hósdagur 2. oktober 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. oktober 2014 · Nr. 112
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Gestur Hovgaard
samfelagsfrøðingur
Arkitekturur og planlegging sum
heild, hava í nøkur ár havt ein und
irmettan leiklut í samfelagsmenn
ingini. Broyting tykist tó vera kom
in í, og í fleiri londum verður aftur
talað fyri, at gamla leinkjan millum
arkitektur og vælferð skal endur
skapast. Spyrjast kann tí, hví hendan
broytingin er í ferð við henda, og
hvønn leiklut arkitekturur skuldi
havt í projekt “vælferðarsamfelagið
2.0”.
Arkitekturur var, saman við sam
felagsplanlegging í breiðum týdningi,
ein týdningarmikil ‘samfelagsbyggari’
til at fremja “tað góða samfelagið”,
t.e. eitt samfelag við virðiligum lívs
møguleikum og viðurskiftum fyri øll
uttan atlit til status og klassa. Hetta
vælferðarsamfelagið 1.0. hevði sína
stóru uppbyggingartíð frá seinna
heimsbardaga og fram til einaferð í
1970’unum. Kreppan frá 20’unum og
tvey heimskríggj hevði greitt víst, at
óreguleraðir marknaðir hvørki skapti
framburð ella vælferð til onnur enn
tey fáu. Svarið varð eitt vælferðar
samfelag við grundarlagi í demokrat
iskt stýrdari planlegging.
Meðan yvirskipaða økonomiska
stýringin varð kjølfest í sonevndu
keynesianismuni, tóku aðrar plan
professiónir sær av fysisku og sosialu
menningini.
Arkitektururin
var
sostatt við til at leggja eina human
istiskt-mentanarliga dimensión yvir
tað politisk-økonomiska projekt, ið
vælferðarsamfelagið fyrst av øllum
er.
Um ikki einans, so sæst ávirkanin
frá arkitekturinum best aftur í stóru
býunum. Flestu føroyingar kenna
Keypmannahavn, hvørs fysiska og
sosiala menning varð neyvt plan
løgd eftir sokallaða “fingraplan
inum” frá 1947. Fingraplanurin er
hugsaður
við
Keypmannahavn
sum hondflatan (sentrum), saman
knýtt við einum tokneti (fingranir)
til Helsingør, Hillerød, Fredriks
sund, Roskilde og Køge. Millum
‘fingrarnar’ vóru ætlanir fyri øðr
um trafikki, bústaðarøkjum, lokal-
sentrum, ídnaðarøkjum, náttúru- og
frítíðarøkjum, hetta við tonkum um
gott og skjótt ferðslusamband, men
samstundis lokalitet, frið, ordan
og vakurleika í býarmenningini.
Fingraplanurin skapti ein vælvirk
andi danskan høvuðsstað, og verður
oftani tikin fram sum eitt gott dømi
um arkitektur og planlegging, tá tað
er best.
Tíðarskeiðið frá seinna heims
bardaga og fram til 1960ini verður
roknað sum gullárini hjá vælferðar
arkitekturinum,
hetta
grundað
í tonkum um góðar privatar bú
staðarmøguleikar fyri fólk sum
heild, og dyggum almennum rúm
um: skúlar, bókasøvn, torg, ment
anarhús, v.m. Sambandið millum
vælferð og professión skapti nógvar
arkitektoniskar varðar, men sam
felagsbroytingin gongur tó onkun
tíð skjótari enn planlegging og arki
tekturur hava klárað at fylgt við.
Nøkur av íbúðarkompleksunum, t.d.
seint í 1960’unum, skuldi byggjast
skjótt og vóru innrættaði neyvt
eftir ídnaðarfamiljuni, har mamman
var heima og pápin á fabrikk. Men
tað vísti seg, at mamman byrjaði at
arbeiða úti og fabrikkirnar vórðu
niðurlagdar ella flutti aðrastaðni, og
hesi bústaðarkompleks standa tí sum
varðar um miseydnaða planlegging,
um tey annars ikki longu eru tikin
niður.
Tað var tó ikki tey minni hepnu
planátøkini, sum gjørdi, at vælferðar
samfelag og arkitekturur skiltust at.
Við ný-konservativu kollveltingini
í 1980’unum (Reagan og Thatcher),
fór vælferðarsamfelagið og harvið
arkitekturur yvir til at verða stýrt
av eini endurskaptari marknaðar-
ideologi. At planleggja bleiv nú meiri
ein spurningur um at skapa røttu
tólini til at skipa marknaðarlíknandi
støður í tí almenna, at gerast ein
kappingarstatur. Talan var ikki um
at avlíva planlegging sum fyribrigdi,
men ein niðurlaging av planlegging
sum vælferð og fyri tí felags besta.
Í hesi gongd hvarv vælferðar-arki
tektururin, tvs. tann tanki, at fakið
identifiseraði seg við nøkur serlig
virði í samfelagnum, og var við til at
ávirka hesi.
Tað er hesin tanki, sum kann sigast
er við at venda aftur í arkitekturfakið,
ið eins og nógvir aðrar fakbólkar
arbeiða fyri at endurskapa eina pro
fessiónsmenning við støði í grund
festum
samfelagsligum
virðum,
heldur enn teknisk-rationella hugsan
stýrda av økonomismu og manage
ment (og sum oftani vísir seg ikki
at vera serliga rationell tá til stykkis
kemur).
Føroyar eru avgjørt eitt vælferðar
samfelag, men vit vita lítið um, hvat
fyri vælferðarsamfelag og enn minni
nakað um, hvagar vit eru ávegis. Hetta
einfalt tí, at vit ikki arbeiða serliga
nógv við hesum spurningum. Danski
planleggjarin Kaj Lemberg skal fyri
nógvum árum síðani hava sagt, at
føroysk planlegging best læt seg
lýsa við “piparbússuprinsippinum”.
Við tað meinti hann at vegir, havnir
og annar fysiskur infrastrukturur
datt tilvildarliga niður uttan at vera
kjølfestur í nakrari yvirskipaðari
ætlan. Hóast tað verður gjørt eitt
stórt arbeiði á Landsverki, Um
hvørvisstovuni og øðrum stovnum
við, so er spurningurin um gamla
piparbússuprinsippið ikki framvegis
er tað ráðandi tá umræður fysisku
útbyggingarnar. Tað gagnar sjálvdan
umhvørvi,
trivnaði
og
sosialari
menning.
Ein týdningarmikil orsøk til hesa
støðuna er, at professiónsmenning og
professiónsstýring er trupul í einum
so lítlum samfelagi sum okkara.
Ein onnur orsøk er, at vit framvegis
halda okkum frá at skipa lógir,
almennan bygnað og planlegging
eftir fortreytum og fakligum kjølfesti
í okkara egna samfelagi, men ístaðin
kritikkleyst kopiera tað onnur (danir)
gera.
Tó so, vit síggja seinastu árini, at
ymiskar professiónir royna at skipa
seg, tí vit hava eitt nú psykologfelag,
felag fyri geografar, felag fyri sam
felagsfrøðingar og arkitektafelag,
ið øll eru virkin faklig feløg (ikki at
blanda við fakfeløg, tí tað eru tey
ikki). Kanska tað er uppá tíðina at
hesi feløg eisini skipaði forum av
felags áhuga, eitt nú tá talan er um
samfelagsliga menning og planlegg
ing, t.e. vega- og tunnilsgerðir og
annað alment byggjarí á bygd og
bý, hetta við atliti til felags mentan,
æstetikk og sosial virði.
Hvar skuldi so tankin um saman
kobling av vælferð og arkitekturi
funnið eitt felags stev í framtíðar
vælferðarsamfelagnum
Føroyar?
Lat meg her taka støði í hálovaða
orðinum innovatión.
Innovatión er í stuttum at skapa
nýggjar loysnir upp á óloystar
trupulleikar, økonomiskt, sosialt,
mentannarliga, v.m. Tað er langt
síðani ein veruleiki, at innovatión
ikki er nakað sum skapast einans
av “marknaðaraktørum”, men oftast
verður borið fram av almennum
fyriskipanum og praktiskum roynd
um í sivilsamfelagnum, t.e. gjøgnum
samstarv, felags virði og læring.
Samstundis er langt síðani funnið
útav, at vælferðarsamfelagið 2.0 (sum
eg av praktiskum orsøkum velji at kalla
tað), við síni “marknaðarfokusering”,
heldur veksur enn minkar um
tørvin á planlegging, koordiering og
strategiska hugsan. Hetta merkir tí
eisini, at tørvur er á at endurskapa
“tað felags” ella “tað sum bindur
okkum saman”, og tað er ein orsøk
til at vælferð og planprofessiónirnar,
herundir arkitekturur, aftur verða
koblaði saman.
Ein hampuliga nýggj felags av
bjóðing og møguleiki liggur í, at
samfelagslívið er ikki longur skipað
gjøgnum tess stabilu ella føstu eyð
kenni sum bygdum, býum, arbeiðs
plássum, v.m. Samfelagslívið er í dag
eyðkennt við konstantum mobiliteti.
Tað sæst við teimum mongu sum
ferðast og starvast uttanlanda, men
búgva her, ella tey sum flyta, men
framvegis kenna seg sum føroyingar.
Sjálvt almennu rúmini eru í dag
mobil, tey eru flutt inn á Facebook,
Twitter, v.m. Hetta merkir ikki, at
fysisku úttrykkini á bygd og bý
missa týdning, kanska tvørturmóti.
Men
tað
setir
avbjóðingar
til,
hvussu fysisku rúmini á bygd og í
bý verða skapt nú og í framtíðini, tí
samstundis sum flestu okkara eru
ótrúliga langt burturfrá “fiskarí og
bóndasamfelagnum”, so er framvegis
talan um, at hesir ógvuliga ymisku
mentanarligu og sosialu veruleikar
samvirka í sama fysiska rúmi. Her
liggur stór arkitektonisk uppgáva í,
at menna slík nýggj almenn rúm við
støði í fólksligari breidd og nútímans
æstetikki.
Eitt hugtak nógv frammi, er væl
ferðarteknologi. Við hetta meinast, at
meir og meir teknologi verður útvikla
og brúkt innan stóru vælferðarøkini
heilsu og røkt. Hetta kemur heilt
avgerandi at broyta mátan vit hugs
að og skipa okkara størsta vælferðar
sektor uppá. Arkitekturur eina og
aðrar planprofessiónir hava her stóra
uppgávu fyri framman við menning
av nýggjum bústøðum, hjálpartólum,
nýggjum samveruskipanum til ein
Nýggir størri vinnuvegir mugu
skapast, so vit hava fleiri bein at
standa á, sum tað verður sagt. Eitt
av hesum beinum er ferðavinnan,
har nógvir midlar fara til at markn
aðarførar Føroyar. Hvar eru okkara
arkitektonisku perlur í hesum, og
hvar er neyðuga samanspælið mill
um ferðavinnu, umhvørvi og plan
professiónirnar, sum vit síggja er so
avgerandi fyri ferðavinnuna aðra
staðndi?
Vælferð, arkitekturur
og professiónsmenning
Arkitekturardagar
Flestu føroyingar kenna Keypmannahavn, hvørs fysiska og sosiala
menning varð neyvt planløgd eftir sokallaða “fingraplaninum”
frá 1947. Fingraplanurin er hugsaður við Keypmannahavn sum
hondflatan (sentrum), samanknýtt við einum tokneti (fingranir)
til Helsingør, Hillerød, Fredrikssund, Roskilde og Køge.
– íkast til eitt aktuelt kjak