Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. oktober 2014 · Nr. 112 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórbjørn Jacobsen havnarmeistari, Runavíkar havn “Men so fingu teir tríggir Magn­us Ras­mus­sen, Arn­ finn Lang­gaard og Tór­bjørn Jac­ob­sen eisini end­ur­gold­ ið tveir døg­verðar. Teir ótu m.a. humm­ar­ar og lamba­ kote­lett­ir á matstovuni MASH í Kastrup floghavn, tann rokn­ingin var góðar 1.400 krón­ur, og í Stavanger fóru teir tríggir eisini út at eta fínt á La Plaza fyri 3.700 krón­ur.” Umframt tøl fyri gist­ing, flogferðir, bás­lut­tøku og mót­tøku var hetta brotið ein part­ur av tíð­ind­un­um í tveim­um syftum seinra­part­ in sunnu­dagin. Søgan snúði seg um kommunalu lut­tøk­ una á olju­stevnuni ONS2014 í Stavan­ger í døgunum 25. – 28. august. Tað er skilagott av Út­ varp­in­um at kanna eftir, hvussu peningurin hjá skatta­borg­ar­un­um verður brúkt­ur, ongin ivi um tað, men tá skal serveringin av tøl­um og umstøðum helst vera eftirfarandi, og tað var hon ikki í øllum førum í tíð­ inda­send­ing­unum ígjár. Runavíkar havn hev­ur hýst einastu olju­veit­ing­ar­ havn­ini øll árini síðani farið var undir at royndarbora eft­ir steinrunnum evnum í før­oyskum øki og hevur nú í hálvanannan mánað hýst fyrsta boripallinum, sum er komin til Føroyar í um­væl­ ing­ar­ør­ind­um. Tí ligg­ur tað til høgra­bein­ið, at um­boð fyri Runa­vík­ar havn/­komm­unu vitja á olju­stevn­um sum hes­ ari. Tað hevði verið rættiliga bak­vent, um vit valdu júst hetta slagið av stevnu frá, tá avleidda virksemi av bor­ing­ un­um hevur verið so týð­andi í gerandisdegnum hesi árini, eisini sum inn­tøku­grund­ar­ lag hjá Runavíkar havn og øk­inum sum heild, orsakað av kring­virkn­að­in­um sum slíkt virk­semi altíð kastar frá sær. Vit ætla okkum eisini fram­hald­andi at vera partur av olju­virk­seminum, sum fer at koma í ókomnum døgum, tí hava vit hesi árini verið part­ur av føroyska básinum og føroysku móttøkuni í Stavan­ger. Sum heild snúði søg­an hjá Finni Koba og Út­varp­inum seg annars um flog­ferðir, hýruvognar, marg­læt­is­gist­ingar o.s.fr. Tað kemur ikki mær við, hvussu onnur agera í slíkum før­um, men eg skal bara stað­ festa at havnarmeistarin við Runa­víkar havn, Tórbjørn Jac­ob­sen, búði í einum kam­ ari við nátthúsi hesar dag­ ar­nar, har ongin reiddi upp, ikki so frægt at eitt nýtt hand­klæði var borið inn, tá man royndi at snolla seg upp til stevnumorgnarnar. Tað er praktiskt at búgva í mið­bý­num í Stavanger hes­ar dag­arnar. Ein shuttle-buss­ ur koyr­ir støðugt til og frá stevn­uni all­an dagin, og tað er ókeyp­is flutningur, ser­ liga í mun til ovurdýru hýru­ vogn­ar­nar í hesum dýra olju­ býi í Noregi, ið mega brúk­ast býrt tú í útriðjuni av bý­num. Og so aftur til byrjanina av hesi rætting. Sambært fíggj­ar­leið­ar­anum hjá Runa­ vík­ar kommunu hevur havn­ ar­meist­arin fingið 464 krón­ ur í dagpeningi hvønn sól­ar­ ring­in hesar dagarnar í havn­ ar­innar tænastu í Stavanger, til­samans 2.320 krónur til dag­anna uppihald. Annars skriv­ar hann í telduposti, at onki krav um endurgjald fyri út­reiðsl­ur annars er komið frá Tór­birni Jacobsen, og tað kem­ur heldur ongin umbøn um hetta. Havnarmeistarin hev­ur ongan bita etið á MASH-matstovuni í Kastrup tí­ans­heldur etið fínt á La Plaza í Stavanger, soleiðis sum Finnur Koba annars hev­ur billað øllum Føroya fólki inn, at hann gjørdi. Forrestin er støðan ann­ ars hon, at skatta­borgarin ikki betalir útreiðslurnar hjá Runa­vík­ar havn, tað gera inn­tøk­urnar frá góðu kund­ um okkara. Runavíkar havn er ein trivaligur netto­veit­ari av fíggjarfæi til væl­ferð­ar­ tænasturnar hjá Runa­vík­ar kommunu. Tí kend­ist hend­ an kobanska pamparasøgan so heilt og aldeilis absurd. ES: Havi heldur ikki havt stund­ir til at lurta eftir Út­ varp­in­um ídag, men skilji á lagn­um at Koba hevur spolað alla kykmyndina aftur á null mær viðvíkjandi. Tí leggi eg ikki leiðina framvið hjá fjøl­ miðla­kærunevndini á hesum sinni, soleiðis sum eg ætlaði ígjár­kvøldið. kjak Kobansku pampararnir Kristina Háfoss Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi Sitandi høgrastjórn tykist tí­ verri at hava gloymt part av fólkinum. Nú alheims fíggj­ar­ kreppan er við at hæsa av, og vit samstundis eru ríkað við stórum mongdum av uppi­ sjóv­ar­fiski og blóm­andi ali­ vinnu, má tíverri stað­fest­ast, at stórur partur av fólk­in­um í Før­oy­um als ikki fær lut í hesi fram­gongd. Hetta vilja vit broyta. Vit í Tjóð­veldi gera tí nú enn eina roynd at fáa Løg­ting­ið at taka undir við, at lætta um hjá teimum, ið hava størstan tørv á hesum. Vit leggja tí eina røð av upp­ skot­um fyri Løg­ting­ið. Nøk­ ur av hesum verða løgd fram saman við hin­um flokk­unum í and­støð­uni. Barnafamiljur størri barnafrádrátt Vit vilja tryggja barnafamilj­ um bestu umstøður í Føroy­ um. Vit vita, at júst tey ár­ ini, tá børn eru part­a­r av fam­ilj­uni, eru samstundis tey ár­ini, tá familjan hevur fíggj­ar­ligu mest trongu kor­ ini. Fyri at lætta um fíggj­ arliga, leggja fyri vit Løg­ tingið uppskot um, at hækka barnafrádráttin í lands­skat­ tinum úr 6.500 kr. árliga upp í 8.000 kr. árliga fyri hvørt barn­ið. Stakir uppihaldarar størri barnaískoyti Vit vilja, at stakir uppi­hald­ ar­ar fáa virðiligar fíggj­ar­ lig­ar umstøður. Tað er dýrt at búgva í Føroyum. Sjálvt tá tvey eru til at rinda fyri húsarhaldið. Hjá støk­ um uppihaldarum gerst støðan enn truplari. Tað er tí neyðugt við fleiri átøk­um fyri at betra um um­støð­ur­ nar hjá hesum. Hetta kann eitt nú gerast við at hækka barna­ískoyt­ið. Vit leggja tí fyri Løg­ting­ið uppskot um, at hækka barnaískoytið til stak­ar uppihaldarar úr 544 kr. um mánaðin upp í 833 kr. um mánaðin fyri hvørt barn­ið. Kommunurnar fáa fígging til at lækka skattin Vit vilja lata kommununum fígg­ing, so hesar kunnu velja at lækka skattin – serliga fyri lág- og miðallønt. Í dag fær land­ið 100% av teimum inn­ tøk­um, ið alivinnan rindar í til­feing­is­gjaldi. Hetta hendir hó­ast tað fyrst og fremst eru kommunurnar, ið skapa neyð­ugu karmarnar fyri ali­ vinn­una kring landið. Vit fara tí, at leggja fyri Løg­ting­ ið uppskot um, at komm­un­ ur­nar fáa 50% av teim­u­m inn­tøkum, ið ali­vinn­an rind­ ar í til­feing­is­gjaldi til landið í dag. Hes­ar inntøkur kunnu komm­un­ur­nar, eitt nú nýta til, at hækka kommunala botn­frá­drátt­in fyri soleiðis at lætta um serliga hjá lág- og mið­al­lønt­um. Lækka livikostnað Vit vilja, at kostnaðarstøðið í Føroyum skal lækka, so øll hava ráð og møguleika til, at skapa eina góða tilveru í Føroyum. Í dag eru eitt nú gerandis matvørur og bú­ stað­ur dýr. Hetta er eitt nú tí vit hava høg avgjøld á øllum vør­um, og eisini eru tey, ið leiga bústað verri fyri enn tey, ið eiga. Tí í dag fáa tey, ið eiga bústað rentustuðul frá land­in­um. Leigar tú bústað, fært tú ongan stuðul. Hetta eru millum viðurskiftini, ið vit eiga at viðgera nærri fyri at taka ítøkilig stig at lækka livi­kostnaðin. Hækka pensjón til tey, ið bert hava fólka­pensjón og Sam­halds­fasta Vit vilja tryggja øllum okkara eldru eina góða fólkapen­ sjón. Um 4.500 før­oy­ing­ar hava í dag bert fólkapensjón og sam­halds­fasta at liva av. Hetta gev­ur sera trong fíggj­ar­lig kor. Hetta vilja vit broyta. Vit leggja tí fyri Løg­ting­ið lógaruppskot um, at hækka fólkapensjónina, til teir pensjónistar, ið bert hava fólkapensjón og Sam­ halds­fasta at liva av. Pensjónsskatturin lækkast Vit vilja at pensjónsskatturin lækk­ar, so hesin ongantíð gerst hægri enn vanligi løn­ ar­skatturin, og so at rindað verð­ur eftir føri­muni. Sam­ gong­an framdi eina søgu­ liga stóra pen­sjóns­skatta­ hækk­ing tá farið varð frá at skatta van­liga pensjón (lívrentu- og ratu­pen­sjón) pro­gress­ivt við botn­frá­drátti (sum løn), til eina flat­skatta­ skip­an við 40% flat­skatti frá fyrstu krónu. Tá um­ræð­ur kapitalpensjón varð farið frá 35% upp í 40% í pensjóns­ skatti. Hetta hevur ser­liga rakt tey við lágum pen­sjón­ um hart. Útrokning­ar vísa, at fyri ein per­són við miðal arb­eið­ara­inn­tøku hækkaði samgongan pen­sjóns­skattin (umrokn­að til flat­skatt frá fyrstu krónu) úr um 27% upp í 40%. Hetta vilja vit broyta. Vit hava tí lagt fyri Løg­ ting­ið upp­skot um, at lækka og umskipa pensjónsskatt- in. Javnari býti tryggjar størri virðisskapan Vit eru millum heimsins rík­astu lond. Málið er, at fáa sum mest vælferð fyri tey ovurstóru virðir, ið vit hava í landinum. Ein av mest týðandi liðunum í, at fáa sum mest virðisskapan og vælferð fyri tey virðir, ið vit hava í samfelagnum er, at tryggja eitt javnt býti av lands­ins virðum. Her hevur samgongan valt at ganga beint øv­ugt. Tí sam­gong­an hevur framt ein poli­tikk, ið hevur gjørt, at al­ samt færri, eiga alsamt størri part av lands­ins virðum. Hetta vilja vit í Tjóðveldi broyta. Tí leggja vit uppskot fyri á Løg­tingi, ið vilja minka um ójavn­an, og tryggja, at tey virð­ir, ið vit øll eiga, í nógv størri mun koma øllum til góð­ar. Hetta vil verða til fyri­ muns fyri Føroyar og øll okk­ um, ið her búgva og liva. Øll skulu hava lut í okkara felags virðum