hósdagur 2. oktober 2014síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 112 · 3. oktober 2014
10
VIKUSKIFTI
TEMA
Eydnubollar
eru ein følsk løtumynd
vetrartunglyndi
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Seinastu árini hava vit sæð, at alsamt
fleiri føroyingar taka teir sonevndu
"eydnubollarnir" ella "lykkepiller" á
donskum. Hesin formur fyri viðgerð
er nógv umstríddur, tí meðan summi
halda tað er ein góð hjálp í neyðini, so
eru tey onnur sum halda, at kenslan
ein fær av eydnubollum einans er ein
løtumynd.
Ein teirra, sum ikki dámar, at so
nógvir sjúklingar nýta eydnubollar í
dag, er sálarfrøðingur Majbritt Olsen.
– Hetta við eydnubollum er í veru
leikanum ein løgin tvístøða. Tí á tí einu
síðuni kunnu eydnubollar hjálpa sjúkl
inginum til eina skjótari viðgerð, men
á hinari síðuni tykist tað eisini sum, at
tann medisinski marknaðurin einans
vil selja meir og meir, sigur Majbritt
Olsen.
Hon vísir á, at tað eru nógvir aðrir
møguleikar, sum skulu roynast, áðrenn
leiðin gongur á Apotekið eftir eydnu
bollum.
– Tey flestu fólkini hava ymisk
ting í sínum lívi, sum ger teir sterkari
ella glaðari. Tað er uppgávan hjá sál
arfrøðingum at finna útav júst hvørji
hesi tingini eru hjá hvørjum einstøkum
sjúklingi, og soleiðis hjálpa teimum
burturúr tunglyndi, sigur Majbritt Ol
sen.
Hon vísir á, at tað í dag til tíðir tykist
sum, at fólk bert vilja skúgva trupul
leikarnar til viks, ístaðin fyri at taka
støðu til hvat veruliga bagir.
– Meðan vetrartunglyndi ofta er
knýtt at veðrinum, so er vanligt tung
lyndi knýtt at øðrum tingum, og so
leiðis er lívið. Vit hava tað ikki altíð
gott, og tað mugu vit góðtaka og gera
okkurt við, heldur enn at doyva okkum
burturúr tí, sigur Majbritt.
Ein kombinatión er best
Í summum førum er neyðugt við
eydnubollum, men ongantíð er gott,
at bert útvega eydnubollar uttan nakra
viðgerð annars.
Best er, um eydnubollarnir og sálar
lig hjálp fylgjast at.
– Heilivágur kann viðføra, at til
gongdin til eina betri sálarliga støðu
gongur skjótari. Men mínar royndir
siga, at fólk, ið bert fáa heilivág og
onga sálarliga hjálp annars, fáa ikki
tað burturúr eydnubollunum, sum tey
fegin vilja, vísir Majbritt á.
Hon hevur havt fleiri sjúklingar á
gátt, sum hava leitað sær til hennara, tí
viðgerðin við eydnubollum ikki hevur
borið á mál.
– Tað, at fólk koma til mín, er eitt
tekin um, at tey í øllum førum eru so
sterk, at tey klára at gera okkurt gott
fyri seg sjálvan. Og tá er tað, at sál
arfrøðingurin má hava tol og lata tey
koma ígjøgnum sínar kenslur, heldur
enn bert at medisinera, sigur Majbritt.
Hon vísir á, at tað ikki nýtist at vera
ein sálarfrøðingur ein vendur sær til.
Ein góður vinur kann eisini bøta um
støðuna.
– Einki er betur enn at tosa við fólk,
sum skilja teg, og hava tol við tær og
tínum trupulleikum, sigur Majbritt
Olsen.
"Eydnubollar" eitt
misvísandi heitið
Tað kann vera ein trupulleiki, at eydnu
bollar hava fingið júst hetta heitið í Før
oyum, tí tað virkar misvísandi og gevur
falska vón. Uppruna heitið hjá hesum
heilivági er "antidepresivur heilivágur",
og hevur einki við eydnu at gera.
– Fólk fáa vón um, at tey fáa tað
fantastiskt, tá ið tey taka eydnubollar.
Men eingin eydna er at finna í heilivági
av hesum slag. Talan er bert um heili
vág, ið minkar um tunglyndi, sigur
Majbritt Olsen.
Hon heldur, at vit menniskju eiga
at loyva okkum sjálum at kenna gleði
og sorg, og ikki taka nakrar kensluligar
upplivingar burtur.
– Lívið er ikki bara gott. Tað er onk
untíð ógvuliga strævið og keðiligt. Men
tað er ein partur av tí. Og um tú klárar
at koma ígjøgnum tað uttan heilivág, so
er tað eisini gott, sigur Majbritt Olsen.
Tá tú byrjar uppá eydnubollar tekur
tað millum tvær og fýra vikur til tað
byrjar at rigga. Og soleiðis er eisini,
tá ið tú leggur av. Tískil er umráðandi
at taka slíkt við varsemi, tí leggur tú
av brádliga, so er stórur vandi fyri, at
tunglyndi kemur aftur.
Hugni og samvera hjálpa móti
Bindiklubbar, svimjitúrar við vinfólkum og sjokoláta eru
millum tey tingini, sum hjálpa móti vetrartunglyndi.
– Tað eru ein ørgrynna av natúrligum
viðurskiftum, sum kunnu gera okkara sinnisstøðu
betri, sigur Majbritt Olsen, sálarfrøðingur við
serfrøði innan kognitiva atferðarterapi.
Nú veturin nærkast í hvørjum er
umráðandi at hava í huga, at sinnis
støðan hjá summum broytist í hesum
myrku tíðum. Tað er frá oktobur til
februar/mars, at vetrartunglyndi ger
um seg. Men tað eru viðurskifti, sum
vit sjálvi kunnu fremja, sum gera sinn
isstøðuna betri.
Eitt av teimum viðurskiftum er at
vera tilvitaður um matvanarnar.
Kanningar vísa, at í Íslandi vera lut
falsliga færri fólk rakt av tunglyndi, og
– Hóast viðgerð við eydnubollum í summum førum eru neyðug,
so virkar tað mest sum ein bílig loysn, tí tað er lættari at bara
skriva eina resept, sum sjúklingurin kann taka við til Apotekið,
enn at seta seg inní hvat veruliga bagir, sigur Majbritt Olsen,
sálarfrøðingur við serfrøði innan kognitiva atferðarterapi.