hósdagur 2. oktober 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. oktober 2014 · Nr. 112
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Norð-strategiin hjá Atlantic Airways er um at verða
liðug, og Allan Skaalum váttar, at talan verður um
fleiri rutur til Noreg og Ísland enn frammanundan
Danjal av Rana
Atlantic Airways fer frá vári
2015 at flúgva fýra ferðir um
vikuna til Noregs, tríggjar
ferðir um vikuna til Íslands
og tvær ferðir um vikuna til
Skotlands. Tað váttar Allan
Skaalum, marknaðarleiðari
hjá Atlantic Airways.
Ætlanin var at leiga ein
airbus út ella at snúgva sær
úr leasingavtaluni fyri ein
av teimum, men hetta hevur
víst seg at vera torført.
– Tískil verður tað ein
airbus, sum fer at røkja Norð-
flúgvingina í fyrsta umfari,
sigur Allan Skaalum. Hetta
merkir, at heldur enn at hava
rúm fyri eini 75 ferðafólkum,
sum vit høvdu ætlað, fara
vit at hava rúm fyri 144
ferðafólkum hvønn túr. Vit
mugu allarhelst læra okkum
at góðtaka, at onkrar túrar
verður flogið við hálvfullum
flogfari.
Ferðaætlanin er løgd fyri
18 mánaðir í fyrsta umfari,
fyri at geva rutunum tíð at
menna seg og at geva ferða
skrivstovunum ein veruligan
møguleika at gagnnýta hesar
nýggju ruturnar. Síðani verð
ur væntandi eitt minni flog
far tikið í nýtslu á hesum far
leiðunum.
Endamálið við Norð er í
fyrstu syftu at stuðla upp
undir
vakstrarmøguleik
arnar hjá føroyska vinnu
lívinum, men á Atlantic
Airways ivast tey ikki í, at
økta talið av fráferðum
til umheimin eisini fer at
merkja fleiri ferðafólk, bæði
til og úr Føroyum.
Flogið verður til Bergen
mánadag, mikudag, hósdag
og fríggjadag, til Íslands
(Reykjavíkar um summarið,
Keflavíkar
um
veturin)
mánadag, týsdag og fríggja
dag og til Skotlands, allar
helst Aberdeen, mánadag og
fríggjadag.
Enn er ov tíðliga at siga
nakað um, hvussu ferða
seðlaprísirnir
vera,
men
Atlantsflog fer væntandi
at kunngera nýggju Norð-
ætlanina í síni heild síðst í
oktobur.
danjal@sosialurin.fo
vestnorden travel mart 2014
og Íslands
fráferðir
til Norra
Fleiri
Søgan um Føroyar
– Einaferð var tað ein risa
høvdingi í Íslandi, sum
hevði hoyrt um nakrar so
vakrar oyggjar í ein lands
ynning úr Íslandi. Hann
sendi tí ein risa og konu
hansara,
kellingina,
til
oyggjarnar, at draga tær
til Íslands.
Soleiðis byrjaði Guðrið
Højgaard sína framløgu á
Vestnorden Travel Mart.
Í Føroyum eru søgur ikki
einans søgur, men ein
sjálvsagdur
partur
av
okkara mentan, segði hon,
meðan hon fortaldi áhoyr
arunum søgnina um risan
og kellingina.
Og tað er søgurnar um
Føroyar sum skulu lokka
onnur ferðafólk henda
vegin, segði hon. Søgurnar
um landið, ið ikki kann
lýsast við orðum. Søgurnar
um tað, tey hava upplivað,
tað, tey hava sæð, tað, tey
hava følt og etið.
Tað tú fært í Føroyum,
fært tú ikki aðrastaðni.
Ella kanska rættari, tað,
tú fært aðrastaðni, fært tú
ikki í Føroyum.
– Tú kanst ikki fara á
McDonald's í Føroyum. Tú
kanst ikki keypa eina Louis
Vuitton tasku í Føroyum.
Tú kanst ikki fara á IKEA
í Føroyum. Men tú kanst
keypa føroyskar vørur, ið
hava fingið altjóða viður
kenning fyri teirra dygd,
segði Guðrið Højgaard.
Hon legði í framløgu
síni dent á fýra øki, sum
Føroyar
kunnu
bjóða
ferðafólki. Vit hava vøkur
og lætt atkomilig fuglafjøll.
Vit hava góðar møguleikar
fyri gongutúrum í náttúr
uni.
Náttúran
og
tað
skiftandi ljósið í føroyska
veðurlagnum,
gevur
avbera góðar møguleikar
fyri myndatøkum og síðst,
men ikki minst, tað klára
vatnið ger, at vit hava
sera góðar umstøður fyri
kaving í Føroyum.
– Vit kunnu bjóða eitt
5-stjørnu ráðstevnuhøli og
eitt 4-stjørnu hotell, beint
við síðunar av einum 60
milliónum gamlum spæli
plássi, sum vit kalla móður
jørð.
Guðrið Højgaard nýtti
sjálvandi eisini høvi at
vísa nýggja lýsingarfilmin
hjá visit Faroe Islands, og
legði dent á tey sokallaðu
un-orðini.
– Kanska er tað tað, at
Føroyar ikki kunnu lýs
ast við okkara vanligu
lýsingarorðum,
at
vit
mugu tríva í un-orðini,
fyri at fortelja søguna um
Føroyar. Ella kanska er
tað lættast at fortelja søg
una um Føroyar, við at
siga hvat tað er, sum gera
Føroyar serligar.
danjal@sosialurin.fo
Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands,
ynskir at siga ferðafólkum søguna um Føroyar
Allan Skaalum, marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways