hósdagur 2. oktober 2014síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 112 · 3. oktober 2014
14
VIKUSKIFTI Siðsøga
við Óla Jacobsen
Buldraslig ferð
til Havnar við
handtiknum
manni
Ein áhugaverd søga, sum Kristian kundi greiða frá, var tá ið politisturin Stóri Martin,
skuldi til Havnar við handtiknum manni, og hesin mátti berast í land í Norðradali
A
ftaná kongsvitjanina, sum
greitt varð frá í seinasta parti,
mátti eg so fara einsamallur
aftur til Suðuroyar. Hetta var
hart, eisini fyri synirnar Johan
og Hassadi, sum sóu so lítið til pápa sín. Eg
gjørdi, hvat eg kundi fyri at fáa eitt grund
stykki, sum lá hampiliga væl fyri í bygdini,
men alt tyktist at vera hopleyst.
Í brøvum skrivaði Margretha, at hon bað
til Gud um, at vit skjótt máttu fáa eini hús,
so vit kundu búgva saman aftur. Hon hevði
eisini lært Johan at biðja til Várharra fyri
babba.
Umframt at vera heimleysur á Tvøroyri
var skrivstovan, eg leigaði í fráhaldshúsinum
ikki betri enn góð. Har trekti so illa, at tað var
sera trupult at fáa tað nóg heitt inni.
Stutt eftir kongavitjanina varð Erling fødd
ur, og tað var ikki hissini burður. Hann vigaði
hálvttrettanda pund. Tá ið læknin Heerup sá
drongin, kundi hann
illa trúgva, at hetta
var ein nýføðingur.
Hann mátti vera
minst hálvt ára gam
al!
Meira um grind
og døgling
Sum ískoyti til frá
søgnina fyrr í hesi
røð um grindina í
Vági, kann eg leggja
afturat, at undan
mínari tíð, vórðu
altíð býttir frá eitt
tal av hvalum, sum
blivu seldir á upp
boðssølu. Peningurin
skuldi fíggja gjaldið
til almennar kass
ar, og sýslumaðurin
fekk ómaksgjald av
hesum. Hetta kundi
vera ein góð skipan
innan rímiligt mark.
Tað kundi jú henda,
at ein merktur hvalur
varð burtur, tá kundi
tað vera gott at hava
hvalir til at taka.
Eg hevði hoyrt, at
gamli sýslumaðurin
Gudmund Effersøe
kundi leggja ríkiligt
av hvali til viks, sum
hann so hevði ræðið
á.
Men henda skip
an hóvaði mær ikki.
Allir hvalir komu til
skiftis, og um tað av
eini ella aðrari orsøk
kom at resta í, so greiddi eg tað av mínum
parti sum sýslumaður.
Tað er ein søga um eitt døglingadráp í
Hvalba. Her var eisini hildið, at sýslumaðurin
hevði býtt ríkiligt til sín sjálvs.
Spikið av døglingi hevði eitt ávíst virði.
Lýsið av tí var roknað sum heilivágur, um tað
var smurt á bringuna við lungnabruna. Eis
ini var tað gott móti gikt. Lýsið skuldi eisini
hjálpa móti ormi hjá seyði. Tað luktar heldur
ikki so illa sum annað lýsi.
Sýslumaðurin bræddi lýsið í neystinum. Tá
ið hann fór niðan til húsa við lidna lýsinum
fóru tveir av hansara hundum at berjast mill
um beinini á honum. Úrslitið var, at sýslu
maðurin misti byttuna við tí dýrmæta lýsin
um, sum rann um alt túnið. Tað var ikki frítt
fyri, at tað vóru tey, sum gottaðu sær.
Kendi mun á loppum
Eg kom nógv saman við læknanum Gudmund
Effersøe. Hann var sonur John, sum eitt skifti
var amtslækni í Føroyum. John var sonur
sýslumannin Gudmund.
Vit spældu nógv kort saman og komu eis
ini saman í klubbanum. Tá var nógv til av
loppum, og hann segði tær hava ein serligan
alsk til sín. Hann segði seg enntá kenna mun
á loppubitum, um tær komu úr Valinum ella
Froðba. Tær í Valinum bitu fastari. Tá ið hann
skriðaðu sær, kundu hann siga, at hetta er
“tær lúsa loppurnar úr Kirkwall!” Hetta var
eitt annað heiti fyri Valin.
Sjálvur hevði eg ongantíð trupulleikar av
loppum.
Politisturin Stóri Martin
Politisturin Martin Christiansen var ein rætt
sinnaður maður og ein stór persónligheit.
Hann hevði verið ungur til skips, og hevði
verið illa viðfarin av skiparanum. Hann
mundi eina ferð sligið Martin til avlívs, og
tað var bara hansara kreftum fyri at takka,
at hann hóraði undan.
Tá Martin var settur sum politistur, var
tað eisini vegna hansara framúr kreftir. Hann
hevði góðar gávur, men hevði ikki gingið nak
að serligt í skúla.
Hann var ættaður úr Havn. Petur Alberg
skrivar um pápa hansara í síni dagbók:
Stóri Petur var ein av teimum mongu
originalunum í Havnini tá. Var slaktari og
plagdi at ganga við trimum knívum undir lið
ini ella aftan á bakendanum. Plagdi at slakta,
helst í kjallaranum undir gomlu butikk hjá
Evensen, viðhvørt í pakkhúsinum hjá Lützen
í Kopargøtu.
Í føstuni plagdi hann at ganga grýlu,
men tað var altíð í ljósum. Tá samlaðist all
ur ungdómurin við Eystaru Vág uttan fyri
Trappuhúsini í Bringsnagøtu, har hann búði.
So kom hann út, ræðuligur at sjá við hópi av
tonglum uppi á øllum kroppinum. Ja, det var
dengang.
Martin hevði kanska verið nakað buldras
ligur sum ungur, tí hann var eitt skifti sendur
Losjuhúsini á Tvøroyri, har Kristian Djurhuus hevði skrivstovu fyrstu árini.
Kristian Djurhuus: 28. partur
Martin Christiansen, Stóri Martin, politistur á Tvøroyri.