Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-02, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 2014síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 112 · 3. oktober 2014 15 VIKUSKIFTI til Dímunar. Táverandi bóndin í Dímun, Janus, stýrdi sínum kongaríki við myndugleika og klók­skapi, og Martin hevur uttan iva fingið gagn av hesum. Martin gjørdist ein góður sam­felagsborgari. Hann dugdi kanska ikki so væl at skriva, men hetta fekk starvsfólkið á skrivstovuni hjálpt uppá. Eg havi tó sæð rapp­ortir frá politistum í Havn, sum ikki vóru nak­að frægari. Martin fekk eina vánaliga løn, tá ið eg gjørd­ist sýslumaður. Hann føldi seg illa við­ farn­an av Oliver Effersøe, men tað eydnaðist við hjálp frá kommununi at fáa bøtt um hetta. Hann var so bundin at sínum arbeiði við síni reglu­gerð, at hann fekk einki annað gjørt. Men hetta fekk eg gjørt lagaligari, so hann fekk frí, tá ið tað ikki var so nógv annað at gera. Buldrasliga ferðin til Havnar Martin fortaldi mær eina ferð, um hvussu við­urskiftini kundu vera hansara fyrstu tíð. Sýslu­maðurin hevði handtikið ein mann fyri okkurt brotsverk. Hann vildi eisini hava hand­tøk­una staðfesta í rættinum. Men hetta skuldi sambært lógini gerast innan 24 tímar, og tað skuldi gerast í Havn. Hetta var lættari sagt enn gjørt. Tað var einki ferðasamband til Havnar hendan dagin, men tað var ein motorbátur, sum skuldi til Vest­manna. Sýslumaðurin avtalaði við for­ mann­in á bátinum, at hann á vegnum skuldi seta politistin og tann handtikna av í Kirkju­ bø, so skuldu teir ganga til Havnar. Men tá ið teir komu til Kirkjubøar var so ókyrt, at har var ikki leggjandi at. Tað var tað heldur ikki á Velbastað. Komnir móti Norðradali var hildið, at møgu­leiki var at koma í land. Tað bleiv floyt­ að fyri at fáa bát út, men eingin lætst um vón frá landi av. Helst hava tey einki hoyrt. Mart­ in helt, at hann kundi royna at vaða í land sam­an við tí handtikna, um báturin sigldi nóg nær landið. Men tað vildi tann handtikni ikki, hann vildi ikki gera seg vátan. Tískil tók Martin tann handtikna á bakið og fekk hann turr­an í land. Sjálvur gjørdist hann vátur upp til bróstið. Teir báðir so at klintra niðan úr fjør­uni. Teir komu til tveir bóndagarðar, har teir spurdu um lættastu leið til Havnar. Teir vóru bodnir innar, men Martin mátti siga nei takk. Hann skuldi jú koma til rættin innan 24 tím­ar. Teir fóru so til gongu til Havnar. Tað tek­ur fleiri tímar. Teir komu hagar á morgni, beint sum fútaskrivstovan lat upp. Her fekk Mart­in latið fangan frá sær, og nú var hansara upp­gáva lokin. Tilvildarliga lá eitt far á Havnini, sum skuldi til Tvøroyrar, og Martin slapp við. Hann var framvegis í sínum vátu klæðum, og hann hevði ikki fingið heitan mat síðan hann fór frá húsum. Á ferðini suður fekk hann tó ein kopp av kaffi. Komin suður møtti hann upp hjá sýslu­ mann­inum, sum gav honum loyvi til at fara heim at skifta og eta. Og so aftur til arbeiðis samb. reglugerðini. Samsýningin fyri ferðina var bert nakrar fáar krónur. Tað var annars greitt, at Martin var merkt­ ur av sín tíð við Effersøe sum lærumeistara. Hjá Effersøe vóru tað fyrst og fremst brenni­ víns­menn, hann legði eftir, uttan mun til um teir gjørdu ónáðir ella ikki. Hesum er áður greitt frá. Stuldur og eldáseting kom altíð í aðru røð. Men hetta lagaði seg, tá ið eg gav Martin boð um, hvat eg helt skuldi takast fram um. Martin var eisini limur í kommunustýrinum á Tvør­oyri. Hann varð í hvussu er valdur inn í 1918 á sama lista sum Johanna Mortensen sum fyrr umrøtt í hesi røð. Hjartvar E. Skálagarð hevur í síni politi­ søgu eisini eina umrøðu av Martin. Í apríl 1906 søkti Christian Bærentsen amt­ mað­ur eftir einum “Reservepolitibetjent med Bopæl i Tveraa.” Árliga lønin var kr. 300 um­ framt onkrar viðbøtur. Settur varð Peter Martin Frederik Christi­ an­sen f. 29. Apríl 1881. Hann fekk skrivstovu í vest­ara endanum í gomlu doktarahúsinum. Har vóru eisini tveir klivar. Martin mundi ikki vera nakar kravmikil mað­ur, tí so seint sum í 1941, hevði hann enn onga feriu havt. Men í 1941 gav Kristian Djurhuus honum av sínum eintingum feriu, sum tað sæst í hesi brævi: Politibetjent Martin Christiansen er for­ ment­lig berettiget til en aarlig Ferie paa 14 Dage. Han har dog ikke tidligere haft Ferie, men har jeg nu tilladt ham at holde Ferie i Aar fra den 25 August til 8. September. Udgifterne hermed ialt Kr. 98, formoder jeg skal fordeles mellem Staten og Kommunen, da Poli­ti­betjent Christiansen er saavel stats- som kom­m­u­nalt aflønnet. Tá ið Martin hevði 35 ára starvsdag 1. okt­ ob­er 1942, fekk hann kr. 200 sum “gratiale” úr Sud­erø Syssel Politikasse. Martin helt á sum politistur til 1. oktober 1954. Tá hevði hann verið politistur á Tvøroyri í heili 48 ár. Hann er tískil tann politistur í Før­oy­um, sum hevur verið longst í starvi. Hann doyði 26. februar 1960, 78 ára gamal. Hann var annars fjórði politistur, sum varð sett­ur í Føroyum. Fyrsta borgarliga vígslan á Tvøroyri Ein av mínum uppgávum var at víga fólk, sum vildu giftast borg­ar­liga. Tann fyrsti brúð­ góm­ur­in var bókbindarin Dánjal J. Magn­us­ sen, sum var bapt­ist, og tí ikki vildi vígast í kirkju. Brúðurin var Jacobina, kall­að Bina, f. Samu­el­sen, ætt­að úr Sørvági. Veruliga var sýslumaðurin ikki giftifúti. Men eg fekk heim­ild úr Havn saman við áheit­an um at víga hesi fólk­ini á skrivstovuni. Tað frættist á Tvøroyri um hesa vígslu. Hetta var fyrsta borgarliga vígsla á Tvøroyri. Hetta hev­ur verið ógvuliga for­kunn­ugt, tí kom ein rúgva av fólki at síggja hesa forkunnugu hend­ing. Frammanundan var eg nakað spent­ ur, tí hetta var mín fyrsta vígsla, og tað bleiv ikki betur av øllum hesum mongu fólkum. Eg hevði roynt at læra meg ritu­alið uttanat, men tað gekk ikki, so eg mátti lesa tað upp. Men hetta endaði alt væl, hóast eg mátti leita eft­ir dópsbrævinum hjá brúðrini fyri at siga henn­ara navn rætt. Dánjal J. Magnussen var ein av teimum fyrstu á Tvøroyri í Brøðrasamkomuni. Fyrstu tíð­ina plagdi hann at ganga til Porkeris á møti. Men so byrjaði hann at hava møtir heima hjá sær sjálvum, og seinni bygdi hann salin Elim á Tvøroyri. Dánjal var ættaður úr Porkeri. Sum ungur droymdi hann um antin at gerast fiskimaður ella keypmaður. Hann fór 16 ára gamal til skips og var burturi í sjey ár. Hann kom eisini í onnur lond. Tá fekk hann hug til at flyta av land­in­um, men heilsubrek forðaði honum í hes­um. Hann fór tískil at læra bókbinding í Keypmannahavn hjá einum meistara, sum legði stóran dent á at vera vælgjørdur. Í 1905 byrjaði hann bókbindaravirki á Tvør­ oyri. Tá sá hann, at hann dugdi ov illa rokning og skriving, og hann tók eitt vetrarskeið á há­skúl­an­um, sum hann fekk nógv burturúr. Í 1909 fekk hann bókbindaravirki í egnum hús­um, og umleið 1911 gjørdist hann limur í Dansk Boghandlerforening. Sum frá leið fekk hann sær eisini handil við leikutoy, silvurvørum og øðrum. Tað vóru ser­liga týskar vørur, hann seldi. Ein sonur var Erning, sum giftist við Elly f. Lind­berg, av Tvøroyri. Sum nevnt var Dánjal J. og Jacobina fyrstu hjún Kristian vígdi. Elly greið­ir frá, at tey bæði vóru fyrstu hjún, sum vórðu vígd av Eiler, son Kristian, sum tók við sum sýslumaður eftir pápan. Komandi partur: Í komandi parti fer Kristian til Danmarkar á politiskúla, har leiðarin var Eigil Thune Jacobsen, ið sum løgmálaráðharri undir týsku hersetingini varð noyddur at fremja grovt brot á grundlógina. Jacobina, kona bókbindaran Her í Norðradali mátti Martin vaða í land við handtikna manninum á bakinum. Handilin hjá Bókbindaranum Dánjal J. Magnussen og sonurin Erning