hósdagur 2. oktober 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 112 · 3. oktober 2014
6
VIKUSKIFTI
Í 2009 gjørdist Dagfinn Joensen úr Funningi sangari í
rockbólkinum Fate, og síðani hevur hann verið í front fyri
framførslum og innspælingum hjá bólkinum.
Fate er danskur rockbólkur, ið hevði onkur hitt í
1980’unum. Teir góvust at spæla saman í 1993, men tá ið
teir savnaðust til eitt tiltak í Týsklandi í 2004 gav tað hug at
spæla saman aftur. Síðani hava teir framført á konsertum
kring Europa og hava eisini givið nýggjan tónleik út – seinasta
fløgan frá teimum kom í fjør, og tá var Dagfinn Joensen
sannførandi sangari á útgávuni.
Spania
Síðst í oktober skal danski Fate á konsertferð í Spania. Fate
skal hava fimm framførslur í Spania í døgunum frá 29. oktober
til 2. november – millum annað í Zaragoza og í Madrid.
Konsertferðin kallast If Not For The Devil, sum eisini er
heitið á seinastu útgávuni hjá Fate, sum kom í fjør. Hendan
útgáva fekk góð ummæli, og ikki minst Dagfinn var róstur sera
nógv fyri sín vokal.
Seinni í ár skal Fate eisini verða við á rockfestivali í
Týsklandi.
eydun@sosialurin.fo
Dagfinn
á spanskari
ferð við Fate
Tónleikur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað hendi nakað við og í føroyskum
tónleiki, tá ið tónleikabólkurin Frændur
í 1984 kom við fyrstu útgávuni, Saman
við Tær. Sangir sum Hundurin Brúni,
Minnist tú gildið, Lívsmynd og Sangur
til frælsi gjørdu, at Frændur frá fyrsta
degi vórðu eitt hitt.
Síðani hava Frændur givið fýra
studioútgávur afturat umframt onkrar
savnsfløgur út. Og afturat tí hava høv
uðsmenninir í bólkinum hvør í sínum
lagi og saman gjørt ein ørgrynnu av
øðrum sangum, sum føroyingar eisini
kenna væl.
Nú 30 ár eru liðin, síðani Frændu
fyrstu tónarnar út, fer bólkurin at halda
runda dagin. Tað verður gjørt við jubi
leumskonsert í Klaksvík, har tey ætla at
brúka báðar ítróttarhallirnar til tiltakið,
ið verður 15. november.
Tríggir á odda
Steintór Rasmussen, Rani Nolsøe og
Eyðun Nolsøe hava øll árini verið høv
uðsmenn í Frændur. Teir hav skrivað
so at siga allar sangirnar, sum bólkurin
hevur givið út og spælt, og teir eru
framvegis á odda fyri bólkinum, tá ið
hann av og á hevur onkra framførslu.
Nógvir aðrir tónleikarar hava eisini
spælt og sungið í Frændum, og eitt
skifti mitt í 80’unum luttók ein long røð
av sangarum á útgávum hjá Frændum.
Við triðu útgávuni gjørdist bólkurin
meira grundaður í teimum trimum
oddamonnunum og hevur verið tað
síðani.
Halda dagin
Sangirnir hjá Frændum hava fingið sítt
egna lív, og hóast tað ganga bæði mán
aðir og ár ímillum, at bólkurin veruliga
foldar seg út á pallinum, hevur tónleik
urin hjá Frændum tað sera gott.
– Vit vilja gjarna halda okkara 30
ára dag saman við fólkinum, sum hevur
tikið so væl ímóti okkara tónleiki, og vit
bjóða bæði yngri og eldri at verða væl
komin í føðingardag hjá okkum, sigur
Steintór Rasmussen.
– Vit hava tosað nógv um at halda
hendan dagin, og nú verður tað. Vit
manna sterkastu manning at spæla
Frændur sangirnar, og vit gera nógv
burturúr kvøldinum, har vit eisini fáa
gestatónleikarar og undirhald. Tað er
ikki so ofta, at vit standa á palli longur,
og tí vilja vit gera tað ordiligt og stór
sligið hesaferð, sigur hann.
Umframt Frændur fara eisini aðrir
tónleikarar at luttaka á kvøldinum. Eitt
nú fer bólkurin Flamma við gestasang
arum at tulka Frændur sangir.
Tað skal feirast
Í ár eru liðin 30 ár, síðani Frændur góvu fyrstu sangirnar
út. Bólkurin heldur føðingardagin í Klaksvík
Frændur hava lagt fyrstu 30 árini aftur um seg sum
helst best umtókti føroyski tónleikabólkur
Dagfinn Joensen úr Funningi skal
í næstum hava konsertir í Spania við donskum rockbólki