hósdagur 2. oktober 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 112 · 3. oktober 2014
2
VIKUSKIFTI
Tónleikur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Høgni Lisberg og bólkurin Ave, ið er
mannaður við Benjamin Petersen og
Petur Pólson, hava givið útgávur út
seinastu tíðina, og í heystfrítíðini sláa
teir seg saman til felags útgávukonsertir.
Onnur konsertin verður í Tøting í
Gøtu hóskvøldið 16. oktober, og hin
verður á Reinarínum í Havn fríggja
kvøldið 17. oktober.
Afturat hesum spæla teir eisini eina
intima konsert á nýggjum spælistaði
í Sandavági, ið kallast Loftagrund.
Hendan konsertin verður sunnukvøldið
19. oktober, tá ið heystferian endar, og
sagt verður, at hetta er konsert til tey
troyttu, tey hundasjúku og tey hugna
ligu.
Bólkarnir
Ave er nýtt samstarv millum tveir
tónleikarar, ið hava verið sjónligir á
føroyska tónleikapallinum í nógv ár.
Benjamin Petersen og Petur Pólson
hava skapt konseptið Ave, ið er bjóðar
nýggjan tónleik á føroyskum. Seinastu
vikurnar hava fólk ivaleyst hoyrt sangir
av hesari útgávuni á útvarpsrásunum
– eitt nú sangirnar Arr, ið hevur nógv
spældur, Oyðin og Øskuhav.
Høgni Lisberg, ið júst er fluttur
heim til Føroya at búgva, hevur latið
sættu soloútgávunum úr hondum. Út
gávan nevnist Call For A Revolution.
Fyrsta lagið, ið hevur verið í umferð,
er Back Against The Wall. Sagt verður
um hesa útávuna, at hon leitar aftur
til Haré Haré útgávuna, men er nakað
vaksnari, vísari og frekari.
Prioritera
Føroyar!
klumman
Í heystferiuni ber til at uppliva útgávukonsertir
við Høgna Lisberg og bólkinum Ave
Seinasta leygardag var ókeypis at koyra
ígjøgnum Norðoyatunnilin. Mær manglaði
tógv, so eg og vermamman fóru ein túr til
Klaksvíkar. At veðrið var sera ófantaligt,
nógvur vindur og áarføri, hevði ongan
týdning. Vit báðar tosaðu um, hvussu gott
tað er, at oyggjarnar eru so væl knýttar
saman. Hon fortaldi mær, hvussu tað var,
tá hon sum smágenta plagdi at ferðast
hjá einari mostur í Leirvík. Tað var ein
longri ferð at fara úr Skopun til Leirvíkar
fyri 70 árum síðan. Havi hoyrt um nógvar
langar og strævnar ferðir um landið, sum
eldri fólk hava sagt frá. Og gleðast tey um
útbyggingina av samferðslukervinum.
Seinastu 15 árini hevur framburðurin
verið serliga stórur við báðum
undirsjóvartunlunum. Teir hava lyft
samferðslukervið á eitt heilt annað støði. Tí
samsvarar tað á ein hátt ikki við veruleikan
í miðøkinum í 2014, tá vit á hvørjum ári
hoyra um ætlaninar at fækka túratalið hjá
»Smyrli«. Suðuroyggin tykist afturúrsigld.
Onkur landsstýrismaður, haldi eg tað var,
hevur kallað »Smyril« motorvegin til
Suðuroyar. Eg haldi hann heldur kann kallast
ein einsporaður vegur, tá bara verður hugsað
um at skera niður og fólk ongantíð vita,
hvussu næsta ferðaætlanin man fara at síggja
út!
Um ikki ljós er fyri framman fyri
Suðuroynna, so kunnu bæði eysturoyingar,
norðoyingar og nógv við teimum gleða
seg til undirsjóvartunnilin av Toftum og
Strondum til Hvítanesar, sum skjótt verður
veruleiki. Sandoyingar skulu so fáa sín
undirsjóvartunnil aftaná. Eg haldi tó, at tað
er ordiliga spell, at sandoyingar ikki fáa sín
fyrst. Teir hava uppaftur meira brúk fyri
honum. Var eg sandoyingur, veit eg ikki, um
eg í dag hevði torað at trúð upp á og handlað
eftir lyftum, sum politikarar geva teimum 6-8
ár fram í tíðina!
Akkurát hetta, at ógvuliga lítil
samanhangur viðhvørt er millum orð og
gerðir, er nokkso typiskt hjá okkum. Her má
eg nevna eina løgna útsøgn á Vinnudegnum
í Norðurlandahúsinum seinasta fríggjadag.
Víst var tað ikki ein politikari, sum kom við
henni, men álíkavæl: »Vit skulu útbúgva 800
kt-frøðingar í Føroyum«. Og hetta sigur man,
samstundis sum kt-fólk verða uppsøgd og
arbeiði teirra er flutt av landinum! Eg vænti
at onkur áhoyrari í salinum krimpaði tær!
Aftur til undirsjóvartunlarnar. Lat
okkum prioritera Føroyar og gera
undirsjóvartunnilin til Sandoyar fyrst! Eingin
vandi er við tunlinum undir Tangafjørð,
hann skal nokk koma, tí hann fíggjarliga er
ein góð íløga, sum samhaldsfast saman við
hinum báðum tunlunum kann bera m.a.
sandoyarfarleiðini uppi.
So segði
hann...
Brúka heystfrítíð
til útgávukonsertir
– Hevði løgreglan í Føroyum lagt líka
stóran dent á at vart okkum ímóti
rúsevnum sum at verja okkum ímóti
Sea Shepherd, hevði staðið væl til
Tað heldur Bill Justinussen, løgtingmaður fyri Miðflokkin
Simona
Weihe
mynd: : Christa Reynheim
Petur Pólson og Benjamin Petersen manna bólkin Ave
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Grafiskt snið: Pætur Eyðunsson Jensen Umbróting: Sosialurin
Forsíðumynd: Modelmynd