Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. oktober 2014síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. oktober 2014 · Nr. 113 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fyri mentanaravrik verður í 2014 latin Margretu Næss, sum tók stig til at flyta tað skriv­aða føroyska orðið yvir í tað talaða. Nevndin sig­ur, at Margreta við sín­ um slóðbrótandi arbeiði inn­an ljóðbókaframleiðslu hev­ur givið teimum, ið ikki eru so stinn í lesing ella eru sjónveik, ein gyltan møgu­ leika at ogna sær kunn­leika og fylgja við í sam­felags­ ligum viður­skiftum. – Hon hevur sjálv lisið bøkur inn og skipað ljóð­ bóka­framleiðsluna og so­ leiðis virkað fyri, at øll kun­nu brúka ljóðbøkur javn­ bjóð­is við aðrar tekstmiðlar. Virðislønir M. A. Jacob­s­ ens fyri yrkis­bók­ment­ir og mentanaravrik eru 35.000 kr. hvør. Virðisløn Margreta Næss Virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2014 verð­ur latin Margretu Næss, sum tók stig til at flyta tað skriv­aða føroyska orðið yvir í tað talaða. Við hesum slóðbrótandi ar­beiði hevur hon givið teim­um, ið ikki eru so stinn í lesing ella eru sjónveik, ein gyltan møguleika at ogna sær kunnleika og fylgja við í samfelagsligum viður­skift­ um. Hon hevur sjálv lisið bøkur inn og skipað ljóð­ bóka­framleiðsluna og soleið­ is virkað fyri, at øll kunnu brúka ljóðbøkur javnbjóðis við aðrar tekstmiðlar. Óli Olsen Virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2014 verður latin Óla Olsen fyri bók­ina Siglandi arvurin – søgan um føroyskt træ­ skipa­smíð frá 2013. At smíða skip var týð­ andi táttur í menningini av føroyska samfelagnum undan­farnu øldirnar. Í bókini greiðir Óli hegnis­ liga frá hesum ser­merk­ta handverki, og træ­skipa­ smið­ir kring alt landið verða lýstir á livandi hátt. Til hetta verkið hevur Óli skrá­ sett motorbátar, sum vórðu smíðaðir í Føroyum, og søgan um nógvar av teim­ um gevur áhugaverda mynd av lívstreytum og liviu­m­ støð­um í 20. øld. Umframt tekstin gera nógvu frálíku mynd­irnar og nærlagda upp­setingin bókina til ein spenn­andi heim at leita inn í – ein heim, sum er horvin, men sum nú hevur fingið ein minnisvarða. Grundgeving: Mads Andreas Jacobsen var føddur í Havn 17. september í 1891 og doyði 31. mai í 1944. Hann var bókavørður og rithøvundur Upphæddin verður ásett av Tórshavnar Býrað. Ein fimmmannanevnd ætlar um og ger av hvør ella hvørji, ið virðisløn skulu fáa. Tórshavnar Býráð velur tríggjar limir í nevndina, Rithøvundafelag Føroya ein og Fróðskaparsetur Føroya ein.