Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. oktober 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. oktober 2014 · Nr. 113 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Dagfinn Olsen Ólavur er av navnframu tónleikaættini, av Kamari­ num, og er meira ella minni vaks­in upp við guitara í hond. Eingin skipað tón­ leikara­undir­vísing var í tíðini tá Ólavur vaks upp, og tí hevur hann, við íblástri frá serstakliga pápa sín­um, sjálvur lært seg at spæla. Sum blaðungur fór hann av landinum at nema sær tón­ leika­útbúgving frá tón­lista­ skúlum í Keyp­manna­havn og París, og hann gjørdist fyrsti føroyingur, ið fekk út­búgv­ing innan klassiskan guita­r. Ólavur, ið í nógv ár hevur fram­ført tónleik sum bæði solist­ur og kamartónleikari, gav í 2012 út sína fyrstu solo­ fløgu, Awake, my Soul, and Sound your Strings. Fløgan, ið hevur eitt breitt úr­val av nýskrivaðum og eldri tónleiki skrivaður fyri guitar, vakti ans í altjóða gittar­um­ hvørvinum. Hon fekk framúr góð ummæli bæði í Føroyum og uttan­lands, og hevur sett før­oyska guitarleikaran á tón­leika­heimskortið. Umframt at virka sum tónleikari, hevur Ólav­ur undirvíst í mong ár. Í løtu­ ni hevur hann farloyvi frá undirvísingini, men hann fæst tó enn við sam­skipan av virkseminum á mið­ náms­tón­leikara­út­búgv­ ing­ini hjá musikskúlanum, har serliga evnaríkir tón­ leikar­ar fyrireika seg til víð­ari tónleikaútbúgving uttanlands. Hetta heystið, fer Ólavur konsertferð. Konsertirnar í Føroyum verða hesar: Konsert var í Fámjin Kirkju sunnu­dagin 5. oktober kl. 15.00 Fuglafjarðar Kirkja hós­ kvøldið 9. oktober kl. 20. Havnar Kirkja leygar­ dagin 11. oktober kl. 11.30 Til kosertins í Famjin sunnu­dagin var fullsett kitkja. Aftaná hesar konsertir held­ur konsertferðin fram í Baltisku londunum, har hann framførir til 16 solo­ kon­sertir. Ólavur sigur, at honum dám­ar væl at spæla í kirkjum og smærri støðum, og so er eittnú Famjin nakað heilst serstak fyri Ólav. – Mínar stórstu upp­liv­ ing­ar hava verið í teim smá kirkjunum kring land­ið m.a. í Hattarvík og í Myki­ nesi. Tað skal eisini nevnast, at eg eri hálvur famjiningur, mamma var úr Famjin, men eg havi   ongantíð havt kon­sert har, sigur Ólavur Jakob­sen, ið júst hevur havt konsertir í Barcelona, Castellón og Granada. Tónleikurin, ið verð­ ur framførdur, er eftir Johann Seb. Bach, William Heinesen, Jógvan Waag­ stein, Fransisco Tárrega og Augustin Barrios. Ólavur fer á øllum konsertum at siga eitt sindur frá um tón­leikin. Konsertfelagið skipar fyri konsertunum, ið allar eru ókeypis. Ungdómshúsið á Toftum, vanliga kallað uh, opnar aftur týsdagin 7. oktober eftir, at hurðarnar hava verið afturlatnar í ein mánað. Nýggj starvsfólk í uh! verða Johnny Olsen úr Klaksvík og Símun Christian Olsen av Toftum, og teir báðir vóna, at húsið fer at fáa líka góða undirtøku ímillum tey ungu, sum tað hevur fingið undanfarin ár. Vælumtókta tilhalds­stað­ ið hjá ungum av Toftum og úr Runavík varð latið aftur fyribils fyrst í september, tá táverandi leiðarin, Arni Zachariassen, fór úr starvi­ num. Síðan hevur nýggj nevnd leitað eftir avloysar­ un­um, sum nú eru funnir. – Vit gleða okkum til týsdagin, sigur Johnny Olsen, sum fyrr hevur arbeitt í Virkishúsinum í Klaksvík. – Vit fara at byggja á arbeiðið, sum er gjørt her farnu árini, men hava eisini nøkur nýggj hugskot. Fyrst og fremst gleða vit okkum til at sleppa at heilsa uppá tey ungu. – Tað eru tey, sum skulu skapa innihaldið í húsinum. Vit skulu bara hjálpa teimum eitt sindur, sigur Johnny Olsen. Virksemið í húsinum er fjølbroytt. Tónleikur, teldur, filmar, spøl, tos og fyrst og fremst vanlig hugnalig samvera mynda dagligdagin. Uh! verður opið týsdag, mikudag og hósdag frá 18:00-22:00 og fríggjadag og leygardag frá 21:00 til 02:00. Ólavur Jakobsen á konsertferð Nú verður høvi at hoyra ein av okkara fremsta klassisku tónleikarum framføra nýggjari og eldri tónleik fyri guitar. Tað er Ólavur Jacoksen, ið undan eini konsertferð í Baltisku londunum, fer at hava tríggjar konsertir í Føroyum Ungdómshúsið á Toftum aftur opið Nú er vælumtókta tilhaldsstaðið hjá ungum av Toftum og úr Runavík opið aftur Mynd: Villiam Soo Joensen