her,
at
orsøkin til fáu víkingarnar
á landsliðnum skal finnast.
Spælistílurin passar ikki til
nýggja landsliðið.
Fleiri fáa møguleikan
Tað eru bara tríggir dagar
millum
dystirnar
móti
Norðurírlandi og Ungarn. Vit
spæla leygarkvøld í Belfast
og týskvøld á Tórsvølli.
Um Lars Olsen hevur lært
nakað seinastu tvey árini, so
er tað at okkara ikki megna
at spæla tveir landsdystir
upp á so stutta tíð. Tí verða
fleiri broytingar á liðnum
frá fyrra dystinum til tann
seinna dystin. Hetta merkir
so, at fleiri fáa møguleikan
hesaferð.
Vit hava spurt André
Olsen og Ólav Larsen, sum
eru við í Fótbóltspanelinum,
sum er á Rás2 fríggjadag
seinnapart, hvørjar broyt
ingar teir vænta at síggja til
landsliðsúttøkuni.
Tað var tí spennandi at
fylgja landsliðsúttøku, sum
verður beinleiðis á Rás2
mikukvøldið klokkan 20.
trondur@sosialurin.fo
Í kvøld verður føroyska A-landsliðið úttikið til dystirnar
móti Norðurírlandi og Ungarn. Lars Olsen hevur ikki
verið í Føroyum síðani landsdystin móti Finnlandi,
men væntandi verður onkur broyting í úttøkuni
Fótbóltspanelið vil hava Atla Gregersen á landsliðið
Atli aftur á
Teir 24, sum vóru úttikinir til landsdystin móti Finnlandi vóru:
Málverjar: Gunnar Nielsen, Teitur M. Gestsson og Tórður Thomsen
Verjuleikarar: Jónas Tór Næs, Viljormur Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Sonni Ragnar Nattestad, Hørður Askham, Bárður
Hansen, Rógvi Baldvinsson, Odmar Færø, Ári Mohr Jónsson og Alex Mellemgaard (Meldaði frá vegna skaða)
Miðvallarar: Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Kaj Leo í Bartalstovu, Brandur H. Olsen, Róaldur Jakobsen, Pól Jóhannus
Justinussen, Gilli Sørensen og Christian Lamhauge Holst
Framherjar: Páll Klettskarð, Klæmint A. Olsen og Arnbjørn Hansen (Jóan Símun Edmundsson kom við upp á avboð)
Fylg landsliðsúttøkuni
beinleiðis á Rás2
Mikukvøld 1. oktober kl. 20.00