Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 3. oktober 2014 · Nr. 112 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 vestnorden travel mart 2014 Gleðist um fleiri fráferðir til Noregs Týskarar á víkingaferð Svend Aage Ellefsen, eigari av Hotel Streym, gleðist um, at rutuflúgvingin til Noregs kemur í fastari legu Danjal av Rana Føroyska ferðavinnan tekur væl ímóti tíðind­ unum um fleiri fráferðir til Íslands og Noregs. – Ta tíðina, Norrøna sigldi til Bergen, vóru tað norðmenn, sum høvdu flest gistingar hjá okkum, sigur Svend Aage Ellefsen, eigari av Hotel Streym. Sambært Johannesi Jensen, stjóra á Hotel Føroyum, so vóru norðmenn teir, sum stóðu fyri næst­flest gistingum á Hotel Føroyum, áðrenn Smyril Line legði Noregs­ rutuna niður. – Nú er tað minkað burt­ur í einki, sigur Svend Aage Ellefsen, sum tó fegnast um at Atlantic Airways økir um talið av fráferðum til Bergen og lyfti teirra um, at rutan verður støðug í 18 mán­ aðir. – Hetta má ikki bara vera eitt upplop, men má fáa tíð at leggjast í eina fasta legu, sigur hann. Tað tekur tíð at byggja eina rutu upp, sigur hann. Tað er eyðsæð, at nú verður lættari hjá føroy­ ingum at vitja Noreg, men hjá ferða­skriv­stov­ unum og hotellunum ræður um at fáa fólk at vitja Føroyar. Tey mugu tí undir, at breiða boðskapin um, at tað nú eru tvífalt so nógvar fráferðir millum Noreg og Føroyar sum áður. – Tílík kunning tek­ur tíð at fáa út til veit­arar og kundar í Noregi, sigur Svend Aage Ellefsen. Tí er tað so týdningar­mikið, at hetta er ein lang­tíðar­ ætlan, sum ikki verður broytt áðrenn vit vita av, sum tíverri onkuntíð er komi fyri fyrr. danjal@sosialurin.fo – Hetta eru gleðilig tíðindi, uttan iva, og vónandi fáa vit fleiri norskar gestir aftur, sigur Svend Aage Ellefsen, eigari av Hotel Streym Víkingaferðirnar hjá Smyril Line hava avbera góða undir­ tøku. Smyril Line bjóðar út­ lendskum ferðafólkum á víkinga­ferð. Ferðast sum víkingar­nir, men við nøkrum fáum hent­leikum afturat, lokka tey við. – Vit byrjaðu við til­boð­ num í 2011, sigur Henny á Líknar­gøtu, sølu- og marknaðar­stjóri á Smyril Line. Vit seldu 500 tílíkar ferðir í 2012 og 4.000 í 2014. Í ár vænta vit at fara upp um 6.000 víkingaferðir, sigur hon. Túrurin byrjar í Hirtshals leygardag. Mánamorgun verð­ur lagt at í Havnini og skipa verður fyri útferð til Kirkjubøar. Seinnapartin liggur leiðin víðari til Íslands, har komið verður týs­morgunin. Síðani verða út­ferðir í Íslandi, til Mývatn týsdagin og Lögurinn miku­ dagin, áðrenn farið verður aftur til Havnar. Hósdagin er útferð til Gjáar á skránni, áðrenn fráferð úr Føroyum hóskvøldið og aftur til Hirtshals. – Umborð skipa vit eisini fyri ymiskum tiltøkum. Á veg til londini vísa vit film­ ar um tey og søgu teirra og vit royna at gera okkurt serligt burtur úr um­borð. Fríggjakvøld bjóða vit teimum ferðandi Víkinga­ buffét. Tá borðreiða vit við víkinga­mati, gjørdur eftir víkingauppskriftum. Vit nýta einans rávørur, urtir og kryddar­íir, sum víkingarnir kendu til. Til dømis eru eingi epli at fáa til matin hetta kvøldið, sigur Henny á Líknargøtu. – Tað eru fyrst og fremst týskarar, sum keypa hesar ferðirnar. Um 70 prosent eru týskarar, síðani 20 prosent danir og restin eru fyri tað mesta norðmenn og sviar, sigur Henny á Líknargøtu. Hon fortelur, at ein týsk­ ur veitari er so bergtikin av hesum túrinum, at frá at koma við einum bussi í 2012, kemur hann við 8 bussum í 2014. Fyri Smyril Line er hetta átakið eitt sterkt amboð í royndini at leingja um sesong­ina. Hesir túrarnir verða gjørdir í april og mai mán­aði, umframt í sep­temb­ ur og oktobur. – Serliga týskarar hava tikið væl ímóti hesum túr­ unum, sigur Henny á Líknar­ gøtu. Serliga eru tað fólk, sum hava vaksin børn, ið nú taka sær tíð og ráð at ferðast og uppliva nakað nýtt, ið gagnnýta hendan møgu­ leikan. – Føroyar eru ikki longur størsti marknaðurin hjá Smyril Line, sigur hon víðari. Týskland er í seinastuni vorðin nakað væl størri og vit selja fleiri túrar til týsk ferðafólk enn til føroysk. Føroyski marknaðurin er tó ikki minkaður, tað eru týsk­arar, sum veruliga hava tikið væl ímóti Smyril Line og hesi farleiðini til Føroya og Íslands, sigur Henny á Líknargøtu at enda. danjal@sosialurin.fo Myndir: Dánjal av Rana Á Víkingabuffétini eru starvsfólkini sjálvandi ílatin víkingabúnar