hósdagur 2. oktober 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. oktober 2014 · Nr. 112
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Jón Brian Hvidtfeldt
Argumentini fyri nýggja Sjóvinnu
húsinum hjá Tórshavnar Kommu
nu broytast alsamt. Hálvan august
samtykti Tórshavnar Býráð at
brúka 73,9 milliónir krónur afturat
til at umvæla gomlu Saltsøluna
á Vestaru Bryggju í Havn. Tær
stívliga 74 almennu milliónirnar
koma omaná aðrar 20 milliónir,
sum Tórshavnar Kommuna longu
hevur brúkt til at umvæla bygn
ingin.
Sambært almennu frágreið
ingini hjá Tórshavnar Kommunu er
endamálið við íløguni at ”stimbra
og menna vinnulívið.” Kommunan
vísir á, at við nýumvælda bygn
inginum á Vestaru bryggju ”gevur
kommunan sjóvinnuni møguleika
at húsast undir somu lon. Karm
arnir verða framúr góðir. Harvið
leggur
Tórshavnar
Kommuna
lunnar undir eitt virkið og vakið
vinnulív.”
Víðari førir kommunan fram,
at Sjóvinnuhúsið kann brúkast
til eitt nú oljuvinnu, offshore,
umsiting og menning av virðis
øking og marknaðarføring av
fiskavørum, havtøkni, havkann
ingum, reiðaravirksemi, lívtøkni,
sjóvinnuráðgeving,
aling
og
gransking, kt-menning til sjóvinnu,
íverksetan og ymiskt skeiðsvirk
semi innan sama økið.
Almenna umrøðan av málinum
fekk í august Kommunala Eftir
litið til at biðja Tórshavnar Kom
munu um eina frágreiðing í máli
num. Eftirlitið vildi fáa greiðu á,
í hvønn mun íløgan tænir einum
kommunalum endamáli. Og nú
fær pípan eftir øllum at døma eitt
annað ljóð.
Argumentið
Á fýra síðu drúgvari frágreiðing til
Kommunala Eftirlitið, dagfest 22.
september, greiðir kommunan frá
síni ætlan við Sjóvinnuhúsinum.
Kommunan vísir á, at hon
afturi í 1994 keypti bygningin frá
einum trotabúgvi fyri 1,5 millión
krónur. Endamálið við keypi
num var at tryggja sær, at onkur
annar ikki fór avstað við bygn
inginum og møguliga fór at brúka
hann til annað endamál enn tað,
sum kommunan ynskir skal vera
á havnalagnum. Hesi 20 árini
hevur kommunan lutvíst brúkt
bygningin til verkstað, smiðju,
goymslu og starvsfólkahøli hjá
nøkrum av starvsfólkunum hjá
Tórshavnar
Havn.
Somuleiðis
er ein partur av bygninginum
leigaður út til nakrar vinnu
fyritøkur.
Víðari
vísir
Tórshavnar
Kommuna á, at øll hesi árini er lítið
gjørt við bygningin. Tí ásannaði
kommunan, afturi í 2012, at okkurt
mátti gerast við bygningin, skuldi
hann ikki fara fyri skeyti. Umvæl
ingararbeiði fór í gongd, fyrst og
fremst uttan, og takið varð skift og
nýggjur sonevndur klimaskermur
varð settur á fasadurnar. Arbeiðið
varð liðugt á heyst í fjør.
Um somu tíð leggur Tórshavnar
Havn á tíðindafundi fram stór
slignar ætlanir við nýggja Vinnu
húsinum á Vestaru Vág, sum
gamli bygningurin hjá Saltsøluni
skal brúkast til. Hesar ætlanir eru
seinni ítøkiliggjørdar undir navni
num Sjóvinnuhúsið.
Eftir hesi ætlan, ið varð løgd
fram á tíðindafundi í august í
fjør, hevur Tórshavnar Kommuna
síðani sett pengar av til at umvæla
bygningin innan. Sum nevnt er
higartil talan um 74 milliónir
krónur, ið koma oman á tær longu
brúktu 20 milliónirnar.
Frágreiðingin til Kommunala
Eftirlitið hevur tó eitt heilt annað
fokus. Kommunan vísir á, at tað er
ein natúrligur partur av kommu
nala virkseminum at røkja og
viðlíkahalda egnar ognir. Víðari
verður víst á, at tað var neyðugt at
umvæla bygningin innan, soleiðis
at hann kann nýtast soleiðis, sum
hann altíð hevur verið nýttur.
Løgdeildin hjá kommununi skriv
ar beinleiðis í frágreiðingini til
Kommunala Eftirlitið, at ”tað
kommunala endamálið við umvæl
ingini er sostatt fyrst og fremst,
at kommunan viðlíkaheldur ein
bygning, sum annars vildi farið
fyri skeyti við tí virðismissi fyri
kommunukassan, sum hetta hevði
havt við sær.”
Sagt við øðrum orðum, so er
høvuðsargumentið fyri kommu
nalu íløguni á higartil 94 milliónir
krónur, at tað er neyðugt fyri at
forða fyri, at kommunala ognin fer
fyri skeyti. Ein kommunal ogn, ið
sambært kommununi sjálvari varð
keypt frá einum trotabúgvi fyri 1,5
millión krónur.
Alternativið
Í frágreiðingini til Kommunala
Eftirlitið vísir Tórshavnar Kommu
na á týdningin av at kommunan
sjálv hevur tamarhald á, hvat
virksemi fer fram við havnalagið.
Tað hevur týdning, at virksemið í
bygningum á havnalagnum sam
svarar við almennar ásetingar um
virksemi á havnalagnum, argu
menterar kommunan.
Sambært
kommununi
er
tí ikki skilagott at selja gamla
saltsølubygningin, sum kommun
an keypti í 1994. Tí verður bygn
ingurin seldur, so fylgir lendið
undir bygninginum við. Og tá
kann kommunan við tíðini missa
tamarhaldið á økinum, til dømis
um keyparin einaferð í framtíðini
velur at brúka økið til okkurt ann
að.
Henda eitt sindur fastlæsta
støða verður váttað á Umhvørvis
stovuni, sum millum annað umsit
ur matrikulering og tinglýsing.
– Yvirskipað kanst tú siga, at
tað ber ikki til at selja ein bygning,
uttan at undirlendið fylgir við,
sigur Petur Nielsen, stjóri á Um
hvørvisstovuni.
Hann dugir tó ikki at svara,
hvørt tað kann hava nakran týdn
ing fyri málið, at kommunan fyri
20 árum sjálv keypti bygningin,
sum tá stóð á eini leigugrund hjá
Tórshavnar Kommunu.
Henda støðan, har kommunan
av tinglýsingarávum ikki kann
selja bygningin og varðveita lend
ið undir bygninginum, verður
í frágreiðingini til Kommunala
Eftirlitið brúkt sum argument fyri
100 mió
eftir
1.5 mió
Alment sigur Tórshavnar Kommuna seg vilja skapa bestu karmar til maritima vinnulívið.
Mótvegis kommunala eftirlitinum brúkar kommunan argumentið um viðlíkahald. Triði
møguleikin, sum annars verður brúktur til tað mesta av vinnuligum virksemi á havnaøki,
verður ikki tikin upp á tungu. Rokningin til skattaborgarar í Havn táttar í 100 milliónir
Hetta trotabúgvið, sum
Tórshavnar Kommuna
keypti fyri 1,5 millión krónur
í 1994, skal nú umvælast
fyri 94 milliónir. Sambært
kommununi er orsøkin fyrst
og fremst at viðlíkahalda
ein bygning, sum annars
vildi farið fyri skeyti