hósdagur 2. oktober 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. oktober 2014 · Nr. 112
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Jóannes Hansen
Tað var fult umfar í ikki
serliga
góðum
líkindum
mikukvøldið. Longu sunnu
dagin verður aftur fótbóltur
í bestu deildini á skránni. Tá
verður triði síðsta umfar,
og
úrslitini
undanfarnu
ferðirnar og skráin hesa
ferð
kundu
bent
á,
at
spenningurin í toppinum
verður varðveittur, inntil
sunnudagin 19. oktober, tá
ið næstsíðsta umfar verður
á skránni. At tað ikki verður
spælt
annað
vikuskifti
kemst av, at tað standa tveir
EM undankappingardystir
fyri
framman.
Føroyar
skulu spæla á útivølli ímóti
Norðurírlandi
leygardagin
11. oktober, og longu týsdagin
14. oktober er heimadystur
ímóti Ungarn á skránni.
Hesa ferð eru tvær upp
gerðir á skránni í høvuðs
staðnum, sum eru avgerandi
fyri gullvánirnar. B36 fær
vitjan av EB/Streymi, og HB
skal út á Argir. Skála fær
vitjan av B68. Felags fyri
hesi bæði liðini er, at tað
mikukvøldið varð greitt, at
tey næsta kappingarár skulu
spæla í næstbestu deildini.
Tá
ið
Víkingur
fær
vitjan av grannunum í ÍF
er tað æran, sum stendur
upp á spæl. Tað er greitt, at
Víkingur
vinnur
bronsu
krónurnar, og eftir tepra
heimatapið ímóti B36 miku
kvøldið er tað mest sum
greitt, at ÍF ikki røkkur euro
peiskum plássi. Fuglfirðingar
hava tó framvegis fimta
plássið og harvið ein heima
dyst eyka í 2015 at spæla um.
NSÍ og KÍ eru saman við
EB/Streymi við í sera tættari
kapping um fjórða plássið,
sum ber rættin til europeiska
luttøku við sær. Sunnudagin
hittast NSÍ og KÍ við Løkin í
Runavík.
HB eigur størstu
úrtøkuna í heyst
Eftir summarsteðg í ein
mánað var tað á ólavsøku,
at bólturin fór aftur á rull.
Støðutalvan
í
summar
steðginum líktist heilt nógv
soleiðis, sum hon sær út
eftir 24. umfar ella níggju
umfør seinni. Einasti munur
á røðini er tann, at NSÍ við
sigri
við
Margáir
miku
kvøldið loraði seg framum
EB/Streym. Tað er bara mál
munurin, sum ger hetta av.
Í summarsteðginum var
B36 sjey stig frammanfyri
HB. Nú er munurin millum
tvey tey fremstu fýra stig.
Í summarfrítíðini var tað
mangt, sum bendi á, at kapp
ingin fór at verða avgjørrd
longu
á
mikkjalsmessu,
sum var mánadagin í hesi
vikuni. Soleiðis varð tað
ikki. Fremsta orsøkin til tað
er, at HB, sum undan kapp
ingarbyrjan varð roknað at
vera besta boðið upp á at
vinna FM, hevur staðið seg
so væl. Vánaliga avrikið og
heimatapið ímóti AB og tapið
í Klaksvík eru orsøk til, at FM
lagnan ikki er í hondunum á
HB, og tað iðra teir svørtu
og reyðu seg sjálvandi nógv
yvir.
B36 hevur heldur ikki
síðani
summarsteðgin
verið at kimsa at. Tapini
við Margáir og á heimavølli
ímóti KÍ og Víkingi hava
kostað trý stig í kappingini
við HB, og framúr moralurin,
sum liðið hevur víst tvær tær
seinastu ferðirnar, tá ið tað
inntil seint í 2. hálvleiki ikki
stóð so væl til í ávikavíst
Runavík og í Fuglafirði,
inntil tað eydnaðist at venda
hóttandi tapum til teprar
sigrar, ber við sær, at tíggj
unda FM heitið er mest sum
komið upp undir land.
B36 skal siga
takk fyri seinast
B36 - EB/Str.
sunnudagin kl. 15.00
Tey í árstalsfelagnum vóru
lætt um hjartað og ógvuliga
fegin, tá ið Dagfinn Forná
bríkslaði fyri síðstu ferð í
Fuglafirði mikukvøldið. Tað
var ein lætti, at tað eydnaðist
at spæla dystin á tamb, tí
eina løtu í 1. hálvleiki var
tað grovur heglingsælingur,
meðan toran gekk. Og so var
tað sjálvandi stórur lætti, at
tað eydnaðist at venda 0-1 til
2-1 og harvið fulla úrtøku.
– Vit hava fleiri ferðir fyrr
í ár megnað at svara aftur,
eftir at vit hava ligið undir.
Tað er strevið, men tað er
sjálvandi gott, at vit megna
at svara aftur, staðfestir B36
venjarin Sámal Erik Hentze,
sum nú leggur ætlanir upp
undir EB/Streyma vitjanina.
3. august vitjaði B36 við
Margáir. Tað var í seytjanda
umfari. EB/Streymur vann
1-0, og tað var fyrsta ferðin
í ár, at B36 onga úrtøku
vann. Hørður Askham er
framvegis
leikbannaður,
og spurningurin er, um tað
verður neyðugt enn eina
ferð at umskipa í miðverjuni.
Odmar Færø noyddist av
vøllinum í Fuglafirði, tí hann
var skaðadarvaður. Ímóti
NSÍ loysti Símun Joensen
Fylg føroyska fótbóltinum á www.in.fo og Rás2
Úrtøkan síðani summarsteðgin
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
HB
9
7
0
2
20
4
16
21
2
B36
9
6
0
3
13
8
5
18
3
Víkingur
9
4
4
1
20
10
10
16
4
KÍ
9
3
4
1
10
7
3
13
5
NSÍ
9
4
1
4
16
18
-2
13
6
EB/Streymur
9
3
3
3
11
12
-1
12
7
AB
9
3
3
3
11
15
-4
12
8
ÍF
9
3
2
4
11
11
0
11
9
B68
9
2
1
6
5
19
-14
7
10 Skála
9
1
0
8
4
17
-13
3
HB heldur
fram at pressa
grannarnar
fótbóltur
At HB síðani summarsteðgin hevur verið besta liðið ber við sær, at spenningurin
um, hvat av feløgunum í Gundadali fer at vinna FM, heldur sær, samstundis
sum spenningurin um síðsta europeiska plássið er sera stórur
LIÐ TÍÐINDI
AB
B36
B68
EB/Streymur
HB
Ikki við: Sorin Anghel (Fóturin,
restina av árinum), Jógvan Skeel Nolsøe
(Vøddaskaði í lærinum, 1-2 vikur)
Ikki við: Hørður Askham (Leikbann)
Ikki við: Jann Ingi Petersen
(Liðbandsskaði, 3-4 vikur)
Ikki við: Símun Samuelsen
(Hælsinan, langtíðarskaddur),
Gunnar Haraldsen (Lærkrikin,
langtíðarskaddur), Christian R. Mouritsen
(Fóturin, langtíðarskaddur) og
Poul Ingason (Leikbann)