Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-02, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2014síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 112 · 3. oktober 2014 5 VIKUSKIFTI spyrja okkum, um Guds vilji kemur fyrst ella okkara egni vilji. Avbjóðingar At búgva í einum afrikanskum landi hevur avbjóðingar við sær fyri vest­ ur­lend­ingar, sum eru uppvaksnir við fram­komn­um samfelagumstøðum. – Tá ið vit komu til Tanzania at búgva, vandu vit okkum við, at streym­ ur var við hvørt, og internetið riggar við hvørt, men vit hava havt tað gott. Vit hava búð væl og hava havt eina góða húshjálp, sum hevur gjørt tað møgu­ligt hjá okkum at hugsa um tað, sum vit vórðu útsend til at gera, sigur Anne-Lene Olofson. – Tað er hendur stórur framburður í Tan­zania, og samfelagið verður ment og út­bygt á øllum økjum. Tanzania verður van­liga roknað sum eitt av teimum frið­ar­ligu afrikansku londunum, og vit hava allatíðna kent okkum væl og trygg har, sigur Peter O. K. Olofson. Hvít fólk í Afrika hava serligt status, og tey eru eisini mong, ið biða tey um hjálp. – At byrja við høvdu vit eina kaot­ iska støðu í Sumbawonga við fólki, sum alla­tíð­ina komu á dyrnar at bidda frá okk­um. Hondin skal fylgja orðinum, men vit hava ikki óavmarkaðar midl­ ar at hjálpa við, og tí vórðu vit noydd at strukt­ur­era tann partin av hjálp­ar­ arb­eið­num eitt sindur. – Vit gjørdu tað soleiðis, at fólk kundu koma at fáa sær ein spann av majs hvønn týsdag, og á jólum og pásk­um lótu vit teimum eitt oyra at halda høgtíðirnar fyri. Onnur hjálp varð eisini latin fólki, um tey kunnu vísa okkum eitt undirskrivað bræv frá ein­um presti ella økiformanni, tí so høvdu vit rímliga vissu fyri, at tøvurin var veruligur, sigur Peter O. K. Olofson. – Hesum fólk lótu vit hjálp, tí tey høvdu brúk fyri hjálp, og ikki tí tey endi­liga vóru kristin. Tað komu eisini musl­imar og fólk við traditionellari trúgv til okkum, og teimum hjálptu vit sjálvsagt eisini. Umframt undirvísingararbeiðið gjørdi Anne-Lene eina tíð hjálpararbeiði mill­um gøtubørn og børn, ið eru sett í barna­fongsul, nøkur av teimum tí hava stol­ið av neyð. Nýggj uppgáva Arbeiðið hjá Anne-Lene og Peter O. K. Ol­of­son í Sumbawanga er nú liðugt, og tá ið tey í februar mánaði fara avstað aft­ur til Afrika, verður tað til nýggjan bý og nýggja uppgávu. – Tað er ein tíð at koma og ein tíð at fara, og vit hava gjørt okkara part í Sumbawanga. Nú vilja tey lokalu yv­ ir­taka skúlan, og vit kunnu fara víðari til eina aðra uppgávur, sigur Peter O. K. Olofson. Hann skal nú verða leiðari fyri eitt forlag, ið útgevur kristnar bøkur á swahili. Eitt stórt forlag hjá donsku luth­ ersku missiónini og eitt minni norskt for­lag eru løgd saman, og Peter O. K. Olofson skal leiða útgávuvirksemið hjá sam­anlagda forlagnum, ið heldur til í bý­num Arusha har norðuri í Tanzania. Bý­urin telist millum teir kendu í Tan­ zania, tí tað er ofta til hendan býin at fólk koma, tá ið tey skulu vitja fjallið Kili­manjaro, ið liggur nærindis. – Tað er sera stórur eftirspurningur eft­ir kristnum bókmentum í Tanzania, og roknar forlagið við at selja fyri 9 milli­ónir krónur. Tá skulu vit minnast til, at bøkurnar verða seldar fyri nakrar fáar krónur hvør, so talan er um fleiri hundr­að­túsund bøkur, sum verða seld­ ar á hvørjum ári, sigur Peter O. K. Ol­ of­son. – Tað er rímiliga einfalt og lætt at taka eina bók á enskum, týskum ella fronsk­um máli, týða hana til swahili og út­geva hana, men líkmikið hvussu leingi vit verða her í Afrika, so koma vit frá eini aðrari metan enn tey, og tí vilja vit í størri mun hava tey lokalu at skriva og geva bøkur út. Hetta skulu vit hjálpa teimum við, tá ið vit fara aftur til Afr­ika, sigur Peter O. K. Olofson. Týsdagin gekk leiðin hjá Anne-Lene og Peter O. K. Olofson til Danmarkar, har tey skulu hava eina møtirøð, áðrenn tey fara at halda frí í nakrar vikur og ann­ars fyrireika seg til enn eina drúgva ferð til Tanzania. mynd: Eyðun Klakstein Peter og Anne-Lene Olofson á vitjan í Føroyum – tey fara í næstu aftur til Tanzania, har tey hava virkað seinastu 10 árini Tað er í grundini afrikanarar, sum skulu hjálpa okkum í vesturheiminum at finna aftur til kristnu trúnna