Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-02, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2014síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 112 · 3. oktober 2014 11 VIKUSKIFTI TEMA vetrartunglyndi ein orsøk kann vera, at íslendingar eta nógv­an fisk. – Vetrartunglyndi viðførir øktan hug til ósunnan mat við nógvu kol­hydr­at­ um, og øktan hug til søtan mat. Men at eta fisk, grønmeti, frukt og annað sunt hjálpir uppá sinnisstøðuna, sigur Maj­britt Olsen. Hon vísir eisini á, at sjokoláta hjálpir, um tað verður inntikið í moderatum nøgd­um. Umframt hetta er gott at taka d-vita­ min­ir, og at venja javnan. Men best av øll­um er sosial samvera. – Tað besta er at fáa fleiri ítriv í ger­ an­disdagin, sum innibera sosiala sam­ veru. Um tú skalt venja, ven so saman við vinfólkum, sigur Majbritt. Hon heldur eisini, at bindiklubbar, hugna­kvøld við vinum og familju og líkn­andi viðurskifti eisini ávirka okkara sinn­is­støðu. – Situr tú inni í illveðri og ikki kann ganga túr, so ger okkurt hugnaligt inni. Tendra stearisljós, fá tær ein kaffi­munn og hugna tær saman við tínum nærm­ astu, sigur Majbritt Olsen. Tey natúrligi viðurskiftini, sum kunnu ávirka okkara sinnisstøðu, skulu altíð roynast áðrenn heilivágur kemur uppí leikin. Hjálpir tað ikki at eta sunt, fáa ljós, ganga túrar, venja og hava sosiala samveru hvønn dag, ja so er heilivágur helst næsta stigið. ­Summ­ar­ tunglyndi finst eisini Hóast tað er heldur sjáldsamt, so ber eisini til at hava summartunglyndi. Hetta slag av tunglyndi kemur oftast fyri í heitum longum, har ljósnøgdin er so stór og hitin so nógvur, at tað er ein trupulleiki. Men læknavísindin hevur enn einki boð uppá hví summi fáa summartunglyndi. Summir sálarfrøðingar vilja tó vera við, at fólk hava høgar vónir og nógvar ætlanir fyri summarinum, at tey kenna tað trupult at liva upp til. Tey, sum fáa summartunglyndi merkja mangan hesi tekin: Angist Svøvnloysi Irritatión Rastloysi Fara aftur í vekt Øktan seksuellan hug Kelda: hjerneforum.dk Fleiri eydnu­ bollar seldir Sølan av heilivági móti tunglyndi er nógv vaksin seinastu árini. Tað er heilivágurin, sum gongur undir misvísandi navninum eydnubollar. Faknavnið er antidepressiva. Í 2005 seldu apotekini í Føroyum antidepressiva til 36,5 fyri hvørji 1000 fólk. Nýtslan var sostatt 17.500 tablettir um dagin. Í 2011 var nýtslan komin upp á 58,7 fyri hvørji 1000 fólk. Yvir 28.000 tablettir vórðu sostatt brúktar um dagin. – Fólk tosa meira opið nú um tunglyndi, og læknarnir duga betur at síggja, at fólk líða av tunglyndi, sigur Tormóður Stórá, sálarlækni. Hann vísir eisini á, at eydnubollar ikki einans hjálpa ímóti tunglyndi. Tískil er ikki vist, at økta talið av føroyingum, sum nýta eydnubollar, er tekin um, at fleiri hava tunglyndi. – Eydnubollar vera eisini nýttir sum viðgerð hjá fólki við angist, og tey eru nógv fleiri í tali enn tey, ið hava tunglyndi, sigur Tórmóður Stórá. Tað vísir seg eisini, at eydnubollar hava jaliga ávirkan á tey, ið hava OCD, og aðrar sjúkur. Tískil ber ikki til at gera nakra niðurstøðu um, at fleiri hava tunglyndi í dag enn fyri 10 árum síðani, tá ið sølan av eydnubollum var munandi minni.