hósdagur 2. oktober 2014síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 3. oktober 2014 · Nr. 112
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
av í miðverjuni. Í Fuglafirði
varð Klæmint Matras flutt
ur aftur í miðverjuna og
Benjamin Heinesen settur
inn í miðverjuna, tá ið Odmar
fór av vøllinum.
EB/Streymur hevur fram
vegis fjórða plássið at spæla
um. Umstøðurnar eru øðrvísi
og lítið hugaligar, nú sorgin
rakti so meint. Rúni Nolsøe
hevur boðað frá, at hann
fer ikki at halda fram sum
venjari í felagnum. Síðsta
avbjóðingin hjá honum er
at lyfta spælararnar og liðið
aftur.
HB skal siga
takk fyri seinast
AB - HB
sunnudagin kl. 15.00
Á Argjum vóru teir lættir
um hjartað mikukvøldið, tá
ið 2-1 sigurin á Svangaskarði
var komin til høldar,og tá ið
tað harvið var greitt, at tað
eisini næsta kappingarár
verður Effo fótbóltur inni í
Vika.
– Vit eru nøgdir við avrik
ið, tá ið umstøðurnar verða
havdar í huga, og vit eru sera
væl nøgdir við úrslitið, er við
merkingin úr AB.
Tað telur eisini rætta
vegin, at Sorin Anghel tíggju
minuttir undan leikloki varð
skiftur inn ímóti B68. Hann
hevur verið burturi frá í fleiri
umfør orsaka av skaða.
Serliga í 2. hálvleiki vísti
HB góðan hugburð og gott
avrik ímóti Víkingi, sum
noyddist til hús aftur við 2-1
tapi.
– Vit eru sera fegnir um
sigurin. Hugburðurin var
góður eftir steðgin, vit ar
beiddu væl, og tað bar sigurin
við sær. Serliga hugaligt var
tað, at vit megnaðu at reisa
okkum, hóast teir beinan
vegin javnaðu. Vit hildu
høvdið kalt, og hetta var
uppiborið, staðfestir annar
av
HB
málskjúttunum
Kristin R. Mouritsen.
Hjá HB er stóri bletturin
á annars góðu avrikunum í
heyst, at tað longu 3. august
endaði við 2-1 tapi á heima
vølli ímóti AB. Jóhan Troest
Davidsen breyt mikukvøldið
armin. Tað ber við sær, at tað
verður neyðugt hjá Heðini
Askham at gera broytingar í
miðverjuni.
Lyklauppgerð
við Løkin
NSÍ - KÍ
sunnudagin kl. 15.00
EB/Streymur er framvegis
við í kappingini. Men tað
slepst ikki uttanum, at talan
er um sera avgerandi upp
gerð, tá ið NSÍ sunnudagin
fær vitjan av KÍ. Felags fyri
NSÍ og KÍ er, at tað í feløg
unum verður lagdur stórur
dentur á, at tað skal eydnast
at vinna liðið fram aftur í
europeiska luttøku.
Í báðum innanhýsis upp
gerðunum fyrr í ár endaði
tað javnt. Við Løkin var KÍ
greitt omaná, og tað sá út
til, at klaksvíkingar fóru at
vinna við fína málinum, sum
Henry Heinesen skoraði mið
skeiðis í 1. hálvleiki. Innskifti
Debes Danielsen javnaði við
síðsta sparkinum í dystinum!
Í Klaksvík endaði tað
2-2, og aftur ta ferðina misti
KÍ í síðstu løtu. Tá var tað
Christian Høgni Jacobsen,
sum tríggjar minuttir undan
leikloki javnaði.
Tað er lættari hjá NSÍ at
góðtaka javnleik enn hjá KÍ.
NSÍ er eitt stig og betri mál
mun frammanfyri KÍ.
Víkingarnir iðra seg
Víkingur - ÍF
sunnudagin klokkan 15.00
2-1 tapið í Gundadali miku
kvøldið ber við sær, at tað
endaliga
er
staðfest,
at
Víkingur ikki røkkur fínari
málmi enn bronsukrónunum
í landskappingini. Eftir at
hava vunnið tepran finalu
sigur á HB í steypakappingini
endaði tað hesa ferð við
teprum sigri til HB.
– At vit ikki vinna meiri
enn bronsu í landskapping
ini kemst av úrslitunum í
vár, tá ið vit aftur og aftur
vóru partur av javnleikum
og longu í fyrsta umfari
taptu á heimavølli ímóti AB,
staðfestir Víkinga liðformað
urin Atli Gregersen, sum er
illa nøgdur við uppgerðina í
Gundadali mikukvøldið.
Liðformaðurin finst eitt
nú at dómaralinjuni. Hans
Jørgen Djurhuus, sum er
týdningarmikil
miðvallari,
sá gult í 1. hálvleiki, og
Víkinga venjarin, Sigfríður
Clementsen,
kendi
seg
noyddan at skifta hann út
beinanvegin eftir steðgin.
Hans Jørgen er leikbannaður
ímóti ÍF.
Fuglafirðingar
vístu
góðan hugburð ímóti B36,
men tapið var stórt vónbrot:
– Vit mistu ivaleyst møgu
leikan at røkka europeiskum
atgongumerkjum.
Tað
harmast vit um, tí vit kendu
okkum at hava møguleikar
at vinna. Nú ræður um at
varðveita góða hugburðin,
sigur ÍF spælarin Dánjal á
Lakjuni.
At Víkingur ikki fram
vegis er við í FM kappingini
kemst eitt nú av úrslitunum
fyrr í ár ímóti ÍF. Í Sarpugerði
endaði tað 4. mai 1-1, og
4. august endaði tað 2-2 í
Fløtugerði.
Flyta niður saman
Skála - B68
sunnudagin kl. 15.00
Í fjør spældu Skála og B68
í næstbestu deildini, og tá
gekk tað so mikið væl, at
bæði liðini fluttu upp. Í ár
hava bæði liðini spælt í bestu
deildini, og tað hevur roynst
so mikið soltið, at bæði liðini
flyta niður aftur.
Sunnudagin hittast tey
á Skála. Tá ið tey spældu á
Svangaskarði var ðúrslitið
0-0, og á Skála vann heima
liðið 1-0.
Felags fyri bæði liðini
er, at tey hava verið meint
rakt av skaðum. Soleiðis er
tað framvegis. B68 liðfor
maðurin Jann Ingi Petersen
er ikki tøkur, og Skála lið
formaðurin
Pætur
Dam
Jacobsen hevur ikki verið
við seinastu ferðirnar. Eisini
hann er skaðaplágaður.
joannes@sosialurin.fo
ítróttur
VIT TIPPA
Tróndur Arge
tippar...
1: Heimasigur X: Javnleikur 2: Útisigur
Fótbóltsserfrøðingarnir hjá Miðlahúsinum tippa umførini í Effodeildini
Effodeildin støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
B36
24
17
4
3
48
22
+26
55
2
HB
24
15
6
3
51
18
+33
51
3
Víkingur
24
11
9
4
49
26
+23
42
4
NSÍ
24
10
4
10
47
37
+10
34
5
EB/Streymur
24
9
7
8
37
32
+5
34
6
KÍ
24
9
6
9
36
33
+3
33
7
ÍF
24
7
7
10
34
41
-7
28
8
AB
24
6
7
11
27
51
-24
25
9
B68
24
4
4
16
20
53
-33
16
10 Skála
24
2
6
16
13
49
-36
12
1 x 2
1 x 2
1 x 2
1 x 2
1 x 2
fótbóltur
Mynd: Álvur Haraldsen
ÍF
KÍ
NSÍ
Skála
Víkingur
Ikki við: Frank Poulsen
(Skurðviðgjørdur, 3-4 vikur),
Poul N. Mikkelsen (Lærkrikin,
ógreitt hvussu leingi), Ari Ellingsgaard
(Leikbann) og Heri Nesá (Burturstaddur)
Við aftur: Fritleif í Lambanum
Við aftur: Bárður Johnsson (Leikbann)
Ivasamt: Ísak Simonsen (Skaði)
Ikki við: Haraldur R. Højgaard
(Burturstaddur)
Ikki við: Poul N. Poulsen (Slitið kross
bandið), Jákup Jacobsen (Brotið østbeinið),
Teitur R. Joensen (Fluttur av landinum),
Pætur Dam Jacobsen (Skaddur)
og Høgni Midjord (Skaddur)
Ikki við: Dánial Pauli Lervig
(Skal undir skurð, úti restina av árinum)
og Hans Jørgen Djurhuus (Leikbann)