Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. oktober 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. oktober 2014 · Nr. 113 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Virðisløn Elin á Rógvi Barna­mentanar­heiðursløn Tórs­havnar býráðs 2014 verð­ur latin Elini á Rógvi. Elin á Rógvi hevur prógv­ að, at hon megnar at endur­ geva barnamál og tank­ar á ein hátt, sum fer beint í hjartað á børn­unum. Somu­ leiðis megnar hon at tvinna ymsar lista­greinar – dans, sang, skald­skap, sjón­leik og upplestur, so at heil­skapað verk koma burtur­úr. Í 2013-2014 hevur Elin á Rógvi, eins og undanfarin ár, verið virkin og ríkað barna­ mentanar­pallin við barna­ bók­ini Og mamma. Málið er liv­andi og skemtiligt, og bók­in kemur veruliga til sín rætt, tá ið hon verður lisin upp fyri børnum. Eisini hev­ur hon skrivað leikin Sang­ur í mjørka við íblástri úr ritverki Hans Andriasar Djur­huus. Hesin leikur við­ ger eins og bókin týðandi temu og tilveruspurningar. Elin á Rógvi hevur við sín­um rúgvusmikla og við­ kom­andi arbeiði sýnt, at hon spenn­ir víða, hevur hugflog og fjøl­broytt­ar gávur. Kim Simonsen Virðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2014 verð­ur latin Kim Simon­sen fyri yrkinga-savnið »Hvat hjálpir einum mennisk­ja at vakna ein morg­un hesu­ megin hetta ára­túsund­ið« frá 2013. Orð, myndir og upp­ seting skapa eina lista­liga heild, sum lýsir til­veru­ grund­ar­lagið hjá yrkjara­ egn­um. Ferðir seta dám á yrking­ar­nar eins og kær­ leikssorg, keðsemi, tilvild og fjøltáttaða lívfrøðiliga grund­ar­lagið. Hetta eru óundan­slepp­andi megir í lívi­num, ið mynda menn­ iskj­u­na og tilvitið. Yrkingarnar eru álvar­ s­amar og hava vítt út­sýni landafrøðiliga og millum­ tekst­liga. Tíð, stað og rúmd eru í upp­loysn, deyð­in treyt­ar lív­s­ins nat­úr­ligu og enda­leysu ring­rás, har spurn­ing­ur verð­ur sett­ur við, hvørji spor ein­stak­ling­ urin og hvør ein­støk vera seta í fleir­milliar­da livi­tíð jarð­ar­inn­ar. Eirikur Lindenskov Virðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fekk Kim Simonsen, virðislønin fyri yrkisbókmentir varð latin Óla Olsen, Elin á Rógvi fekk ársins barna­mentan­ar­ heiður­sløn, og virðislønina fyri mentanaravrik fekk Mar­greta Næss. Virðisløn M. A. Jacob­sens fyri fagrar bókmentir 2014 verður í ár latin Kim Simon­ sen fyri yrkinga­savn­ið »Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morg­un hesu­ meg­in hetta ára­túsund­ið frá 2013. Nevndin sigur í grundgeving sínari, at savn­ ið er ein listalig heild, har yrk­ing­ar­nar hava vítt út­sýni landa­frøðiliga og millum­ tekst­liga. – Tíð, stað og rúmd eru í upploysn, deyðin treyt­ar lívsins natúrligu og enda­ leysu ringrás, har spurn­ ing­ur verður sett­ur við, hvørji spor ein­stak­ling­ur­in og hvør einstøk vera seta í fleirmilliarda livitíð jarðar­ innar, verður sagt í grund­ gev­ingunum. Virðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir er kr. 35.000 kr. Elin á Rógvi fær barnamentanar­ heiðurslønina Barnamentanar­heiðursløn Tórs­havnar býráðs 2014 verð­ur latin Elini á Rógvi. Nevndin sigur í grundgeving sínari, at Elin hevur prógvað, at hon megnar at endurgeva barna­mál og tankar á ein hátt, sum fer beint í hjartað á børnunum. Somuleiðis megn­ar hon at tvinna ymsar lista­greinar – dans, sang. – Í 2013-2014 hevur Elin á Rógvi, eins og undanfarin ár, verið virkin og ríkað barna­ mentanarpallin við barna­ bókini »Og mam­ma«. Málið er livandi og skemtiligt, og bók­in kemur veruliga til sín rætt, tá ið hon verður lisin upp fyri børnum. Eisini hevur hon skrivað leik­ in »Sangur í mjørka« við íblástri úr ritverki Hans Andreasar Djurhuus. Hes­in leikur viðger eins og bókin týðandi temu og til­veru­ spurn­ing­ar. Barnamentanar­heiðurs­ løn Tórshavnar býráðs er 35.000 kr. Virðislønir til træskipasmíð og ljóðbókagerð Virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir fer í ár til Óla Olsen fyri fyri bókina Siglan­di arvurin – søgan um før­oyskt træskipasmíð frá 2013. Í grundgeving sínari sig­ur nevndin, at bókin er ein spennandi heimur at leita inn í – ein heimur, sum er horvin, men sum nú hevur fing­ið ein minnisvarða. – At smíða skip var týðandi táttur í menn­ing­ ini av føroyska sam­felag­ num undanfarnu øldir­nar. Í bókini greiðir Óli hegnisliga frá hesum ser­merkta hand­ verki, og træ­skipa­smið­ir kring alt landið verða lýstir á liv­andi hátt. Virðisløn M. A. Jacobsens Kim, Óli, Elin og Margreta heiðrað Hósdagin vórðu ársins mentanarheiðurslønir hjá Tórshavnar býráð latna á almennari samkomu í Müllers pakkhúsi Grundgeving: Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens verður latin fólkum, ið verða hildin at hava bókmentaligt og mentanarligt virði. Virðisløn verður latin fyri fagurbókmentaligt verk, fyri yrkisbókmentaligt verk, og fyri annað mentanaravrik. Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens verða lantar á hvørjum ári. Talan er um virðisløn, ið Tórshavnar Býráð letur. Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens hevur verið latin síðani 1958.