Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-02, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. oktober 2014 · Nr. 112 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur H E S A V I K U N A 3 Teitur M. Gestsson Tað eru boð eftir honum nakrar ferðir, og hann fær einki gjørt við málið hjá Víkingi. Eitt miðal avrik. 3 Jógvan Rói Davidsen Lítið sjónligur í fyrra hálvleiki, men royndi seg meiri í seinna hálvleiki. Samanspælið millum hann og Jóan Símun kastaði lítið av sær. 3 Rógvi S. Holm Hevði nøkunlunda tamarhald á Finni Justinussen, men tókist leggja meiri í tvídystin við hann enn at spæla bólt. 3 Jóhan Troest Davidsen (Út 70.min) Spældi ein miðal dystin ella beint yvir tað, men telur niður at hann royndi at skora við hondini í seinna hálvleiki. Breyt sær hondina og er ikki við landsliðnum. 4 Alex José dos Santos Var sjónligur í bæði framrættaða og verjukend spælinum. Ein av betru dystunum hjá vintrabakkinum. 2 Heini Vatnsdal Bleiv uttikin á landsliðið, men tað var ikki orsaka av avrikinum mikukvøldið. Hevur ikki somu gjøgnumbrotsstyrki og yvirskot sum í fjør. Dominerar ikki dystir longur. 3 Fróði Benjaminsen Liðskiparin var í nógvum tvídystum, men við bóltinum gekk tað ikki eins væl. Tá hann fekk møguleikan frammanfyri málinum rakti hann ikki. 5 Kristin R. Mouritsen Var greitt besti spælarin hjá HB. Søkti møguleikarnar og órógvaði Víking við sínum renningum. Skoraði eitt framúr mál og fekk brotssparkið, sum tó er ivasamt. 2 Jóan Símun Edmundsson Fekk lítið og einki burturúr. Samansetingin í álopinum gagnar honum ikki, men hann søkir tað heldur ikki. Væl undir miðal avrik. 3 Levi Hanssen (Út 67.min) Arbeiðir hart á vonginum, men tað kemur ov lítið burturúr í tí framrættaða spælinum. Bakkarnir yvirlappa ikki og vengirnir hava ikki ferð nokk til at skapa tað sjálvir. 2 Andrew av Fløtum (Út 67.min) Fekk lítið og einki burturúr, men orsøkin skal eisini finnast í at hinir í fremstu rekkju ikki stuðla spælistílinum hjá Andrew. 4 Pál M. Joensen (67.min) Gjørdi mun, tá hann kom inn. Bjóðaði av og gav eitt sindur av “go” í spælið hjá HB. Eitt fínt innhopp. 3 René S. Joensen (67.min) Gjørdi ikki líka stóran mun sum Pál, men gav eisini “go” í til spælið hjá HB. Annars tykist René hava rent seg fastan í HB. 3 Tróndur Joensen (70.min) Hevur ikki sligið til í ár, men hevur eginleikarnar, sum HB manglar á miðvøllinum. Er ein spælfordeilari og tað broytti dystin nakað, tá hann kom inn. spælarameting Tróndur Arge - Gundadalur Tá dómarin bríkslar fyri seinastu ferð í Gundadali er myrkt. HB hevur vunnið á Víkingi, sum ikki hevur tapt síðani 25. mei. Tað skuldi verið eitt gott høvið til at fegnast um ein góðan sigur á liðnum, sum knógvaði júst HB í steypafinaluni. Tað var tað tó ikki. – Tú, hvat er støðan í Fuglafirði? Spurningurin kom fleiri frá spentum HB viðhalds­ fólkum, sum høvdu hoyrt, at ÍF var á odda 1-0 móti B36. Stadium speakarin hjá HB í Gundadali hevði fingið boð um, at einki úrslit skuldi varp­ast út yvir Gundadal í leypi av dystinum. Hetta eftir boðum frá venjaranum. Tað sigur eisini eitt sindur um hvussu spent støðan er í FM stríðnum. Tá dómarin bríkslaði fyri sein­astu ferð mundu spæl­ararnir hjá HB vita, at grann­arnir úr B36 høvdu greitt sín setning. Tað tóktist hvørtfall so á reaktiónini hjá spælaranum. HB trýr upp á møguleikan – Vit trúgva upp á, at B36 kann missa stig og so kunnu vit avgera tað í seinasta um­ fari. Tað mugu vit trúgva, sigur Kristin R. Mouritsen, sum var dagsins maður í Gunda­dali mikukvøldið. HB er fýra stig aftanfyri B36 nú tað resta trý umfør í av Effo-deildini. Liðini hitt­ ast í seinasta umfari, men um HB skal hava nakran møgu­leika at innheita B36 í sein­asta dystinum, so má HB vinna sínar dystir, meðan B36 setur stig til í minst ein­ um av teimum báðum dyst­ unum. – Nú mugu vit bara vinna okk­ara dystir, staðfestur Kristin R. Mouritsen. Skræpa! Liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen, var í øðini eftir dystin. Hann var dømdur fyri at gera brotsspark móti Kristini, men tað var hann ikki samdur í. – Dómarin letur seg snýta av at Kristin tveitur seg og letur beinini hanga, sigur Atli og tað verður eisini undir­bygt av sjón­banda­ mynd­unum hjá Kring­varps­ sending­ini 3-2. 1 Vánaligt avrik 2 Undir miðal avrik 3 Miðal avrik 4 Yvir miðal avrik 5 Gott avrik 6 Avbera gott avrik (1-0) 2-1 1-0: Kristin R. Mouritsen 53. 1-1: Finnur Justinussen 55. 2-1: Fróði Benjaminsen br 70. Dómari: Eiler Rasmussen Jóhan brotið hondina HB miðverjin, Jóhan Troest Davidsen, hevur brotið hondina og hevur givið avboð til landsliðið. Hann bleiv útskiftur aftaná 70 minuttir og spælir nokk ikki aftur fyribils. Í hansara stað er komin Heini Vatnsdal. Kristin Restorff Mouritsen var høvðusmaðurin aftanfyri sigurin á Víkingi. HB var trýst at vinna, eftir at B36 ein hálvan tíma frammanundan hevði vunnið í Fuglafirði. Avgerandi málið kom eftir umstrídd brotsspark í FM vónini Rúni Klein Joensen Víkinga-fjeppari Fótbóltur er nakađ fantastisk og Gunnar var ein sum ríkađi okkum viđhaldsfólk viđ sínum fantastisku evnum sum leikari. Tit nærmastu eru í okkara tonkum og má harrin styrkja tykkum. Hvíl í friđi Gunnar Zachariassen. Dysturin í dag var eins spennandi sum vóna, men HB hevđi meira at spæla fyri og tí vunnu teir 2-1. Men vit kundu akkarát tađ sama vunni um vit vóru neyvari. Dómarin var tíverri avger­andi,men tađ kundi eisini verđa straffi um kontakt hevđi veriđ. Vit mistu møguleikan til 2 plássi og mugu nú halda 3 plássi. WLYV fjeppara sms Dagsins maður í Gundadali: Kristin heldur lív 1 til 6