Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-02, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2014síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 112 · 3. oktober 2014 8 VIKUSKIFTI Ljós er besta viðgerðin Ljós er tann viðgerðin, sum riggar best ímóti vetrartunglyndi. Men tá tú hevur eina lætta loysn til ein torføran trupulleika, so er mangan, at tað ikki gongur sum ætlað, sigur Tórmóður Stórá, yvirlækni og depilsleiðari á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Vetrartunglyndi Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Nú veturin nærkast, eru tey helst mong, sum merkja, at kroppurin gerst tyngri, hug­lagið verri og svøvnurin meira krevj­andi. Tað er vetrartynglyndi, sum ger seg galdandi, og her um okkara leið­ ir er hetta ein trupulleiki, sum relativt mong hava. Tað eru nógvar ymiskar útgávur av tung­lyndi, og tann, sum vit nevna vetr­ ar­tung­lyndi, skal viðgerast heilt øðrvísi enn vanligt tunglyndi. Í veruleikanum er tað so einfalt, at ein sjálvur kann fyribyrgja vetr­ar­tung­ lyndi. Men tá svarið er einfalt, so er tað mang­an torført at fremja. Tunglyndi hongur saman við ljósi og veðrinum annars. Á norðaru hálv­ kúlu er tað helst ein størri títtleiki enn aðra­staðni, hóast hetta ikki er endaliga prógv­að enn. – Tað sær út til, at besta viðgerin móti tunglyndi er ljósviðgerð. Og hetta er rætti­liga áhugavert, tí tað einasta tú skalt gera, er at hyggja í eina ljóslampu mill­um 30 og 60 minuttir um dagin. Men sum við so nógvum øðrum løttum loysn­um er hetta mangan trupult at halda, sigur Tórmóður Stórá. Hann vísir á, at lættar loysnir mang­ an eru enn truplari at halda. Til dømis fáa fólk viðmælt at ganga ein túr ella venja hvønn dag í 25 minuttir, tí so vera tey betri fyri heilsuliga. Men tey eru fá, sum í veruleikanum megnað at venja hvønn dag, hóast tað bert er talan um 25 minuttir. – Og soleiðis er tað eisini við hesari ljós­við­gerðini. Men vit hava onkran vetur roynt at bjóða fólki út til okkara hvønn morgun at fáa ljósviðgerð. Tað rigg­ar betur, sigur Tórmóður Stórá. Fær teg at munga eftir søtum Með­an vanligt tunglyndi eisini ávirkar svøvn, matarlyst og huglagið, so eru sympt­om­ini nærmast øvugt, tá ið talan er um vetrartunglyndi. Fólk við tunglyndi merkja, at tey ikki hava nakran matarlyst, at tey mangan vakna tíð­liga og sovna ikki aftur, og ann­ars at tey eru tung í kroppinum. Men fólk, ið hava vetrartunglyndi merkja tað øvugta, tá ið umræður mat­ ar­lyst og svøvn. – Størsta tekni uppá vetrartunglyndi er, at fólk fáa eina ovurstóra svøvn­ trongd. Tørvurin á at sova veksur nógv hjá fólki við vetrartunglyndi, meðan fólk við vanligum tunglyndi hava minni og minni trongd á at sova, sigur Tór­móður Stórá. Samstundis er eitt tekin, at fólk við vetr­ar­tung­lyndi fáa hug at søtum mati. – Eisini er tað vanligt, at fólk við vetr­ar­tunglyndi eta nógv søtt, og hava hug á søtum í nógv størri mun enn van­ ligt er, og tískil er ein avleiðing av vetr­ ar­tung­lyndi, at fólk taka uppá í vekt, sig­ur Tórmóður Stórá. Hann vísir á, at hóast tunglyndi og vetr­ar­tunglyndi deilast um eitt heitið, so er stó­rur munur á hesum báðum sjúk­um, og tí er umráðandi at leita sær ráð frá læknanum, um so er, at fólk hava ill­gruna um, at okkurt er á vási. Møguliga meira útbreitt í Føroyum Hóast tað er trupult at gera púra eft­ir­ far­andi hagtøl, tá ið umræður vetr­ar­ tung­lyndi og tunglyndi, so eru nakrar slík­ar kanningar í Føroyum. Tá ið umræður sálarligar sjúkur sum heild eru tølini at sammeta við donsk við­ur­skifti. Men tá ið umræður tung­ lyndi eru Føroyar frammanfyri Dan­ mark. – Orsøkin kann vera, at tað eru fleiri fólk við vetrartunglyndi í Føroyum, men vit vita tað ikki við vissu enn, sigur Tór­móður Stórá. Umframt ljósviðgerð eru D-vita­min­ ir manga settar í samband við vetr­ar­ tung­lyndi, men júst hvør sam­an­hang­ ur­in er, er ikki greiður enn. Seinastu árini hava læknar og gransk­arar fokusera nógv uppá D-vita­ min­ir sum ein partur av ymiskum or­ søk­um til sálarligar sjúkur. Eitt nú vísir tað seg, at fólk við alsheimers hava lágt tal av D-vitaminum í kroppinum. Men um tað hongur saman við sjúkuni er óvist. – Tað er ein samanhangur millum D-vita­minir og tunglyndi. Tað sær út til, at vit føroyingar hava lægri D-vita­ min tal enn onnur, og kanska er tað tí, TEMA