mánadagur 6. oktober 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. oktober 2014 · Nr. 113
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fjølmiðlarnir hava tað ikki
lætt í Føroyum. Serliga teir
privatu hava torført at fáa
endarnar at røkka saman,
men nú sær tað út til, at al
mennu Føroyar fara at rætta
teimum eina hjálpandi hond.
Í uppskoti til fíggjarlóg
hevur
mentamálaráðið
sett nakað av peningi av til
fjølmiðlarnar – bæði til út
breiðslu og til redaktiónir
nar.
Tvær milljónir eru settar
av til miðlarnar, men ongar
fortreytir eru settar upp,
hvussu peningurin skal lat
ast.
Í uppskotinum stendur,
at
mentamálaráðið
skal
koma við einum uppskoti
til, hvussu stuðulin verður
veittur privatu fjølmiðlun
um. Umboð fyri samgonguna
siga, at semja er um, at tvær
miljónir verða brúktar til
hetta endamálið næsta ár.
750.000 krónur til
Hugasambandið
Tað var eitt gott hugskot, tá ið Talvsamband Føroya og
Bridgesamband Føroya stovnsettu Hugasamband Før
oya, sum eitt ítróttarsamband, har kropsítróttur ikki er
nummar eitt, men heldur tað at brúka aðrar partar av
kroppinum í frítíðarítrivinum.
Gjøgnum árini hevur hetta givið talvi og brigde
fleiri møguleikar, tí Hugasamband Føroya fær játtan
á fíggjarlógini. Í 2012 450.00 krónur, í ár 750.000 krónur
og tað sama er sett av á fíggjarlógiaruppskotinum fyri
2015.
Góðar fýra miljónir
til sendinetið
Kringvarp Føroya verður fyri tað mesta fíggjað við
kringvarpsgjaldi, lýsingum og spæli, men ein partur
verður eisini latin beinleiðis yvir fíggjarlógina.
Talan er um teir pengar, sum verða brúktir til at fáa
signalið frá Kringvarpinum varpað út til móttakararnar
– lurtarar og hyggjarar.
Fyri 2015 eru góðar fýra milljónir settar av til hetta
endamál – tað er á leið tað sama, sum seinastu árini.
Kringvarpið sjálvt umsitur ikki játtanina, men tað ger
Føroya Tele.
Føroya Tele stendur fyri øllum viðlíkahaldi av sendi
støðunum kring landið.
Minni
til ferðslutrygd
Ráðið fyri Ferðslutrygd fer at gera minni komandi
árini – í hvussu so er hevur landsstýrið skotið upp, at
Ferðslutrygd skal hava 20 prosent minni í stuðulsjáttan.
Ferðslutrygd hevur seinastu trý árini fingið eina
miljón um árið í stuðli, men eftir uppskotinum til fíggj
arlóg at døma, so verður hendan játtan lækkað niður í
800.000 krónur.
Tryggingarfeløgini
lata
vanliga
Ferðslutrygd
900.000 krónur, meðan limagjald og aðrar inntøkur
geva Ferðslutrygd 200.000 krónur.
Ráðið fyri Ferðslutrygd skal bøta um ferðsluvanar
hjá føroyingum við upplýsing og fjølbroyttum fyritaks
semi.
Politiska heystið byrjar av
álvara í morgin, tá ið Løg
tingið fer undir 1. viðgerð av
uppskotinum til fíggjarlóg
fyri 2015.
Fíggarlógaruppskotið
javnvigar við á leið 4,4 milj
ardum og hallið í 2015 verður
á leið 140 miljónir krónur.
Landsstýrið sigur, at sjálv
ur raksturin ber seg næsta
ár, men av tí at fleiri íløgur
verða gjørdar, so verður hall
á fíggjarlógini uppá 140 milj
ónir krónur.
Tá ið uppskotið var lagt
fram alment, boðaði lands
stýrið eisini frá, at í 2016 javn
vigar fíggjarlógin.
Týdning
At tað hevur týdning, at
fíggjarlógin javnvigar, fingu
vit ein greiðan boðskap um í
hesi vikuni, tá ið metingar-
fyritøkan Moody’s lat eina
frágreiðing og meting av før
oyska búskapinum.
Kredittmetingin er tann
sama – Aa3 – men meting
arfyritøkan sigur greitt, at
skulu vit varðveita meting
ina, so er neyðugt at vit fáa
javnvág á fíggjarlógina og
at vit byrja at gjalda skuld
aftur. Sambært fyritøkuni
skylda Føroyar 5,3 miljardir
krónur, sum altso er meira
enn hvat fæst inn við skatt
um og avgjøldum eitt fíggj
arár.
Moody’s sigur greitt, at
verður hetta ikki gjørt, so er
sannlíkt at kredittmetingin
fer at lækka.
Góðar tíðir
Andstøðuflokkarnir
hava
sjálvandi gjørt viðmerkingar
til fíggjarlógaruppskotið.
Flokkarnir eru gjøgnum
gangandi glaðir fyri, at tað
gongur væl í samfelagnum
nú, og at tað sæst aftur í
fíggjarlógaruppskotinum.
Hinvegin siga teir eisini, at
hendan gongdin átti at gjørt,
at hallið á fíggjarlógin var
burtur longu nú.
Flokkarnir vísa á, at ein
nýskipan av fiskivinnuni er
grundleggjandi fyri, at hallið
á fíggjarlógini fæst burtur.
Á framløgufundinum í
fíggjarmálaráðnum
segði
Jørgen Niclassen, landsstýr
ismaður við fíggjarmálum,
at formennirnir í samgongu
flokkunum, Kaj Leo Holm Jo
hannesen, Sambandsflokk
urin, og Jenis av Rana, Mið
flokkurin, og hann sjálvur,
formaður í Fólkaflokkinum,
vóru samdir um, at ein semja
um nýskipan av fiskivinn
uni skal fyriliggja 1. februar
næsta ár.
Bygnaðarligt hall
Fyri nøkrum árum síðani var
tosað nógv um, at Føroyar
hava eitt bygnaðarligt hall –
altso eitt hall sum ikki kemst
av svingandi konjunkturum,
men sum kemur, tí vit al
ment ikki megna at fáa við
urskiftini millum inntøkur
og útreiðslur á fíggjarlógini
at hanga saman.
Formaður Javnaðarfloks
ins, Aksel V. Johannesen, sig
ur, at hann tá ikki var heilt
samdur í metingini, tí tá vóru
Føroyar eins og nógv onnur
lond í einari búskapar- og
fíggjarkreppu.
Nú er støðan ein onnur,
heldur hann:
– Tá ið vit framvegis, með
an vit hava hákonjunktur,
hava hall á fíggjarlógini, so
haldi eg, at ein kann siga,
at talan er um bygnaðarligt
hall.
Viðgerðin av fíggjarlógini
fyri 2015 er av álvara fyrsta
stigið í komandi valstríðnum.
Val verður í seinasta lagi í
oktober komandi ár.
Í morgin verður farið undir 1. viðgerð av seinastu fíggjarlógini,
sum hendan samgongan ger undan komandi valinum
Politiski valdysturin
byrjar av álvara nú
Tvær miljónir til privatu
fjølmiðlarnar
Avgerast í oktober
hvar tjóðleikhús
skal byggjast
Í oktober verður eftir ætlan
avgjørt, hvar eitt nýtt tjóð
leikhús skal byggjast.
Í løtuni eru samráðingar
millum eina bygginevnd og
Tórshavnar Býráð, um hvar
eitt leikhús kann byggjast.
Á
langtíðarløguætlanini
eru 50 miljónir krónur sett
ar av til at byggja leikhús,
men ongir pengar eru á
uppskotinum til fíggjarlóg
fyri 2015.
Afturfyri
verða
4,8
óbrúktar miljónir fluttar
frá í ár til næsta ár, so til
ber at gera eina byggiskrá.
Í viðmerkingunum til
fígg jarlógaruppskotið
verður sagt, at ein verk
lagslóg helst verður løgd
fyri Løgtingið á vári 2015
og eftir langtíðarløguætl
anini, so skal nýtt tjóðleik
hús standa liðugt í 2019.