hósdagur 2. oktober 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. oktober 2014 · Nr. 112
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Birita Wardum
arkitektur
Landsverk hevur í avrikssáttmál
anum fyri 2014 sett sær sum mál
at fáa gongd á arbeiðið at orða
eitt uppskot til arkitekturpolitikk
fyri Føroyar. Stovnurin er farin
undir at fyrireika og formfesta ein
byggilistapolitikk, ið skal nýtast
sum stevnumið og leiðbeining fyri
alt, sum framyvir verður bygt í
Føroyum. Ein politikk, sum verður
gjørdur við virðing fyri bæði tí arvi
og siðaarvi, ið vit sum land eiga.
Ein arkitekturpolitikkur skal
fyrst og fremst vera viðvirkandi
til, at vit í Føroyum fáa skapt teir
røttu karmarnar, har fólk trívast,
mennast, liva og virka. Hann skal
hjálpa okkum at skapa vælvirkandi,
brúkaravinarlig, trygg og vøkur
verk. Tað er endamálið, at bæði
land og kommunur skulu hava yvir
skipaðar meginreglur at halda seg
til, tá ið nakað skal byggjast.
Við evnisdegnum um arkitektur
politikk í Norðurlandahúsinum var
skjøtil settur á at fáa eina breiða
undirtøku millum fakfólk innan
arkitektur, fyri síðani eftirfylgjandi
at evna til ein arkitekturpolitikk
saman við áhugaðum pørtum og
myndugleikum. Landsverk hevur
arbeitt víðari við hesum tilfari, sum
fyribils hevur fingið fylgjandi fýra
høvuðsyvirskriftir:
-
Arkitekturur og arkitektonisk
dygd
- Arkitekturur og borgarin
- Arkitekturur og burðardygd
- Arkitekturur og nýmenning
Størri tilvitan um arkitektur
Breið semja var á evnisdegnum um,
at stórur dentur skal leggjast á at
fáa fólk meira tilvitað um arkitek
tur. Vanliga verður arkitekturur
settur í samband við tað vakra og
kostnaðarmikla - við tað, ið eygað
sær, og ikki ta breiðu merkingina,
sum fevnir um bæði dygd, trivnað,
uppliving, staðseting og haldføri.
Tað finnast nógvar allýsingar
av hugtakinum “arkitekturur” ella
“byggilist”, sum tað eisini nevnist
á føroyskum. Rómverjin Vitruvius
orðaði umleið 20 ár fyri Kristi føðing
elstu kendu lýsingina av byggilist.
Sambært
honum
er
byggilist
javnvágin millum TAÐ GAGNLIGA/
EFFEKTIVA, TAÐ HALDGÓÐA OG
VAKURLEIKA.
Ætlanin er, at arkitekturpolitikk
urin skal viðvirka til, at bæði skúl
ar, barnagarðar og aðrir stovnar
taka fakið arkitektur meira til sín,
soleiðis at fólk við tíðini skilja hetta
hugtak betur og gerast meira til
vitað um ta nyttu og jaligu ávirkan,
ið góður arkitekturur hevur við
sær á umhvørvið, vit liva og virka
í. Í sambandi við árliga altjóða
arkitekturdagin hava arkitektar á
Landsverki seinnu árini nýtt høvi
til at fara út á skúlar í landinum
at undirvísa børnum og ungum
í arkitekturi, og royndirnar hava
verið sera jaligar. Aftur verður
vitjað á fimm ymiskum skúlum í
landinum.
Arkitektoniskar perlur
draga fólk at sær
Sæð í einum størri perspektivi og
samanhangi skal arkitekturur ella
byggilist endurspegla tíðina, vit
liva í. Bæði hvussu vit liva, virka
og hugsa. Byggilistin er ein týðandi
partur av samfelagsmenningini og
er eisini við til at geva einum sam
felagi samleika. Frakland seta vit
oftani í samband við Eiffel-torn
ið, Champs-Élysées, Notre Dame,
Versailles o.s.fr., meðan Ongland
fær tankarnar at leita á Tower
Bridge, Big Ben og Trafalgar
Square, og Avstralia minnir okk
um á Sidney Opera House. Nú
hevur eisini Reykjavík fingið sítt
operahús við Hørpu, sum uttan iva
fær mong ferðafólk við áhuga fyri
byggilist at vitja Ísland. Soleiðis
kunnu
arkitektoniskar
perlur
bæði draga ferðafólk til landið,
fáa lokalar íbúgvar at trívast
betri og kenna stoltleika ættar
lið eftir ættarlið og vinna land
inum jaligan samleika. Síðuvinn
ingurin er, at hetta samstundis
gerst ein eyka inntøkukelda fyri
samfelagið. Lond og kommunur
hava tí nógv at vinna, um tey seta
sær greið og framsøkin mál fyri,
hvussu byggjast skal.
Arkitekturpolitikkurin
her
heima skal yvirskipað sæð syrgja
fyri, at føroyskur arkitekturur
framhaldandi mennist og er við
til at lyfta eina samfelagsábyrgd.
Tað hevur stóran týdning, at hesin
politikkur tryggjar, at byggiment
anin eisini í framtíðini hevur høga
góðsku. Tað krevur eitt málrættað
og samskipað átak, sum Landsverk
nú hevur tikið stig til.
Føroyar skulu hava ein
arkitekturpolitikk
BYGGILIST: Mikudagin 20.
august í ár skipaði Landsverk fyri
evnisdegi um arkitekturpolitikk í
Norðurlandahúsinum, har arkitektar
úr øllum landinum luttóku í eini
verkstovu um evnið. Stórur áhugi var fyri
tiltakinum, og Landsverk fekk nógv gott
og nýtiligt tilfar burtur úr degnum, sum
longu hevur lagt lunnar undir fyrstu
orðingarnar í einum komandi uppskoti
til arkitekturpolitikk fyri Føroyar.
ÚR AVRIKSSÁTTMÁLANUM
FYRI 2014:
“Tað er umráðandi, at tað almenna er ein fyrimynd
og gongur á odda í byggilistarligum viðurskiftum. Vit
menniskju hava fyri stóran part okkara samleika í tí fysiska
umhvørvinum, náttúruni og í tí menniskjaskapta rúminum.
Býir og bygdir, bygningar, landslag og býarinnbúgv hava
stóran týdning fyri trivnaðin hjá fólki. Við hesum í huga
er tað av stórum týdningi, at yvirskipaða tilgongdin til
bygging verður sett á breddan. Landsverk tekur lut í
norðurlendskum samstarvi um arkitekturpolitikk, og fer í
2014 at orða eina ætlan fyri byggilist.”
UTILITAS –
FIRMITAS –
VENITAS
Arkitekturur er at skapa
vælvirkandi, trygg og
vøkur (bygnings-) verk,
sum ítøkiliga gagna við
at vera gagnlig/effektiv
(UTILITAS), haldgóð
(FIRMITAS) og lutvíst
óítøkiliga við at veita
vakrar (VENITAS), stimbr
andi og heilsugóðar
karmar um virknað og lív.
Arkitekturardagar