Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2014síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 3. oktober 2014 · Nr. 112 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Vælferðin hevur stert Rigmor Dam Javnaðarflokkurin Hóast vit eru so ófatiliga rík sum land og fólk, so kemur okkara ríki­dømið ikki øll­um til góðar – so langt ífrá. Forvaltning, fordeiling og for­edl­ing eru fremmandaorð í huga­heimi teirra ráðandi í fiskivinnuni. Hend­an høv­ uðs­vinnan, sum Fólka­flokk­ urin hevur umsitið í sløk 20 ár. Vit skovla hundraðtals milli­ónir niður í fóðrið hjá fáum útvaldum, sum so kunnu forvalta tilfeingið, sum teimum lystir. Av tí at ongin kapping er, kunnu tey í prinsippinum hand­fara okkara gull sum grót. Í berum grammleika eftir løtu­vinn­ingi eru grunnarnir grópaðir upp, so teir standa gapandi tómir og gálva - eftir okkum og okkara efti­r­ komarum. Rættindi verða latin fá­ um til­vildarliga útvald­um, og verða seld við millióna­vinn­ ingi. Peningur, sum kundi komið landi og fólki til góðar, um rættindini vórðu seld á uppboði av fyrstani tíð. Útlendingar eiga í veru­ leikanum meginpartin av okk­ara vinnu, væl stuðlaðir av føroyskum millum­monn­ um, sum leggja navn, rygg og æru til. Og tey siga, at pengarnir hava tað best í vinnuni. Ja, tá vinnan hev­ur fortjent pengarnar, liggja teir best har. Men ikki við at fáa til­feing­ ið fyri onki, tí hví so kappast og virðisøkja? Ella við at taka pengarnar úr vinn­uni, sum vit ofta uppliva í løtuni. Ella við at vera strámenn fyri út­lendingar. Ella við at ovurfiska grunn­arnar. Bara við fríari kapping fara tey dugnaligastu, djarv­ astu og mest dynamisku at leggja alla orku í at virðisøkja tilfeingið, so vit fáa fram tað veruliga virðið fyri okkara allra reyðagull. So land og fólk fær ágóðan av tí ríkidømi, sum okkum er latið upp í hendi. Við fríari kapping kunnu øll bjóða inn, sum meta seg kunna fáa rakstur í virksemið, og prísurin verður tá ásettur av vinnuni sjálvari - í harðari kapping um loyvir, kvotir og rávøru. Skal tað vera marknaðar­ kreftir, so lat tað vera markn­ aðarkreftir. Men teir sokallaðu libe­ ralu flokkarnir, Fólka­flokk­ urin og partar av Sam­band­ in­um, ynskja ikki, at fríu mark­naðarkrefturnar skulu ráða. Tey ynskja ikki fría kapp­ing. Og fær landið ikki tær inntøkur, sum kundu givið meira vælferð; sum kundu útruddað fátækradømi mill­um børn og trongjandi, lækkað skattin hjá teimum eftirhondini fáu, sum eru við til at lyfta, og lokkað úti­setar heim aftur. Og har standa vit í dag. Men vón­andi ikki um eitt ár. Tí vælferðin hevur stert. Stavanger à la carte Heðin Mortensen borgarstjóri   Veit ikki, um øll hava fing­ið tað við, men nakrar komm­ un­ur í Føroyum hava júst ver­ið á oljuráðstevnu. Sta­ vang­er er miðstøð fyri norsku oljuframleiðsluni í Norð­sjónum og Norska­havn­ inum. Býurin varð til­nevnd­ur evropiskur mentanar­høvuðs­ staður í 2008, er kendur sum eitt av heimsins dýrastu ferða­málum, men økið, sum skjótt umfatar 300 túsund fólk, er eisini alheimskent fyri spennandi útbúgvingar í hópa­tali innan oljuvirksemið. Hesum njóta m.o. føroyingar væl av. Tórshavn hevur vinar­ býar­avtalur við bæði Aber­ deen, Esbjerg og Stavanger. Men Tórshavn er kortini ikki, eins og Aberdeen, Es­ bjerg og Stavanger, olju­høv­ uðs­staður. Tórshavn hev­ ur heldur ikki gjørt stór­ar íløg­ur í eina oljuhavn ella oljuútgerðarhavn. Hin­vegin hevur Tórshavn í mong ár ynskt at byggja upp eina tænastuvinnu, sum olju­ fyritøkur hava og fara at hava tørv á. Nátúrliga leita olju­feløg og onnur í olju­ vinnuni til høvuðsstaðin við umsiting síni. Høvuðsstaðurin er og skal verða enn meira tilreið­ar at veita tænastur, sum olju­ vinnan hevur tørv á. Vit fylgja tí væl við og brynja okkum út til oljuna. Eisini tá tað kemur til tænastur á havnaøkinum, manningarskifti, catering, av- og uppskipan osfr. Tá vit í dag og komandi árini fremja útbyggingar á havnaøkinum er sjálvsagt, at vit ikki bara hugsa um farm og ferða­ vinnu, men eisini hugsa um virksemi á oljuøkinum. Samstarv um oljuvinnuna Menningin av tænastu­virk­ seminum í høvuðsstaðnum verður gjørd í góðum sam­ starvi við onnur. Oljuút­ gerð­arhavnin er í dag á Skálafjørðinum, men har­fyri eigur einki at vera til hind­urs fyri, at aðrar havnir í land­ inum so sum Tórs­havn, Vágur og Tvøroyri eftir førimuni eisini kunnu brúkast til at veita oljuvinnuni ymsar aðr­ ar tænastur. Hóast vit enn ikki hava funnið olju, so arbeiða hundrað­tals føroyingar bein­leiðis í oljuvinnu, aðrir í tænastuvinnu hjá oljuvinn­ uni. Ein hópur av føroyingum hevur sum orsøk av góða samstarvinum við Stavanger fingið útbúgvingar, sum eru eftirspurdar uttanlands og vónandi koma okkum væl við í framtíðini. Millum annað tí er tað týdningarmikið, at vit vísa okkum fram á slíkum stað, hóast vit enn ikki hava funnið olju í rakstrarverdum nøgdum. Vit mugu vera við á oljuráðstevnum fyri at skapa sombond og fyri at læra. Tað er umráðandi at fáa gott samstarv og finna fram til, hvat vit kunnu og eiga at gera, nú oljuvinnan er ávegis og fyllir meira og meira í okkara gerandisdegi. Runavíkar kommuna hev­ur t.d. arbeitt hart sein­ astu 15 árini at rudda slóð fyri vinnumenning innan olju­økið. Og eingin má billa sær inn, at tað er av tilvild, at ein av heimsins størstu boripallum júst er um­væld­ ur inni á fjørðinum og hevur givið arbeiði til nær­um allar vinnugreinir í økinum. Hetta er úrslit av góð­um lobbyarbeiði - m.a. á olju­ráð­ stevnu í Stavanger.   Føroyski básurin Hevur tú eina tænastu ella vøru at selja, so mást tú lýsa hana til sølu. Og tað er tað, vit gera. Lítið nyttar at hava umstøður og møguleikar, um eingin veit av tí. Føroyski básurin og alt fø­ royska virksemið í Sta­vanger seinastu mongu árini er vorðið ein sjálv­sagdur partur av ONS. Vit bjóða okkum fram og vísa samstundis okk­ara mentan. Móttøkan um­borð á Westward Ho er eitt upplivilsi, sum reglu­ liga hevur verið vitjað av fjølmiðlum, altjóða olju­ feløgum, veitingar­feløgum, borgarstjórum, ráðharrum og kongahúsinum. Hetta hev­ur havt stóran týdning fyri umrøðu og sambond. Føroyska tjaldið á bryggj­ uni í Vågen er samstundis eitt mittpunkt í tí spennandi lobbyvirksemi, ið fer fram, tá umboð fyri føroyska vinnu­ lívið og kommunurnar hitta umboð fyri altjóða fyritøkur og stovnar, sum vísa Føroyum og føroyingum áhuga. Nýggj sambond verða áhaldandi knýtt. Við at gera tað á júst hendan hátt fáa vit sett ljós á bæði føroyska mentan, mat­mentan og vinnu. Vit eru sjónlig, fólk spyrja eftir okkum – tí okkara konsept er øðrvísi og supplerar sera væl tað, sum almennu Føroyar hava á messuplássinum. Tí vil vinnulívið stuðla tiltakinum so væl, sum tey gera. Og vit eru ikki hvørji sum helst í Stavanger. Góða vinarbýarsamstarvið tryggj­ ar okkum framum so mong onnur, at vit hvørja ferð eru á fyrstu parkett, bæði við sluppini og tjaldinum. Tað slepst ikki uttanum okkum. Vit fáa nógvan stuðul frá vinnu­lívinum, tí fyritøkurnar hava góða nyttu av teimum kørmum, ið seinastu 10 árini eru skaptir og mentir á havna­økinum niðri í Vågen. Og tí er tað heldur ikki av tilvild, at okkara Statoilstjóri og fyrrverandi borgarstjórin í Stavanger, Leif Johan Sev­ land, sum nú er leiðari fyri ONS, brúka stóran part av tíð síni á føroyska básinum. Hetta er miðdepilin, har vinn­ an savnast. Sløk 92.000 fólk úr 39 londum vitjaðu ONS. Millum 1392 framsýnarar høvdu vit enn einaferð tann frmíhjárætt at liggja mitt fyri!  A la carte Eg ivist í, um Føroya fólk hev­ur serligan áhuga í, hvar vit gistu og hvat vit fingu til døgverða. Meira áhuga­ vert er, at vit t.d. fingu sýnt fram ein áhugaverdan part av føroyskari tónleika- og mat­mentan. Tað kundi bliv­ ið eitt áhugavert inn­slag í útvarpinum um marknaðar­ føring av føroyskum mati og drykkjuvørum uttanlands - tað kundi eisini hent, at Hallur og Kristina ella Jens Marni høvdu onkra positiva søgu at siga frá. Tað kundi eisini verið áhugavert at hoyrt frá føroysku vinnu­ fyri­tøkunum, hvat tær fáa burtur úr, at Tórshavnar og Runa­víkar kommunur gera hetta átakið á bryggjuni í Vågen annað hvørt ár, tá ONs er.  Annars er tað soleiðis, at tá oljuráðstevnan er liðug, so bíleggja vit longu pláss til næstu stevnu. Vit koma við í eina kvotaskipan, har vit m.a. fáa útvegað búpláss næstu ferð. Tað er ikki altíð so fínt - vit hava upplivað, at kommunal umboð hava sovið í barnakømurum í út­leig­aðum privathúsum, langt uttanfyri býin ella um­borð á einari gamlari fergu. Og hýruvognar kosta vitu­liga nógv í Stavanger. Síggi á heimasíðuni hjá ONS, at hýruvognsfeløgini í Stavanger koyrdu 60.000 túrar undir ráðstevnuni! Tórshavnar kommuna sendi ikki 21 fólk avstað held­ur. Flestu av hesum vóru starvsfólk í tjaldinum og tónleikarar, og talan var altso um eitt felagsátak, ikki eina soloframførslu hjá Tórs­ havnar kommunu. Og til seinast: Átakið kos­ taði ikki Tórshavnar komm­ unu 580.000 krónur, sum KvF áhaldandi og ferð eftir ferð hevur sagt Føroya fólki. Talan var um eitt felagsátak, sum varð væl stuðlað av vinnuni og kommununum, so okkara eginfígging var einans 214.000 krónur. Fáur lýgur meira enn helvtina, sigst. Men tað eydnaðist so hesaferð. Ímyndingarevnini munnu vera ótrúliga vánalig, tá tað er meiri áhugavert, um Tobbi hevur etið hummara ella ikki, heldur enn at tosa við vinnulívsumboðini um, hvat nýtt, gott og spennandi kom og kann koma burturúr oljuráðstevnuni. Kommunan er bara millumlið her, tí vit vilja stuðla og vinnupolitiskt skapa karmar, ið skapa ar­ beiði og inntøkur. Vit verða heilt vist við á ONS næstu ferð - við tí vinnuliga áhuga og tí po­ten­ tiali, ið liggur í hesum, er alt annað óhugsandi.