hósdagur 2. oktober 2014síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 112 · 3. oktober 2014
4
VIKUSKIFTI
Frá
prestaskúla
til bókaútgávu
í Tanzania
Hjúnini Anne-Lene og Peter O. K. Olofson hava seinastu 10
árini virkað í Tanzania, og í februar fara tey aftur til Afrika,
har nýggj uppgáva bíðar í nánd av Kilimanjaro
Samrøða
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Einaferð var hann tann umstríddi prest
urin í føroysku fólkakirkjuni. Hansara
meiningar vóru stundum upp á tvørs
hjá teimum, sum leiddu Fólkakirkjuna,
og hetta gjørdi hann til ein profil í sam
felagskjakinum.
Peter O. K. Olofson kom í 1989 til
Føroya at virka sum prestur í Fuglafirði.
Har varð hann verðandi til februar í
2000, tá ið hann fór úr starvinum. Eftir
tað búði hann eina tíð í Klaksvík, til
leiðin í 2004 varð løgd til Tanzania at
starvast á einum prestaskúla í Mbeya.
Har hava Peter O. K. Olofson og
konan Anne-Lene virkað síðani, og eftir
eina tíð heima fara tey eftir ársskiftið
avstað aftur til Afrika, har ein nýggj
uppgáva bíðar teimum har norðuri í
Tanzania.
– Vit trívast væl í Tanzania og kenna
okkum heima har, og vit hava ongar
ætlanir um at gevast við okkara arbeiði
fyribils, sigur Peter O. K. Olofson.
Hann og konan hava øll hesi 10
árini árini havt útgangsstað í Klaks
vík, haðani tey so eru útsend av Luth
ers Missonsforening og Kristiligt Missi
ónsfelag. Men av praktiskum ávum
flyta tey í hesum døgum bústað til
Danmarkar, har tey hava keypt hús á
Falster.
Menn eru prestar
Fyrstu fýra árini í Tanzania starvaðust
Anne-Lene og Peter á einum universiteti
í Mbeya, har Peter undirvísti komandi
prestum í teologi, og Anne-Lene leiddi
eina eitt ára útbúgving av prestakonum.
– Fyri seks árum síðani fingu vit
sum uppgávu at uppbyggja ein nýggjan
prestaskúla í býnum Sumbawanga, og
tað hava vit tikist við til nú, tey lokalu
eru til reiðar at yvirtaka skúlan og føra
hann víðari, sigur Peter O. K. Olofson.
Hann hevur undirvíst í teologi, með
an Anne-Lene umfamt at undirvísa
prestakonum, eisini undirvísti prest
unum í enskum máli.
Á prestaskúlanum í Sumbawanga
fingu prestar og sonevndir evangelistar
útbúgving. Ein prestur í Tanzania kann
hava upp í 15 samkomur undir sær, og
tí leiða evangelistar einstøku samkom
urnar.
Og skuldi nakar ivast, so vóru tað
bert menn, ið lósu til prest á presta
skúlanum hjá Olofson.
– Í vesturheiminum er tendensurin
tann, at skilnaður ímillum mann og
konu verður kallaður diskriminatión,
og tað skapar eitt alt meira kynleyst
samfelag, har fólk eru persónar og ikki
menn og kvinnur. Soleiðis er ikki í Tan
zania, tí har vita tey, at menn og kvinn
ur hava sama virðið, men ymiskar upp
gávur. Ein maður er ein maður, og ein
kvinna er ein kvinna, sigur Peter O. K.
Olofson.
Sjónligur
kristidómur
Talið á kristnum fólki í Tanzania hevur
verið sera nógv vaksandi seinastu
mongu árini, og í dag verður mett, at
millum 50 og 60 prosent av íbúgvunum
eru kristnir. Og sambært Olofson-hjún
unum er tað nakað, sum veruliga merk
ist í samfelagnum.
– Gud er við í øllum, sum tey gera.
Bara tey skula hava ein temunn ella
eina kola, so takka tey Gudi fyri, áðrenn
tey fáa sær. Er onkur trupulleiki, siga
tey, at tey fara at biða Jesus um at
hjálpa teimum við trupulleikanum.
Soleiðis er tað í øllum viðurskiftum í
gerandisdegnum, og tað er ein kristin
dómur, sum vit kunnu læra nakað av,
sigur Anne-Lene Olofson.
– Tað eru í grundini afrikanarar, sum
skulu hjálpa okkum í vesturheiminum
at finna aftur til kristnu trúnna, sigur
Peter O. K. Olofson.
– Í Tanzania er tað givið, at Gud er
Gud og hevur maktina. Tey trúgva, at
Gud stýrir øllum, og tey ynskja at gera
tað, sum Gud vil. Í vesturheiminum
verður Gud alt meira koyrdur út á eitt
síðuspor, og her í Føroyum kunnu vit
Peter og Anne-Lene í hátíðarklæðum á prestaskúlanum
PRIVATMYND