Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-02, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2014síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Fríggjadagur 3. oktober 2014 · Nr. 112 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Tað er deiligt og frískandi, at menn framvegis tora at hava eina meining og ikki minst siga hana. Rotnar standard samrøður fylla ov nógv í dag Dysturin mikukvøldið verið byrjaður í seinasta lagi klokkan 17. Tað var ov myrkt seinastu løtuna í Gundadali. Sølvi og Atli á landsliðið Eftir dystin boðaði Lars Olsen frá, at Sølvi Vatnhamar og Atli Gregersen eru úttiknir til landsliðið, sum skal spæla móti Norðurírlandi og Ungarn í næstum. Sostatt hevur Víkingur nú fýra spælarar á landsliðnum. – Eg vil ikki siga, at eg lati beinini hanga. Tað er brots­spark, svarar Kristin R. Mouritsen. Serliga er Atli Gregersen óður um vantandi dómara­ linjuna í dystinum. – Tað verða gjørdi eini 25 fríspørk í fyrra hálvleiki, men einki gult. So fær Heini Vatnsdal(HB) eitt gult kort, sum er í ordan. Men so fær Hans Jørgen Djurhuus gult kort beint aftaná fyri at skumpa ein mann í ryggin, so mugu vit taka hann út í hálvleikinum. Tað er fult­ komiliga láturligt, sigur Atli argur á málinum og heldur fram. – Um tað er brotsspark til HB, hví fái eg so ikki mítt seinna gula. Tað er tí at hann veit ikki um tað er brotsspark ella ikki, og tí torur hann ikki at koyra meg út, sigur Atli Gregersen óður á málinum. Atli Gregersen fekk tók góð boð aftaná dystin í Gundadali, tí hann er úttikin til landsliðið, sum skal spæla móti Norðurírlandi og Ungarn í næstum. Tannleyst HB spæl Í fyrra hálvleiki sóu vit eitt HB lið, sum ikki megnar at skapa tað stóra. Avgerðin at hava Levi Hanssen og Jóan Símun Edmundsson á vengrunum og Andrew av Fløtum fremst riggaði illa. Tað var sjáldan at teir fingu skapt nakað, sum minnir um góðar møguleikar. Tá riggaði betri í seinna hálvleiki, tá Pál M. Joensen og René S. Joensen komu inn, men tá loysnaði eisini í verjuni hjá Víkingi. Hóast HB bara er fýra stig frá B36, so tykist tað sum at Heðin Askham ikki hevur funnið røttu samansetingina á HB liðnum. Tað riggar mill­ um annað illa við Andrew og Jóan Símuni samstundis á vøllinum. Hetta sást serliga í fyrra hálvleiki, meðan Vikingarnir spældu beinleiðis fótbólt og komu til onkrar málroyndir. Kristin dagsins spælari Munurin á liðnum hendan dagin var Kristin R. Mouritsen. Serliga í seinna hálv­leiki kom ferð á unga mann­in, sum bjóðaði Víkingi av. Hann legði HB á odda sjey minuttir inn í seinna hálvleiki við framúr málið, tá hann lyfti bóltin í handara málhorn. Bara tveir min­ uttir seinni javnaði Finnur Justinussen, eftir gott upp­ spæl, sum Finnur byrjaði sjálvur. Avgerandi løtan kom, tá Atli Gregersen tveitti seg í takling og gjørdi brotsspark móti Kristini R. Mouritsen. Fróði Benjaminsen um­ setti til mál og heldur lív í FM vónini hjá HB. trondur@sosialurin.fo 3 Geza Turi Verður ikki tvingaður í teir heilt nógvu aktiónirnar og tí blívur avrikið hareftir. Kundi einki gera við málini. 3 Bárður Hansen Hevur fyrr verið meiri eyðsýndir, men er partur av skjóta álopsspælinum hjá Víkingi, hóast hann spælir á høgra bakki. Santos hevði gott tak á høgru síðu hjá Víkingi. 4 Atli Gregersen Hevur at kalla fult tamarhald á álopinum hjá HB, sum er tannleyst serliga í fyrra hálvleiki. Fær gul fyri at brúka og ger seinni brotsspark, sum er sera ivasamt. Kundi verið útvístur, men verður eisini snýttur í støðuni. 3 Erling Jacobsen Ikki eins sannførandi avrik, sum vit plaga at síggja frá honum. Mundi komið í óføri onkrar ferðirnar, menn miðal avrik. 3 Hanus Jacobsen Miðal avrik á vinstra bakki. Minni sjónligur enn vanligt, men alt í alt var avrikið á góðari leið. 2 Hans Jørgen Djurhuus (Út 46.min) Spældi eina miðal dyst, men verður útskiftur longu í hálvleikinum við gulum korti. Harfrá kemur 2-talið. 3 Súni Olsen Tryggjar javnvágina á miðvøllinum hjá Víkingi við sínum gløgga høvdið og skilagóða spælið. Lars leingist eftir Súna, og tað sigur alt um evnini hjá miðvallaranum. 3 Hallur Hansson Tuskaði runt allan dystin. Nógvur roykur, meðan hesa ferð kom ikki so nógv burtur úr, sum tað hevur onkran av hinum dystunum. 3 Sølvi Vatnhamar Er nú á landsliðnum, men tað var ikki tí hann spældi framúr í Gundadali. Spældi á høgra vongi í fyrra hálvleiki og á miðvøllinum í seinna hálvleiki. 3 Filip Djordjevic (Út 73.min) Hevur ikki spælt væl í ár, og tað var aftur tilfeldið í Gundadali, men hesa ferð var talan hóast alt um miðal avrik. Hevur evnini til meir, men tykist onkursvega læstur spælinum. 4 Finnur Justinussen Skorar upp á møguleikan í seinna hálvleiki og arbeiðir sum altíð hart, men hevði tað torført móti HB verjuni. Tykist ikki vera í tonkunum hjá Lars Olsen. 3 Heðin Hansen (Inn 46.min) Legði upp til málið hjá Víkingi og gjørdi tað væl fyrstu løtuna, men megnaði ikki at halda støðið allan hálvleikin. 3 Andreas Lava Olsen (73.min) Fylti nógv, tá hann kom inn. Tað er torført at gera mun upp á eitt korter, so í alt var talan um eitt miðal innhopp. spælarameting Myndir: Álvur Haraldsen HB Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen ■ (Tróndur Jensen, 70.), Rógvi Holm, Alex José dos Santos – Levi Hanssen (René S. Joensen, 67.), Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal ■ – Jóan Símun Edmundsson, Andrew av Fløtum (Pál Mohr Joensen, 67.), Kristin R. Mouritsen ■ Víkingur Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen ■, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar ■, Hallur Hansson ■, Súni Olsen, Hans Jørgen Djurhuus ■ (Heðin Hansen, 46.) – Philip Djordjevic (Andreas Lava Olsen, 73.), Finnur Justinussen Kanska Atli stillar upp til løgtingsvali næstu ferð, ti hann spurdi Trónd hvussu nógva tið hann hevði SMS til 3. hálvleik Allan Enghamar HB-fjeppari Ein rótutur dystir, har fótbólturin vinnur til síðst. HB royndi at spæla, meðan Víkingur ikki vísti stórvegis áhuga í, at fáa nakað pasningsspæl ella flótandi álop at koyra. Vit spæla okkara kjans, men sær svart út. Gummibeinini hjá nábúgvunum síggja út til at hava fingið musklar aftur. Tú kláraði at geva bæði fótbólti og menniskjum kring teg nógv og nógv gott var í framtíð tíni - Hvíl í frið Gunnar Zachariasen! fjeppara sms 1 til 6