Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-02, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2014síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 112 · 3. oktober 2014 9 VIKUSKIFTI at fleiri fáa tunglyndi í Føroyum. Men vit vita tað ikki við vissu, sigur Tór­ móð­ur Stórá. Talið av D-vitaminum í kroppinum hong­ur saman við hvussu nógv sól­ ar­ljós tú fært á húðina, og tað fáa vit før­oy­ing­ar jú ikki nógv av um veturin. Men enn kann læknavísundin ikki stað­ festa, um D-vitaminir hava eina ávirk­ an á tunglyndi og vetrartunglyndi. Vit mugu taka trupulleikan í álvara Nú veturin nærkast er neyðugt, at vit taka okkara vantandi samband við ljós í álv­ara. Serliga er gott at vera úti í dags­ ljósi hvønn dag, um tað ber til. – Vit hava nakrar sjúklingar hjá okk­um, sum vita tey vera ávirkaði av myrkr­in­um, og tí hugsa um tað og taka ljós­við­gerð ella ganga túrar, sigur Tór­móð­ur Stórá, sum vísir á, at hetta hjálp­ir heilt væl. Og hann vil viðmæla øllum at hugsa um, at vit hava tørv á at fáa ljós í eyguni, og tí er gott at vera úti í dags­ ljósi ella hyggja í ljóslampu seks dagar um vikuna í 30 - 60 minuttir. Í mong ár hevur læknavísindin vitað, at ljós og veðurlag annars hevur stóra ávirkan á huglagið hjá fólki - serstakliga á norðaru hálvkúlu. Eisini hevur verið greitt, at nøgdin av ljósi er ein avgerandi orsøk til, at eitt nýtt slag av tunglyndi er komið fram, sum er nakað øðrvísi enn vanligt tunglyndi. Í 1980'unum fekk hesin øðrvísi formur fyri tunglyndi heitið "Vetrartunglyndi", ella á enskum "Seasonal Affective Disorder" (SAD). Vetrartunglyndi rakar aloftast kvinnur. 80% av teimum, sum fáa vetrartunglyndi eru kvinnur, men júst hví kvinnur eru meira útsettar fyri hesari sjúku, er enn ikki greitt. Harumframt er greitt, at tættari norðpólin tú býrt, størri møguleiki er fyri at fáa vetrartunglyndi. Tekin um vetrartunglyndi Um tú hevur lyndi til at fáa vetrartunglyndi, so byrjar tú at blíva kedd/ur um heystið. Tú kennir teg kedda/n, og títt lag verður ringt. Tú fert eisini at uppliva, at tú gerst skjótasti troytt/ur. Eisini hevur tú minni orku samanborið við summarmánaðirnar. Tú hevur tørv á at sova meira. Tín matarlystur verður størri. Og tú hevur trongd til at eta mat við nógvum kolhydratum, serstakliga søtar vørur. Um tú ikki fært viðgerð fyri títt vetrartunglyndi, fara teknini at varða við fram til várið. Tað merkir, at tú virkar sálarliga og sosialt undir tínum vanliga støðið í fleiri mánaðir. Tað er umráðandi, at tú tosar við tín lækna, um tú hevur havt omanfyrinevndu teknini gjøgnum nakrar vikur. Læknin kann staðfesta, um tað eru aðrar orsøkir til tína svøvntrongd og hini teknini. Harumframt kanst tú fáa tað neyðugu viðgerðina. Tað ber sjálvsagt til at fáa vanligt tunglyndi um veturin. Viðgerðin fyri vetrartunglyndi og vanligt tunglyndi er ógvuliga ymisk. Tí er týdningarmikið at tosa við læknan, og fáa staðfest júst hvør sjúka talan er um. Kelda: depressionsforeningen.dk og Tórmóður Stórá, yvirlækni á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Fakta um vetrar­tunglyndi TEMA