Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. oktober 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. oktober 2014 · Nr. 113 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Býráðspolitikarar í Havn missa neyvan svøvnin av Kommunala Eftirlitinum, sum hevur hugt eftir stóru verkætlanini á Vestaru Vág, har kommunan brúkar 94 milliónir krónur til at seta gamla saltsølubygningin í stand. Ein verkætlan, hvørs enda­mál sambært almennu frágreiðingini hjá Tórshavnar Kommunu er at stimbra og menna vinnulívið í býnum. 22. september sendi Tórs­ havn­ar Kommuna eftir­lit­in­ um sína frágreiðing um málið. 26. september kom Kommu­ nala Eftirlitið við síni niður­ støðu. Og 1. oktober sendi Tórs­havnar Kommuna út tíð­indaskriv við yvirskriftini ”Al­mannamálaráðið blá­ stempl­ar Sjóvinnuhúsið.” Síðani Innlendismálaráðið varð niðurlagt, hevur Kom­ mu­nala Eftir­litið ligið undir Al­manna­mála­ráð­num. – Okkara niðurstøða bygg­ir á ta frágreiðing, sum komm­unan sendi okkum, sigur Hilmar Høgenni, sum samstundis váttar, at eftir­ litið sjálvt hevur einki upp­ søkjandi arbeiði gjørt. Eftirlitið hevur ikki hugt í býráðssamtyktir, hevur ikki hugt eftir tí stóru fram­ løgu, sum Tórshavnar Havn í august í fjør hevði um fram­tíðarætlanirnar við byg­ninginum. Og eftirlitið hevur heldur ikki hugt eftir nøkrum av tí, sum eitt nú býráðspolitikarar alment hava sagt um bygningin. – Nei, okkara niðurstøða byggir á frágreiðingina hjá Tórs­havnar Kommunu, sigur Hilmar Høgenni. Spurnartekin Tvær síður drúgva niður­ støð­an hjá Kommunala Eftir­ litinum er í stóran mun ein endurtøka av frágreiðingini hjá Tórshavnar Kommunu. Men eftirlitið hevur tó í einum føri peikifingurin á lofti. Víst verður á, at Tórshavnar Kommuna má ongantíð taka kommunalt virksemi út úr bygninginum fyri at geva privatu vinnuni betur pláss í Sjóvinnuhúsinum. Víð­ ari sigur eftirlitið, at ”tað er sostatt ikki áhugin fyri leigumálum frá privatum, sum skal verða avgerandi fyri, hvør húsast í bygninginum, men heldur tað kommunala virksemið.” Hilmar Høgenni hevur tó trupult við at útgreina, hvat ítøkiliga liggur í hesum orðingum. Og hann hevur uppaftur meira trupult við at seta orð á, hvussu eftirlitið ætlar sær at hondhevja sína egnu niðurstøðu. – Kommunan sigur í síni frágreiðing, at Tórshavnar Havn brúkar part av bygn­ inginum til sítt virksemi, sigur Hilmar Høgenni, sum tó ikki dugir at siga, hvussu stóran part av bygninginum kommunan sjálv brúkar. Víðari vísir kommunan í frágreiðingini til eftirlitið á, at tann parturin av bygn­ ing­inum, sum kommunan ikki hevur brúkt, hevur ver­ ið leigaður út til ymiskar fyri­tøkur. Tí er talan um framhald av verandi virk­ semi, sigur Tórshavnar Komm­una. Leiðarin fyri Kommunala Eftirlitið dugir ikki at siga, hvussu stórur partur av bygninginum hevur verið leigaður út. Og hann dugir heldur ikki at seta orð ella tøl á, um og í sofall hvussu nógvir fermetrar afturat av gamla bygninginum kunnu brúkast, eftir at umfatandi umvælingararbeiðið er lið­ ugt. Hilmar Høgenni váttar, at Kommunala Eftirlitið hevur einki gjørt fyri at definera tann yvirskotskapasitet, sum sambært kommununi er í bygninginum. Tí spyrja vit hann, hvussu hann so ætlar at hondhevja sína egnu niðurstøðu: – Nú mugu vit fyrst síggja, hvussu leikur fer fram, ljóðar lunkaða svarið hjá Hilmari Høgenni, áðrenn hann skundar sær at leggja afturat: – Vísir tað seg, at bygn­ ingurin verður settur í stand og einki kommunalt virksemi verður eftir í honum, so tænir íløgan ikki endamálinum. Uppgávan hjá Kommunala Eftirlitinum er millum ann­ að at hava eftirlit við, um kommu­nalar íløgur tæna ein­um kommunalum enda­ máli. Hevði ikki verið rætt­ari at definera, hvør yvir­skots­ kapasi­tetur er í bygn­ing­in­ um? – Vit vita, at ávís leigumál vóru inni í bygninginum áðr­enn, og yvirskipað hev­ ur kommunan sagt, at virk­ semi hjá Tórshavnar Havn framhaldandi skal vera inni har, svarar Hilmar Høgenni, sum sigur seg hava skilt, at umvælingararbeiðið eis­ini kann skapa ein størri yvir­ skots­kapasitet. Er tað í tráð við kommu­ nala endamálið, at ein komm­ una ger íløgur í ein bygn­ing, sum skapa ein størri yvir­ skotskapasitet, sum síðani verður leigaður út? – Tað kann eg ikki svara tær upp á standandi fót, sigur Hilmar Høgenni. Eftirlitið Kommunala Eftirlitið hev­ur boðað Tórshavnar Komm­ unu frá, at eftirlitið metir ikki, at grundarlag er fyri at gera meira við málið. Kortini spyrja vit Hilmar Høgenni, hvussu hann ætlar sær at hondhevja sína egnu niðurstøðu, har sagt verður at ”kommunan ongantíð má taka kommunalt virksemi út úr bygninginum fyri at geva privatu vinnuni betur pláss í Sjóvinnuhúsinum,” og at ”tað er sostatt ikki áhugin fyri leigumálum frá privatum, sum skal verða avgerandi fyri, hvør húsast í bygninginum, men heldur tað kommunala virksemi.” – Tað mugu vit bara venda aftur til, sigur Hilm­ ar Høgenni, sum tó ikki hevur lagt til rættis nakra uppfylging í sínum eftir­ litisarbeiði. Hvussu kanst tú í fram­ tíðini meta um, hvørt virk­ semið í Sjóvinnuhúsinum tá í størri mun er privat, held­ur enn kommunalt, tá tú ikki kennir lutfallið í dag. Tú hevur væl einki at saman­ bera við? – Tað mugu vit bara venda aftur til, endurtekur leiðarin fyri Kommunala Eftirlitið, Hilmar Høgenni. Gummi niðurstøða um Sjóvinnuhús Kommunala Eftirlitið setir Tórshavnar Kommunu krøv, sum eftirlitið sjálvt ikki dugir at definera. – Vísir veruleikin seg at vera ein annar, enn kommunan lýsir í frágreiðing til eftirlitið, so mugu vit møguliga hyggja aftur eftir málinum, sigur Hilmar Høgenni Niðurstøðan hjá Hilmari Høgenni í málinum um Sjóvinnuhúsið var somikið bleyt, at Tórshavnar Kommuna aftaná alment boðaði frá, at Kommunala Eftirlitið hevði ”blástemplað Sjóvinnuhúsið.” Fríggjadagin viðgjørdi Sosialurin stóru íløguna í gamla saltsølubygningin, sum Tórshavnar Kommuna umvælir fyri 94 milliónir krónur. Meðan kommunan alment sigur endamálið við íløguni vera at skapa bestu karmar fyri vinnulívið í býnum, so sigur kommunan í svarinum til Kommunala Eftirlitið, at høvuðsendamálið er at viðlíkahalda ein bygning, sum annars hevði farið fyri skeytið.