týsdagur 30. september 2014síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 1. oktober 2014 · Nr. 111
ítróttur
fótbóltur
Inn við
Atla Gregersen
Rógvi og Kaj Leo á vippuni
– Um vit hyggja eftir úttøk
uni seinast, so valdi Lars
Olsen at taka 3 málverjar,
3 vinstra bakkar, 2 høgra
bakkar,
5
miðverjar,
4
sentralar
miðvallarar,
4
vengur og 3 áleyparar. Alex
Mellemgaard fekk ein skaða
og Jóan Símun Edmunds
son kom inn í staðin, so har
fór ein vinstri bakkur út
og ein áleypari inn. Um vit
hyggja eftir hesum tølunum
og hyggja eftir hvar tað
allarhelst er yvir- og undir
mannað, so er tað allarhelst
yvirmannað í verjuni og
undirmannað á sentrala mið
vøllinum.
Hein Vatnsdal
við hesaferð
– Eg vænti at Lars fer at taka
Heina Vatnsdal út aftur, tí
Heini manglaði sum innskift
ari seinast, har hann setti
Rógva Baldvinsson inn sum
defensivan miðvallara. Eisini
hava vit sæð, at leikarar
uttanlands hava havt ein
skjótari veg framat á lands
liðnum, so tað er kanska ikki
óhugsandi at Karl A. Løkin
kann vera uppá tal til tann
verjukenda miðvøllin. Hann
hevur ikki spælt tað stóra í
Næstved vegna skaða, so tað
er ikki sannførandi til hesa
úttøkuna.
Jóan Símun verður við
– Síðani vænti eg, at Jóan
Símun Edmundsson verður
við í staðin fyri Alex Mellem
gaard. Síðani er spurningurin
hvussu umfatandi skaðin hjá
Odmari Færø er, og um tað
verður Jóhan T. Davidsen,
Hørður
Askham,
Rógvi
Baldvinsson
ella
onkur
heilt annar ið tekur plássi
í
miðverjuni
saman
við
Sonna Ragnari Nattestad.
Sonni Ragnar var ivasamur
seinast, og tí vænti eg at tað
er grundgevingin fyri at so
nógvir miðverjar vóru út
tiknir seinast.
So er tað tann seinasti
brikkurin sum er ringur at
svara uppá, og tað er; um 23
leikarar skulu takast út, og
hini tingini omanfyri skulu
ganga upp, so má ein vongur
ella ein áleypari detta út
afturat og tað verður Kaj Leo
í Bartalsstovu, Pól Jóhannus
Justinussen,
Klæmint
A. Olsen ella Arnbjørn T.
Hansen. Eg vænti tað verður
ein áleypari sum verður
offraður.
Atli Gregersen
manglaði seinast
– Fyrst og fremst haldi eg,
at Atli Gregersen manglar
í miðverjuni. Hann er ikki
skjótasti leikari í Føroyum,
men hann er ein leiðari við
nógvum royndum og hevur
góðan bóltførleika, vinnur
tað mesta í luftspælinum og
er eisini sera klókur. Eg dugi
ikki at síggja hvussu hann
hevur spælt seg av lands
liðnum, og hevði verið ein
perfektur makkari til unga
Sonna Ragnar Nattestad.
– Ein verjukendur mið
vallari manglar afturat og
har nevndi eg møguleikar
sum Heina Vatnsdal og Karl
A. Løkin. Síðani sakni eg fleiri
leikarar á bonkinum, sum
kunnu koma inn og skapa
okkurt sjálvir teir seinastu
10, 15 ella 20 minuttirnar,
tá vit hava brúk fyri einum
málið ella fyri at forstýra
mótstøðuliðini tað seinastu
løtuna.
– Har eiga vit leikarar sum
Kristin R. Mouritsen, Dánjal
á Lakjuni, Levi Hanssen og
Andreas Lava Olsen (sum er
skaddur í løtuni). Kristin og
Dánjal eru báðir ein marra
fyri eina verju, tí tú veitst
ongantíð hvat teir finna
uppá og báðir hava speed.
Levi Hanssen leverar altíð
til stórar dystir og Andreas
Lava Olsen kann oyðileggja
eina og hvørja verju við
sínum fysikki og sínum
óortudoksa spælistílið. Vit
mangla X-Faktor á liðnum og
tað hava allir hasir fýra.
landsliðið
Vit tippa hesa landsliðsúttøkuna:
Málverjar: Gunnar Nielsen, Teitur M. Gestsson og Tórður Thomsen
Høgri bakkar: Jónas Tór Næs og Bárður Hansen
Vinstri bakkar: Viljormur Davidsen og Ári Mohr Jónsson
Miðverjar: Jóhan Troest Davidsen, Sonni Ragnar Nattestad, Rógvi Baldvinsson og Odmar Færø ella Hørður Askham
(um Odmar er skaddur, verður Hørður við)
Miðja: Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Brandur H. Olsen, Róaldur Jakobsen og Heini Vatnsdal
Vengur: Pól Jóhannus Justinussen, Gilli Sørensen, Kaj Leo í Bartalstovu og Christian Lamhauge Holst
Framherjar: Páll Klettskarð, Jóan Símun Edmundsson og Klæmint A. Olsen ella Arnbjørn Hansen
Ólavur Larsen
VIT TIPPA
André Olsen
VIT TIPPA
– Trúgvi at vit koma at
síggja onkrar broytingar
í mun til seinasta dyst.
Hugsandi er, at ein nýggj
ur verjuleikari og at ein
nýggjur miðvallarleikari
verða úttiknir. Orsøkin til
tað, er tí at dysturin móti
Finnlandi ikki eydnaðist
heilt so væl sum væntað
frammanundan.
Verjukendur
miðvallari manglar
Dugi at ímynda mær at
hann velur eina meira
verjukenda
miðvallara
typu saman við Fróða
Benjaminsen á sentrala
miðvøllinum, og til tað eru
fleiri boð. Heini Vatnsdal,
Sølvi
Vatnhamar,
Klæmint Matras, Hans
Jørgen Djurhuus og Karl
Løkin eru allir góð boð.
Harafturat er eitt annað
boð at geva unga Brandi
Hendriksson Olsen møgu
leikan
á
miðvøllinum.
Hann taldist millum bestu
leikararnar á U-21 lands
liðnum, sum fyri góðum
mánaða síðani vann 1-0
móti Montenegro. Tíverri
taldist Lars Olsen tó ikki
millum áskoðararnar tá.
Atli Gregersen við
Harafturat vænti eg at
hann tekur ein stýrandi
miðverja út eisini. Atli
Gregersen
úr
Víkingi
hevur góðar royndir at
visa á fyrr í summar, so
hann er besta boðið av
teimum, ið ikki eru í hóp
inum í løtuni. Eg trúgvi at
tað verða tríggir leikarar,
ið glíða út úr hópinum í
mun til seinast. Av tí at
ein royndur verjuleikari
helst kemur inn, verður
tað helst Hørður Askham,
ið glíður út úr miðverjuni.
Harafturat
vænti
eg
at
Alex
Mellemgaard
verður valdur frá, av
tí
at
landsliðsvenjarin
frammanundan
hevur
tveir vinstra bakkar at
ráða yvir.
Rógvi og Kaj
Leo á vippuni
– Tað seinasta plássið er
tó torført at gita um, tí
allarhelst verður Jóan
Símun Edmundsson tik
in út til hópin hesa ferð.
Hann kom við seinast,
av tí at Alex Mellem
gaard gjørdist skaddur.
Eg trúgvi at teir, ið eru
mest á vippuni til sein
asta plássið eru Rógvi
Baldvinsson og Kaj Leo í
Bartalsstovu. Orsøkin til
tað, er at vit í Føroyum
kenna illa til støðið í trið
bestu norsku deildini.
– Aðrir leikarar, ið
kunnu koma uppá tal
til landsliðið eru eisini
Finnur Justinussen og
Árni Fredriksberg, ið báðir
hava havt gott kappingar
ár í Effo-deildini.
Fótbóltspanelið hjá Rás2 vil hava
Víkinga liðskiparan, Atla Gregersen,
aftur á føroyska landsliðið
Myndir: Álvur Haraldsen