Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-02, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2014síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 112 · 3. oktober 2014 12 VIKUSKIFTI Blá, reyð og gul bomm, sum skulu liggja í røð. Sjokulátan og lakresið eru strævin at fáa burtur. Nei, eg lýsi ikki ein bommhandil, men vælumtókta spælið Candy Crush Saga, ið meira enn 350 miljónir fólk spæla hvønn mánað Spæl Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Um tú onkuntíð hevur sitið í einum bussi og hugt, hvat fólk fáast við, með­ an tey ferðast, eru heilt víst nøkur av teim­um inni á fartelefonini og spæla Candy Crush Saga. Spyrt tú tey, hvønn bana tey eru á, kann svarið væl verða 125. Eg eri ein av hesum spælarum – kvinna, 42 ár og ikki serliga áhuga í at spæla á Wii ella Xbox. Eg eri ein typiskur Candy Crush Saga spælari. Stórsti málbólkurin eru kvinn­ur í 25-45 ár, ið spæla nakrar ferð­ ir um dagin fyri at stytta sær stundir. 65 prosent av teimum, sum spæla hetta spæl eru kvinnur. Fyritøkan handan Candy Crush Saga eitur King, og nøkur av systurspølunum eru Pet Rescue Saga, Bubble Witch Saga og Farm Heroes Saga. Men systkini hava langan veg at koma upp á knøini á stóru systir Candy Crush. King er upprunaliga ein svensk fyri­tøka, men nú liggja partar av fyri­ tøk­uni í London, Berlin, Barcelona og Buka­rest. Hugskotið til Candy Crush fekk ein av grundarunum – Sebastian Knuts­ son. Hann noyddi teknararnar at gera bommini í spælinum umaftur og um­ aft­ur, so tey sóu júst soleiðis út, sum hann vildi hava tey. At tað eru júst bomm og karamellir, ið ein spælur við, meina nógv er ein av frá­greiðingunum um, hví Candy Crush er so vælumtókt. – Bomm eru nakað vit tulka sum ja­ligt og herligt, og tí dáma vit at koma inn í heimin hjá Candy Crush, sigur ein av teknarunum Kiki Olofsson. Umvegis facebook King hevði áður havt nógv spøl, sum mintu um Candy Crush, men stóra broyt­ingin var, at Candy Crush skuldi leggj­ast út á Facebook. Fleiri av eigarunum trúðu ikki upp á hetta og seldu sín part í fyritøkuni. Men tá undangonguspælið Bubble Saga var lagt út 2011, varð tað væl móttikið. Næsta spælið var Candy Crush, og tað hev­ur gingið sera sera væl. At kopla spælið saman við Facebook, og at vinir á Facebook kundu geva spæl­ar­unum nýtt lív gjørdi, at Candy Crush skjótt spreiddi seg til miljónatals brúk­ar­ar. Í berari frustratión yvir at ikki kunna koma víðari til næsta bana ber til til at keypa sær fleiri trekk, og tað er her, King tjenar sínar miljónir. Umleið 5 prosent av teimum 350 milj­ón­un­um, ið spæla Candy Crush, gjalda fyri at sleppa víðari í spælinum. Hetta ljóðar kanska ikki sum nógv, men við so nógvum brúkarum er King ein av spæl­fyritøkunum, ið forvinnur mest peng­ar. Partabrøv Í fjør var fyritøkan skrásett á virð­is­ bræva­marknaðinum í New York, men bleiv ikki so væl móttikin, sum tey høvdu væntað. Fyrsta dagin minkaði virð­ið á partabrævinum við 15,1 pros­ ent­um, tí nógv eru bangin fyri, at King ikki hevur so nógv annað at koma við enn sítt "one-hit-wonder" Candy Crush. Stovnararnir av King arbeiða hart fyri, at hetta gramlið skal leggja seg, og seinastu tíðindini, ið hava at verið at frætt ,er, at Pet Rescue Saga og Farm Heroes Saga eisini ganga væl. Bundin at spælinum Samstundis sum vit eru nógv, ið dáma spæl­ið væl, eru tað eisini tey, sum blíva bund­in av spælinum. Blaðið Daily Mail hevði fyri tíð síð­ani eina grein, har fólk greiddu frá, at tey brúktu túsundtals krónur uppá spæl­ið. – Eg kalli tað fyri "Crack Candy", tí tað er líka torført at gevast við sum crack, sigur Lucy Berkley, ið er 44 ár. Púra burtur í bommspæli