Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-02, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2014síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 112 · 3. oktober 2014 7 VIKUSKIFTI Kyndil á frælsisferð Fyri 30 árum síðani gav kanska best umtókti føroysku tónleikabólkurin nakrantíð, Frændur, fyrstu plátuna út. Og ja, útgávan Saman við tær finnist um lp-pláta har eisini lagið Baby Reagan, sum seinni varð strikað orsaka av stríði um upphavsrætt, er við. Á lp-plátini proklamera Frændur: Ein kyndil á frælsisleið / tendraður av kærleika / brennur fyri rættvísi / lýsur í friðarstríðnum. Í øllum førum er fyrsta útgávan hjá Frændur á tremur við sjarmerandi klassikarum sum Kuffert, Minnst tú gildið, Hundurin búni og Ráðaleysi yrkjarin. LURTA! Heystið kom dýggjvátt buldr­andi og brakandi, varandi veð­ur­lags­ broyting, sum skilst. Og sum lundi Mikkj­als­messu­ nátt var løgtingsfundur. Tað verð­ur ikki hildið vera ráðiligt fyri trivnaðin, ja, tað er so at siga for­boð­ið og helst eisini revsivert at hava fleiri enn 24 næmingar, børn, í einari skúlastovu í senn. Men í løgtinginum eru minst 40 í somu stovu, hendingaferð. Í løg­ting­inum skulka nógv. Har eru sjáldan fleiri enn 24 í stov­uni í senn, ofta færri. Og tó, tá próv­ tøka er, atkvøðugreiðsla, ringir lærarin við klokkuni og so komu tey úr øllum skotum, summ­um myrkari enn øðrum. Og tá eru fleiri enn 40 í somu stovu, við­ hvørt eisini onkur foreldur (velj­ ar­ar). Sjey flokkar í sama flokki. Tað er loyvt at skulka í løg­ ting­inum. Protokoll verður førd, men tað er bara til innanhýsis hag­tøl. Vit hava ov fá hagtøl í Før­oy­um. Løgtingsfólk fáa ikki bræv heim við frá løg­tings­for­mann­in­ um, ei heldur verða tey send til løgtingspsykolog ella løg­tings­ heilsubróður ella í kreppubólk at gráta. Men tey sita eftir, oftast til langt út á várið. Tað var gamalt, at løg­tingið fór í summarfrí flagg­dagin og hevði summarfrí í tríggj­ar mánaðir. Nú sleppa tey ikki til hús fyrr enn seint í mai, tí so nógv heimaarbeiði varð givið í mars. Fjórða hvørt ár skulu tey upp í øllum, nøkur dumpa, hini noyð­ast øll at ganga umaftur í fýra ár, í námi X við. Løgtingið er sum ein skúli. Har er nógv happing til dømis. Frí­kort­erini eru longri enn tím­ ar­nir. Og skúlin er bygdur á kristn­ um byggibúnum grund­stykki. Tá eg gekk til heila­upp­og­nið­ ur­vask í Nonnuskúlanum í svørtu mi­ðøldini, tá fingu vit í einum tíma at vita, at søgdu vit okkurt ljótt um, ella, tað sum verri var, spott­aðu okkurt av tí heilaga, so bleiv tað okkum ongantíð fyri­ giv­ið. Vit vóru glatað, grátur og tann­grísl úti í mykrinum, hagar led­gøtulyktirnar í paradísi ikki rukku at lýsa á okkum. Okkurt av tí heilaga, skrivaði eg. Tí hjá mær var støðan tann óhepna, at eg ikki rættiliga fekk við, júst hvat tað halga var, sum einki ljótt mátti sigast um. Helst sat eg og hugsaði um hana, sum eg tann mánaðin var forelskaður í, uttan at hon visti tað. So nú ráddi um at ansa sær, ikki nevna nakað heilagt yvir­ høv­ur. Tí hevndin var, sum sagt, øgi­lig. Tað er lætt at ræða børn við lygnum. Síðani eri eg farin at hugsa sjálv­ur og havi troka burtur all­an nonnu­lær­dóm. Men ein sunnu­ dag her­fyri hoyrdi eg ein prest í Út­varp­inum. Áhuga­vert viðhvørt at lurta eftir guds­tæn­ast­um bara fyri at fáa staðfest, at tað var rætt at melda seg úr has­ari for­saml­ ing­ini fyri 33 árum síð­ani. Prestur segði, leysliga end­ur­ givið, at spotta tú bara so nógv sum tær lystir. Tað verð­ur tær alt fyrigivið tann eina dag. Men spotta bara ikki Heil­aga andan. Har var hann, Nonnu­skúla­dóm­ ur­in. Heilagi andin var tað. Spott­ ar tú Heilaga andan, ja, so fært tú onga fyrigeving, men verður sett­ur at lempa kol í allar ævir. Minnist ikki, um eg havi gjørt tað nakrantíð, spotta Heilaga and­an. Men havi eg tað, so er eing­in vegur aftur. Sjey glansandi Jesus­bíløt í skriviheftinum og eitt hálvt í rokniheftinum og fýra grøn kort hjálpa tær ikki. Øll hini vóru gul ella reyð. Og løgtingið er sum ein Nonnu­skúlaflokkur, vit vóru eis­ ini okkurt um 40 í flokkinum, tó líka nógvar gentur sum dreing­ir. Flokslærarin við Tinghúsvegin sit­ur uppi við stóru talvuna, sum onk­ur hevur málað, timatalvan end­ar við framløgu, pensumið er stórt, og øll koma ov seint, tey, sum ikki skulka. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Sjey flokkar í sama flokki LURTA LES & UPPLIV lagt til rættis: Eyðun Klakstein Bert ein vegur hjá Lady Gaga Fyri seks árum síðani fekk hon stórt gjøgnumbrot við sanginum Just Dance, og síðani hevur hon verið eitt av stóru nøvnunum í altjóða popptónleiki. Men tað eru langt frá øll, sum halda, at Lady Gaga framvegis er viðkomandi og spennandi. Ummælarin hjá danska Ekstrablaðnum var í farnu viku á konsert hjá Lady Gaga, og hann gav henni eirindaleysan dóm: Lady Gaga hevur latið seg úr, gjørt býttisligan popptónleik og sum heild selt seg í so stóran mun, at nú er bert ein vegur eftir hjá henni. Og tað er niðureftir, um nakar skuldi verið í iva. Eg síggi teg betur í myrkri Í einum sólstóli umborð á ferðaskipinum s/s Lyra á veg úr Bergen til Føroya situr íslendska skaldið og ævintýramaðurin Benedikt Einarson. Hann er við at doyggja av einum ovurskamti av morfini. Nú er løtan í lívinum komin, tá ið fortíðin hevnir seg aftur. Gjøgnum dvínandi tilvit skaldsins kraklast minnini í dreymakendum brotum. Hetta er grundarlagið undir nýggju skaldsøguni hja Carl Johan Jensen, ið kom út nú um dagarnar. Ein bók at lesa í vetur! Fyrsti grønlendski spælifilmurin Við amatørsjónleikarum á odda skaptu Otto Rosing og Torben Bech fyrsta grøn­ lendska spælifilmin til al­tjóða markn­að­in í 2009. Film­ur­in kall­ast Nuum­mi­oq og snýr seg um lívið í Nuuk, har Malik er høv­uðs­leik­ari. Filmurin snýr seg um, hvussu grøn­lend­ing­ar liva og síggja heimin, og hvussu for­hold mill­um menn­iskju í nátt­ar­lívi og stór­slign­ari nátt­úru kunnu verða. Filmurin er partur av grøn­lendsku films­døg­un­um í Norð­ur­landa­ hús­in­um og kann upplivast sunnukvøldið kl. 19.00 So­ leiðis sá hon út eina­ ferð Í vikuni fylti Brigitte Bardot 80 ár. Hon var í nógv ár ultimativa sexsúmbolið á hvíta løriftinum, men er seinnu árini mest kend fyri síni viðgongdu sjónarmið í sambandi við djóravernd. Brigitte Bardot er ein av teimum, sum finnist harðliga at føroyska grindadrápinum, og bátur hjá Sea Shepherd, sum er uppkallaður eftir henni, hevur verið í Føroyum í summar. Tað ger helst, at Bardot ikki er so væl umtókt í Føroyum, sum hon var í síni stórtíð sum sjónleikari. UPPLIV! LES! Rihanna sum Bond-babe Seinni í ár byrja upptøkurnar til nýggjan spælifilm um James Bond. Daniel Craig er aftur í høvuðsleiklutinum sum 007, og filmurin skal frumsýnast um eitt ár. Áhugi er altíð fyri, hvør kvinna skal spæla Bond-babe, og sambært Sunday Mirror skal poppstjørnan Rihanna hava játtað at spæla við í filminum, sum Sam Mendes skal leikstjórna.