hósdagur 2. oktober 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 3. oktober 2014 · Nr. 112
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
avgerðini hjá kommununi
um at seta bygningin í
”nøktandi stand” og brúka
hann
til
”egið
virksemi
umframt annað sjóvinnu
relaterað virksemi.”
Í frágreiðingini til Kom
munala
Eftirlitið
vísir
Tórshavnar Kommuna til
eitt rundskriv frá Lands
stýrinum frá 1961, sum sýtir
kommunum at selja øki
fram við sjónum.
Politikkurin
um
at
hava tamarhald á økinum
við havnaløg, hevur verið
vanligur
millum
flestu
kommunur í landinum. Tað
hevur tó ikki forðað vinnu
lívinum í at gera stórar íløg
ur á somu havnaløg.
– Tað er einki, sum forðar
vinnulívinum
at
byggja
bygningar
á
leigugrund.
Tað er ein vanligur háttur at
brúka, um kommunur ikki
vilja spæla sær av við lendi
við
havnaløg,
staðfestir
Petur Nielsen, stjóri á Um
hvørvisstovuni.
Ella sagt við øðrum orð
um, so kundi kommunan
latið onkra privata fyritøku
bygt ein vinnuligan bygning
á leigugrund, har sum gamla
saltsølan stendur í dag.
Hesin
møguleikin
er
als ikki umrøddur í frá
greiðingini hjá Tórshavnar
Kommunu til Kommunala
Eftirlitið.
Eftirlitið
Í síni niðurstøðu í málinum,
dagfest 26. september, hevur
Kommunala
Eftirlitið
í
stóran mun tikið støði í frá
greiðingini, ið kommunan
sjálv sendi eftirlitinum 22.
mars. Hinvegin er einki í
niðurstøðuni, sum bendir
á, at eftirlitið sjálvt hevur
gjørt nakað uppsøkjandi ar
beiði. Til dømis at hyggja í
býráðssamtyktir, framløgu
na frá tíðindafundi hjá Tórs
havnar Havn ella útsøgnir
hjá býráðspolitikarum.
Kommunala
Eftirlitið
velur sum nevnt at taka
argumentini hjá kommunu
ni til sín. Eftirlitið sigur seg
leggja dent á, at ætlanin er
at nýta umvælda bygningin
til
somu
endamál
sum
undanfarnu 20 árini. Tað
er til goymslu, verkstað og
starvsfólkahøli hjá Tórs
havnar Havn. Og so er
bara talan um at leiga út
yvirskotskapasitet í bygn
inginum. Í síni niðurstøðu
sigur Kommunala Eftirlitið
soleiðis:
– Tórshavnar Kommuna
má
tí
ongantíð
taka
kommunalt virksemi út úr
bygninginum fyri at geva
privatu vinnuni betur pláss
í
Sjóvinnuhúsinum.
Tað
er sostatt ikki áhugin fyri
leigumálum frá privatum,
sum skal verað avgerandi
fyri, hvør húsast í bygningi
num, men heldur tað kom
munala virksemi.
Við hesum setninginum
sigur Kommunala Eftirlitið
seg ikki gera meira við málið.
Niðurstøðan
hjá
Kommunala
Eftirlitinum
fekk
mikudagin
kunn
ingarfólkið hjá Tórshavnar
Kommunu at senda út tíð
indini við hesi yvirskrift: ”Al
mannamálaráðið blástempl
ar Sjóvinnuhúsið.”
Kommunala Eftirlitið er,
síðani Innlendismálaráðið
varð niðurlagt, flutt út í Al
mannamálaráðið at húsast.
Sosialurin hevur í dag,
hósdag, roynt at fáa eina
viðmerking
frá
Heðini
Mortensen. Men borgar
stjórin var ikki at hitta, áðr
enn blaðið fór til prentingar.
Á tíðindafundi 27. august í fjør legði Tórshavnar
Havn fram stórslignar ætlanir við Vinnuhúsinum
Vestara Vág, sum seinni fekk navnið Sjóvinnuhúsið.
Tá upplýsti Heðin Mortensen, at kommunan
higartil hevði brúkt umleið 20 milliónir krónur til
at renovera fasadurnar á bygninginum. Somuleiðis
væntaði borgarstjórin, at kommunan fór at brúka
einar 25 milliónir krónur afturat til innrættan.
Við seinastu samtyktini í Tórshavnar Býráð er
samlaði kostnaðurin komin upp á 94 milliónir
krónur. Tá er framvegis ein óvissa um, hvørt
kostnaðurin fyri at hita húsið við sjóvarhita kann
haldast innanfyri verandi karm, ella býráðið
noyðist at játta enn fleiri pengar til húsið
Við hesi ætlan gevur kommunan verandi og komandi vinnu, sum á ein ella annan hátt knýtir
seg til sjógvin, møguleika at húsast undir somu lon. Karmarnir verða framúr góðir, og kunna
nýtast til eitt nú offshorevinnu, menning av virðisøking og marknaðarføring av t.d. fiskavørum,
havtøkni, lívtøkni, sjóvinnuráðgeving, aling, gransking og KT-menning. Tankin við húsinum er,
at tá nógvar ymiskar vinnugreinar, ið á ein ella annan hátt eru knýttar saman, virka saman, er
møguleikin fyri nýggjum tankum og íverksetan av sær sjálvum til staðar.
Heðin Mortensen á íverksetararáðstevnu 16. august 2014
Sjóvinnuhúsið skal liva upp til øll dagsins krøv til nýmótans altjóða skrivstovuumhvørvi, og
vit vóna, at úrslitið verður eitt samstarv uttan líka, sum tað fer at spretta nógv íverksetan og
menning burturúr.
Sjúrður Olsen í lesarabrævi 15. august 2014
Tað kommunala endamálið við umvælingini er fyrst og fremst, at kommunan viðlíkaheldur ein
bygning, sum annars vildi farið fyri skeyti við tí virðismissi fyri kommunukassan, sum hetta
hevði havt við sær.
Tórshavnar Kommuna í svarskrivi til Kommunala Eftirlitið, dagfest 22. september 2014
Tórshavnar Kommuna má ongantíð taka kommunalt virksemi út úr bygninginum fyri at geva
privatu vinnuni betur pláss í Sjóvinnuhúsinum. Tað er sostatt ikki áhugin fyri leigumálum
frá privatum, sum skal verað avgerandi fyri, hvør húsast í bygninginum, men heldur tað
kommunala virksemi.
Kommunala Eftirlitið í niðurstøðu um Sjóvinnuhúsið, dagfest 26. september 2014
Sagt og skrivað um Sjóvinnuhúsið