Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. oktober 2014 · Nr. 112 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mín elskaða systir, Ebba, and­ aðist 24. september 2014, eftir drúgva sjúkralegu. Ebba var yngst av trimum systkjum. Mamma okkara, Malena, var úr Hattarvík, og giftist við Ísak Esbern Kirke, skipara, av Kirkju. Hann varð vanliga kallaður Ebbi. Tey giftust og búsettust í Toftalíð í Vági, av tí, at hann fór at sigla við skipum úr Vági. Tey fingu trý børn. Jóhan, føddur í 1936, Álvur, føddur í 1939, og Ebba, fødd 1941. Pápi okkara sigldi við ymiskum skipum úr Vági, og var seinastu árini skipari á sluppini Milly, sum hvarv seint í mars 1941, á veg úr Aberden til Føroya. Helst farin av minu ella av flog­ álopi. Ebba varð fødd 8. juli 1941, góðar tríggjar mánaðir eftir, at Milly hvarv. Hon vaks sostatt upp uttan nakran pápa, men mamma var røsk; hon var bæði mamma og pápi fyri síni børn og kláraði tað væl. Eftir at mamma var blivin einkja, fór hon at handla. Hon gjørdi aðra stovuna til handil, og seinri gjørdi hon handil í kjallaranum. Vit høvdu kúgv, nakrar, seyðir, hønur og viðvørt eisini dunnur. Vit hoyggjaðu á Nesi, og kúgvin var á trøðni í Neslíð. Tá Ebba var lítil, hevði mamma tjald við, sum Ebba lá í, meðan hon hoyggjaði. Fyrstu tíðina fekk hon lítla hjálp frá okkum, tí vit vóru so smá. Frá tí at vit vóru smá, lærdi mamma okkum at biðja, og hon leiddi okkum í sunnu­dags­skúla og á møti. Ebba varð frelst og doypt sum ung, og hon vitnaði og sang á møt­um. Thordis og hon sungu duet. Eisini sang hon í kóri. Tá Ebba var 16 ár fór hon til Havnar at arbeiða, fyrst í køkinum á hospitalinum, og seinri í Køku­búðini. Olaf og Ebba komu saman, og tey giftust. Olaf sigldi sum motor­passari, til hann bleiv sjúkur. Hann doyði 25. februar í ár 74 ára gamal, eftir at hann hevði verið sjúkur í fleiri ár. Tey fingu fimm børn: Ísak Esbern, kallaður Ebbi, føddur 1962, Karin, fødd 1964, Lív, fødd 1971, Vivie, fødd 1976 og Britt, fødd 1981. Ebbi býr í Vági, er maskin­ meistari, og er giftur við Birthe úr Grønlandi. Hann eigur ein son, sum eitur Rógvi, føddur 1983, og býr á Tvør­oyri. Karin býr í Klaksvík, ar­ beiðir á Tekniska skúla í Klaksvík og er gift við Borgar Biskopstø, maskinmeistara. Tey eiga Emil, føddur 1991, Moniku, fødd 1994 og Mariu, fødd 2002. Lív býr í Vági, arbeiðir í Suðuroyar Sparikassa og er gift við John Mikkjal Godtfred, skipara. Tey eiga Dánjal, føddur 1996, Rebekku, fødd 2000 og Olaf, føddur 2002. Vivie býr í Havn. Arbeiðir sum málsviðgerði hjá Tórs­ havn­ar Komm­unu. Vivie er gift við Barður David­ sen úr Hósvík, sum arbeiðir sum húsa­vørður hjá Tórs­ havnar Komm­unu. Børnini eru Angela, fødd 2002, tví­ burðarnar Ronni og Ronja, føddir 2004, Barbara, fødd 2009 og tvíburðarnar Ebba og Jytta, føddar 2013. Hon hevur sostatt fingið tvær ferðir tviburðar. Britt býr í Vági og arbeiðir sum heilsurøktari. Britt er gift við Andrass Djurhuus úr Porkeri, sum arbeiðir hjá Tryggingarfelagnum Føroyar. Tey eiga Levi føddur 2002, Malenu fødd 2005 og Alisu fødd 2013. Ommubørnini Nú, tá Ebba er farin, kunnu vit spyrja: Hvat kom burturúr? Vit kunnu í hvussu so er siga, at tað er stórt ríkidømi, at eiga fimm børn við maka, og 16 ommubørn. Og hon hevði tey ofta hjá sær. Ebba spardi seg ikki. Fyrst passaði hon síni egnu børn, og sína gomlu mammu. Seinni passaði hon síni ommubørn, og tá onkur av hennara fór at ferðast, passaði hon bæði børn, hundar og kettur, meðan tey vóru burtur. Og henni dámdi tað væl. Hon var altíð blíð og fyrikomandi at koma inn til. Saknurin verður stórur, nú Ebba er farin. Hon hevði sama lætta sinnalag sum mamma okkara, og eg merkti, at hon eisini hevði umsorgan fyri mær og mínum. Eg veit, at hon trúði á Jesus, og tað er ein stór troyst fyri øll hennara at vita, at Ebba omman var frelst á ungum árum. Ærað veri minnið um Ebbu systir. Álvur Kirke Ebba Malena Petersen – f. Kirke 8. juli 1941 – 24. september 2014 17. august fingu Sara Nowicka & Timmi Nielsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3820 gr. Føðingar Tann 15/09-14 var Aria so heppin at blíva stòrasystir at eini diddu. Diddan vigar 2710 gr og er 48 cm. Foreldur eru Barbara Berg Vilhelmsen og Bergur Joensen 22. august fingu Annika Hansen og Hans Jacob á Líknar­ gøtu eina dóttur. Hon vigaði 3720 gr og var 53 cm long. Ommubørnini Kim 50 ár Mikkjalsmessudag varð Kim fimmti ár. Mangar vørður hevur hann fleygað tilsamans við fyrstu stongini, sum Jóhan Hentze í Skúvoy evnaði honum til. Heilsan Gamlir fleygamenn Góða Torgerð! Hjartaliga tillukku við runda degnum. Heilsan frá bæði tví- og ferføttum vinum Heilsanir