Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 3. oktober 2014 · Nr. 112 Sosialurin Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, og Bjørg Róin, lærari á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, vegleiða teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin. fo, og so svara Holger og Bjørg tær her í Sosialinum. Spurnarsíðan Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. Fyri at kunna finna eina útbúgving, ið passar til tín, mást tú taka støði í tær sjálvum og hugsa um, hvat hevur týdning fyri teg. Hvat skal eg velja útbúgving eftir? Tað kunnu vera nógv ymisk viðurskifti, ið gera seg galdandi, og nógvar hugsanir at gera sær. Tá tú skalt velja tær eina útbúgving, er tað púra vanligt, at tú leitar eftir teimum útbúgvingunum, sum tú hevur størstan áhuga fyri. Men eitt lestrarval inniber nógv annað enn tað, sum handlar um áhuga innan eitt ávíst fakumráði. Tað verður eisini gerandisdagur á útbúgvingini, og tí er tað týdningarmikið at finna eina útbúgving, sum eisini passar til teir arbeiðshættirnar, sum tær dámar, títt flytføri og tín hug til at lesa uttanlands. Um tú longu hevur valt tær eina ávísa útbúgving ella ert í iva, er tað týdningarmikið at kanna, hvat eyðkennir útbúgvingina, fyri at taka eitt gott val. Hvat hevur týdning, tá tú skalt velja eina útbúgving? Er tað innihaldið í útbúgvingini? Undirvísingarhættirnir? Ella okkurt heilt annað? Nógv spælir inn og tað kann vera nógv at hugsa um, tá tú stendur frammanfyri hesum valinum. Hygg at tær sjálvum Fyri at finna tær eina útbúgving, mást tú byrja við tær sjálvum og hugsa um, hvat hevur týdning fyri teg. Leisturin um eitt gott val, er eisini at kenna seg sjálvan. Tað er týdningarmikið, at tú erliga hyggur at tínum styrkjum og dreymum. Tað er eins týdningarmikið, at tú hyggur at tínum evnum, møguleikum og avmarkingum. Skriva tínar dreymar og áhugamál niður: Hvørjum hevur tú áhuga í? – bæði í frítíðini, men eisini tað sum tú kundi hugsað tær at brúkt tína tíð til í sambandi við eitt arbeiði ella eina útbúgving. Hvørjum hevur tú ikki áhuga í? – Um tú ikki veitst, hvat tú vilt, er tað eitt gott hugskot at hugsa um, hvat tú ikki vilt. Á henda hátt fært tú sorterað. Hvat dugir tú væl (í skúlanum og frítíðini)? Eru tað útbúgvingar og størv, sum tú ofta hugsar um ella vendir aftur til? Byrja við at hyggja at tínum styrkjum og evnum. Tosa við familju, vinir og onnur, ið kenna teg. Hvat halda tey, at tú dugir væl? Venjing: Ger ein lista við 5-10 tingum, ið tú dugir væl, royn at seta tey í raðfesta raðfylgju. Ger ein samsvarandi lista við tínum áhugamálum – listan eigur at hava fokus á, hvat tær dámar at fáast við. Ver realistiskur, samanber tað, sum tú veitst um teg sjálvan, við tað sum tú veitst um útbúgvingina – ella starvið – ikki bara tað sum tú dugir væl, men eisini tínar veiku síður. - Hvat verður kravt av lesnaðinum, starvinum? - Hvørjar eru avbjóðingarnar og hvat hava tær at siga fyri teg? - Alt er ikki lætt, hvussu ætlar tú tær at klára avbjóðingar og torførar uppgávur? Hvat veitst tú? Eitt gott val verður tikið við støði í hollari vitan. Ofta fáa vit tí fyrstu vitanina frá vinum, familju, internetinum, sjónvarpinum, lýsingum og tílíkum. Mann kann lættliga koma til at blanda slatur og fakta hvørt um annað - og nakað av vitanini kann vera bygd á lívsseigar mytur. Tú kanst geva tær sjálvum eitt støðufast grundarlag fyri einum góðum vali við at útvega tær álítandi og holla vitan um eina útbúgving. - Byrja við at fáa tær yvirskipaða vitan útbúgvingarnar. Til dømis á www. setur, www.ug.dk, www.ansa.no og annars heimasíðunum hjá ymsu universitetunum. Gev tær góða tíð, og les væl og virðiliga um útbúgvingarnar.  Les greinarnar meira enn eina ferð. - Vel tínar yndisútbúgvingar og vitja heimasíðurnar hjá útbúgvingunum. Ver nærlagdur, les, hygg t.d. at filmum og øðrum tilfari frá staðnum. - Ger tær ætlanir um at vitja útbúgvingarstaðið – antin við at kanna møguleikarnar fyri; opnum húsi, lestrarvegleiðing, lesandi í ein dag og tílíkum. - Hvat veitst tú um útbúgvingina? Og hvat kundi tú hugsað tær at vita? - Skal útbúgvingin vera stutt ella long, praktisk eller teoretisk? - Fyri at fáa eitt ávíst starv, mást tú so duga ávís ting? - Hugsa um alternativar møguleikar? Hugsa um plan B, C og D. Tak tínar upplivingar heimvið og lat tær seta seg. Hvat vilt tú? Nú skalt tú avmarka møguleikarnar og hugsava teg um at velja. Tá tú stendur seinast í eini valtilgongd, kanst tú tíðum kenna fleiri stúranir enn vant. Hetta hongur saman við týdninginum, sum eitt val kann hava fyri teg. Hvat sigur tín búkkensla? Tað er ikki óvanligt at stúra fyri tínum vali. Ivi, ótti fyri avleiðingar av tínum vali, fjáltur um ikki at megna valið og so framvegis hoyra til at taka eitt avgerandi val. Jú betri tú fyrireikar teg til at velja, tess betri er grundarlagið fyri tínum vali. Tey flestu uppliva ikki at stúranirnar hvørva, men tað er lættari at standa ímóti teimum, tá mann hevur fyrireikað valið væl. Hvat talar mest til tín? Hvat kemur tær alla tíðina til hugs? Hvat er tað sum ger, at akkurát hetta fyllir nógv hjá tær? Og hvat sigur búkkenslan hjá tær? Øll val kunnu ikki takast við støði í búkkenslum, men tær komu ikki av ongum. Raðfest útbúgvingarnar? Hvørjar útbúgvingar lúka best tíni krøv og væntanir? Nú ert tú til reiðar at velja eina útbúgving. Tá tú hevur tikið eina avgerð og raðfestingar eru komnar uppá pláss, ert tú til reiðar at søkja. Tú ert ALTÍÐ vælkomin at fáa eitt prát við ein lestrarvegleiðara, uttan mun til, hvar tú ert í valtilgongdini. Kelda: https://www.ug.dk/studievalg/ studievalgoestjylland/valgprocessen Tilgongdin til at velja eina útbúgving