Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 3. oktober 2014 · Nr. 112 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Magni E. Dalsgaard arkitektur Byggiøkið er uttarliga í býnum, tó heiman fyri sethúsaøkið Norðasta Horn, og nærindis sethúsunum und­ir Gráasteini. Bussamband er við buss­arnar frá Norðasta horni, og par­keringsbásar eru til hvørja íbúð. Tað var ein entreprenørur, ið spurdi seg fyri á Tórshavnar komm­ unu, hvørjir byggimøguleikar, ið vóru í økinum. Eg meini, at tað er danska arki­ tektavirkið Thorup gruppen, ið designaði bygningarnar. Hugskotið var, at byggja svartar bygningar í 4 hæddum, við flagtekju, høgari reising og við svala til hvørja íbúð. Avgjørt var at byggja sokallað punkthús. Húsini hava kjallara við goymslum til hvørja íbúð, og inn­ gongdin er í kjallarunum. Húsini hava tríggjar hæddir umframt inn­ rættað loft, við trimpli 125 cm og skráveggum. Allir bygningarnir hava lyftu, og á síðuni niðan móti fjallinum eru svalagongdir við atgongd til íbúðirnar, her kann ein fáa sær fríska luft alt eftir, hvussu ættin er. Samanumtikið sera væl skaptir karmar um eina nútímans familju. Punkthús Punkthús er ein nýggjur byggi­ háttur, ið verður nógv nýttur í Dan­ mark. Hetta eru íbúðarhús í trimum ella fýra hæddum, við tveimum ella trimum íbúðum á hvørjari hædd. Í Danmark er vældámt at byggja hesi hús, tí allar íbúðir fáa gott útsýni, har ein kann síggja langt yvir býin ella landslagið. At byggja punkthús undir Fjalli ella á Heimasta Horni er størri av­ bjóðing, men hesum er arki­tekt­ ur­in sloppin sera væl frá. Hann hevur vent íbúðunum móti suðri, so­leiðis at svalarnir venda móti sólini á miðdegi. Nakrar íbúðir venda móti eystri, har útsýnið er yvir Nólsoyarfjørð og fyrraparts sólin er. Tað eru tríggjar íbúðir á hvørji hædd. Hetta merkir at tvær íbúðir á hvørji hædd hava útsýni bæði móti suðri og móti vestri ella eystri. Hetta er eisini galdandi fyri íbúðirnar í innrættaðu loftunum. Tær hava kvistar móti eystir ella vestri. Ætlanin at hava flagtekju er slept, hetta av onkrari orsøk, har er veðurhart, og sum Heðin Brú sigur í Feðgar á ferð, tá man endiliga hevur brúk fyri tekjuni, er man noyddur at fara upp at halda henni. Hinvegin eru bygningarnir prýdd­ir við svalum í ymiskum føgr­ um litum, til gleði fyri grannarnar. Trupulleikar Um tað var fyri at spara upp á út­ reiðslur, fyri at broyta byggi­ætl­ anina, ella tí at man sprongdi tann íbygda Gráastein í luftina, so fekk byggiætlanin stórar peningaligar trupulleikar. Hetta er ikki eindømi, men endin var, at byggiætlanin steðg­aði og byggifelagið fór á húsa­ gang. Hetta er stórt spell, tí hetta er hent næstan hvørja ferð, at stórar bústaðar byggiætlanir eru gjørdar, og tað ræðir byggiharrum frá at royna slíkar byggiætlanir aftur. Ljós at síggja Eg koyrdi fram við Heimasta Horni nú eitt kvøldið. Har eru ljós at síggja í nógvum íbúðum, og tað fær ein at merkja, at man býr í einum býi. Herfyri hoyrdist, at Bústaðir hevur keypt tveir av bygningunum. Hetta dámar mær sera væl, tí so er møguleiki fyri at fleiri íbúðir verða til leigu í økinum. Hetta er gott fyri byggiætlanina at tað eru bæði familjur, ið eiga íbúðirnar, og familjur ið búgva til leigu. Økið uttanum Nú nøkur ár eftir at fyrstu bygn­ ingarnir vóru lidnir, er økið uttanum við at fáa skap. Tað má vera ein hugni, at hoyra ein lítlan foss nærindis húsunum. Nakað er plantað, tað tekur sína tíð, men ein dag verður líka frodugt sum í Berja­ brekku. Samanumtikið meini eg, at hetta er ein tann best eydnaða royndin at byggja tættari og hægri í Tórshavn. Eg vildi ynskt, at tað bleiv bygt hægri og tættari nærindis miðbý­ num, men tað krevur broytingar í galdandi býarskipan. Heimasta Horn Byggingin á Heimasta Horni í Tórshavn er dømi uppá væleydnaða nútímans íbúðarbygging. Byggingin er í fullum samsvari við galdandi býarskipan frá 1974. Økið var lagt av til høghúsabygging. Loyvt er at byggja hús við kjallara, trimum hæddum og við innrættaðum lofti. Arkitekturardagar