hósdagur 2. oktober 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 3. oktober 2014 · Nr. 112
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
E
in vinkona mín stóð ein dag
in í skiftingarrúminum á
arbeiðsplássinum. Hon visti
ikki, um hon var á veg til ella frá
arbeiði. Hon kannaði kaffistovuna –
tóm. Køliskápið – tómt. Also, mundi
hon vera á veg heim. Vinkonan varð
sjúkrameldað í fleiri mánaðir.
Í dag fær hon bara virkað fáar
tímar í senn. Lívsmøði hevur fest
seg í mergin. Hon kemur ongantíð í
lívinum at virka innan sítt fak aftur.
Hennara arbeiðslív er slutt.
Hendan søgan er sonn. Og hon
er meinlík so mongum øðrum, sum
hava upplivað at gerast sjúk vegna
vánaligt sálarligt arbeiðsumhvørvi.
Í hesum førinum við at fara niður
við stress.
Í fleiri ár hevði vinkona mín
arbeitt
undir
ómenniskjaligum
umstøðum. Á einum almennum
arbeiðsplássi, har stórar sparingar,
umleggingar og samanleggingar
vórðu framdar. Og undir einari
leiðslu, sum als ikki megnaði upp
gávuna, so starvsfólkamálini hóp
aðu seg bara upp.
Hetta eiga vit ikki at bjóða fólki.
Hvør einasti av okkum hevur bara
eitt einasta lív. Hetta eina lív verður
í stóran mun livað teir ljósastu
tímarnar av samdøgrinum, tá ið vit
eru til arbeiðis. Tí skulu fólk ikki
gerast sjúk av at vera til arbeiðis.
Kanning frá Starvsmannafe
lagnum avdúkaði herfyri, at 10.
hvør limur í felagnum hevur verið
sjúkrameldaður
vegna
strongd
tey seinastu trý árini. Annarhvør
hevur havt illgruna um strongd, og
5. hvør hevur verið hjá lækna við ill
grunanum.
Hetta eru álvarslig tøl, og ein
greið ábending um, at vit hava
eina stóra politiska avbjóðing fyri
framman, tí størra helvtin metti,
at strongdin hevði sín uppruna
á arbeiðsplássinum, har ov stór
arbeiðsbyrða var størsta einstaka
orsøkin.
Kanningin frá Starvsmanna
felagnum kann tí tulkast sum eitt
neyðarróp til okkum sum samfelag
og politisk skipan. Hesi starvs
fólk eru á fólksins lønarlista, eru
í fólksins tænastu. So hetta er ein
uppgáva, sum partarnir á arbeiðs
marknaðinum, land, kommunur og
onnur mugu loysa í felag.
Tað eru í minsta lagi fýra ítøkilig
tiltøk, sum vit politiskt beinanvegin
kunnu fara undir, til tess at bøta um
sálarliga arbeiðsumhvørvið.
– Vit eiga at víðka arbeiðs–um
hvørvislógina til eisini at umfata
sálarligt arbeiðsumhvørvi. Her
undir eisini at lata størri játtan til
arbeiðseftirlit, fyri at tryggja, at
lógin verður hildin.
– Vit eiga at hava í huga, at ein og
hvør fíggjarlig raðfesting á fíggjar
lógini beinleiðis ávirkar normer
ingar og arbeiðstrýst, og harvið
eisini sálarliga arbeiðsumhvørvið.
– Samanleggingar og bygnaðar
broytingar skulu fremjast við nógv
størri nærlagni.
– Eisini eiga vit at vísa starvs–
fólkum størri álit og minni óneyðugt
eftirlit, skráseting og bureaukrati.
Lóg um arbeiðsumhvørvi
Javnaðarflokkurin leggur nú upp
skot fram um at víðka lógina um
arbeiðsumhvørvið til eisini at fata
um sálarliga arbeiðsumhvørvið.
Verandi lóg fevnir í løtuni bert um
fysisku karmarnar, meðan líkn
andi fyriskipanir í okkara granna
londum eisini fevna um sálarliga
arbeiðsumhvørvið,
bæði
innan
alment og privat virksemi.
Endamálið við at víðka lógina
er at fáa starvsfólkini at støðast og
trívast betri, at fyribyrgja sjúku,
og at tryggja dygdina í teimum
tænastum, sum veittar verða.
Eitt ósunt sálarligt arbeiðsum
hvørvi er eyðkent av eini røð av
psykososialum vandum. Eitt nú ov
stórum arbeiðstrýsti, einari kenslu
av ikki at náa ella at megna upp
gávurnar, stórum kensluligum av
bjóðingum, hóttanum, happing,
harðskapi og sexuallum ágangi.
Fólk kenna seg strongd og útbrend,
kunnu fáa hjartabankan, høvuðpínu
og órógv í kroppin. Eisini kann
tað vera trupult at minnast og at
hugsavna seg, og fólk kunnu vera
nervøs og troytt inn á bein.
Normeringar og
arbeiðstrýst
Seinastu árini hava politikarar
erpað sær av útreiðslusteðgi innan
tað almenna. Hetta er, at játtanin
stendur í stað ár eftir ár, og at lagt
verður ikki upp fyri lønarvøkstri
og príshækkan til stovnarnar.
Hetta ljóðar kanska tilforlátiligt, og
serliga, tá tað verður knýtt at hug
takinum “natúrlig frágongd”.
Men alt annað líka hevur út
reiðslusteðgur við sær, at somu
uppgávur skulu lyftast av færri
hondum og starvsfólkini mugu
renna skjótari. Ein deild við 10
røktarstarvsfólkum má rekast við
8 fólkum, fleiri næmingar verða
um hvønn lærara og málsviðgerðin
á Almannastovuni skal avgreiða
fleiri mál.
Hetta ávirkar sjálvandi sálarliga
arbeiðsumhvørvið, tí fólk gerast
støðugt ørkymlað um, at tey røkka
ikki til. At krøvini ikki svara til
tillutaða tilfeingið ella førleikarnar
at røkka teimum, er høvuðsorsøkin
til, at fólk fáa stress.
Miseydnaðar
samanleggingar
Tá ið játtanin táttar í, koma politik
arar, embætisfólk og leiðslur á hesi
genialu tankarnar um at leggja
stovnar og tænastur saman ella at
fremja stórar bygnaðarbroytingar.
Eisini her kunnu tølini frá
Starvsmannafelagnum tulkast sum
neyðarróp, tí stórar broytingar á
arbeiðsplássinum eru millum høv
uðsorsøkirnar til strongd ella ill
gruna um strongd.
Tíverri er veruleikin tann, at
starvsfólkini nærum altíð hava
verið við sviðisoð í sambandi við
samanleggingar og stórar bygn
aðarbroytingar innan tað almenna
hesi seinastu mongu árini.
Broytingarnar hava miseydnast,
tí tær hava verið framdar ad-hoc,
og bert við einum fíggjarligum – og
ikki fakligum – sikti.
Skulu vit bøta um sálarliga
arbeiðsumhvørvið mugu vit gáa um
hesi viðurskifti, tá ið vit politikarar
fáa fiksar idéir um rationaliseringar
ella tillagingar, sum sparingar nú so
pent eita. At stórar broytingar skulu
fyreikast væl, at starvsfólkini skulu
við í tilgongdina, og at kunning og
samskifti eru fremstu amboðini í
broytingartíðum – og tí eisini krevja
dugnaligar og royndar leiðslur við
menniskjakunnleika.
Álit kontra eftirlit
Í sama anda, har politikarar krevja
meira fyri minni, royna leiðslur seg
viðhvørt við lokkandi konsulentum
og effektivitetsamboðum, ofta við
støði í New Public Management
eftirlitsandanum, har hvør rørsla
verður skrásett, fyri at verða effek
tiviserað – og har eftirlit er betri
enn álit. Hesi verksmiðjuamboð
verða trýst niður yvir stovnar, har
mennskju, menning og relatiónir
eru kjarnutænasturnar, uttan fyri
lit fyri, at livandi og kompetent
menniskju lata seg ikki máta og
stýra sum maskinur, og tí obstruera
við at gerast passiv og óttafull.
Tann vissi vegurin til sálarligan
mistrivnað er at seta eftirlit fram
um álit, og hetta skulu vit eisini
politiskt taka á okkum, so vit ikki
hoppa upp á slíkt, sum er drepandi
fyri arbeiðsgleðina í tráanini eftir
sparingum.
Tí hóast vit øll ynskja at fáa sum
mest fyri pengarnar, sum verða
játtaðir, so gevur tað ikki loyvi til at
trælka tey, sum hvønn morgun fara
frá húsum í fólksins tænastu – ella
nakran annan fyri tað.
Tí fólk skulu ikki gerast sjúk av
at fara til arbeiðis.
Rigmor Dam
Fólk skulu ikki gerast
sjúk av at arbeiða
tíðargrein
Sálarligt arbeiðsumhvørvi skal á politisku dagskránna,
tí fólk ikki gerast sjúk av at fara til arbeiðis
Dýrt fyri samfelagið
Roknað verður við, at strongd kostar
føroyska samfelagnum 140 mió. kr. árliga
í mistum inntøkum vegna sjúrkafráveru,
deyða og útreiðslur til heilsuverkið.
Kelda: Fegin við Niclas Heri Jákupsson. Strongdkanning fyri Starvsmannafelagið.
270 av 438 svaraðu, at strongdin ella illgrunin um strongd
var orsakað av viðurskiftum á arbeiðsplássinum
10. hvør limur í Starvsmannafelagnum hevur verið sjúkrameldaður vegna strongd tey seinastu trý árini.
Annarhvør hevur havt illgruna um strongd.
Fimtihvør hevur verið hjá lækna við illgrunanum.
Av hesum 438, halda 270, ella meira enn helvtin, at strongdin stavar frá arbeiðsplássinum.
Harav meta 69% at orsøkin er ov stór arbeiðsbyrða, 25% at orsøkin er broytingar og 27% at
trupulleikar á arbeiðsplássinum er orsøkin til strongd ella illgruna um strongd.
Kelda: Fegin við Niclas Heri Jákupsson. Strongdkanning fyri Starvsmannafelagið.
Trupulleikar
á arbeiðs
plássinum
Ov stór
arbeiðs
byrða
Tvístøður
við stjóran
Tvístøður
við starvs
felagar
Trívist ikki
Broytingar
Happing