mánadagur 6. oktober 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. oktober 2014 · Nr. 113
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Danjal av Rana
Guðrið Højgaard tók við
sum stjóri á Ferðaráðið
Føroya í 1. mai í 2012. Ráðið
var tá endurstovnað undir
Vinnumálaráðnum, eftir at
tað hevði verið fyri nógvum
broytingum seinastu árini
og at enda lagt undir Uttan
ríkismálaráðið, áðrenn tað
bleiv heilt avtikið.
Síðani Guðrið Højgaard
tók við, er felagið blivið al
samt meiri sjónligt, og sam
bært fleiri av luttakarunum
á Vestnorden Travel Mart,
er tað í stóran mun Guðrið
Højgaard at takka.
Anders
Stenbakken,
stjóri í Visit Greenland og
formaður í NATA, er púra
avgjørdur.
–
Ein
stór
broyting
er hend, eftir at Guðrið
Højgaard tók við. Áður var
tað ógreitt, hvat Føroyar
høvdu at bjóða. Hon hevur
megnað at givið føroyska
produktinum eina klára
rødd, sum ger tað nógv
lættari at marknaðarføra
Føroyar úti í heimi. Nýggja
lýsingarátakið við un-orð
unum er eitt gott dømi um
hetta, sigur hann.
Kent Christensen, stjóri
á Make Travel, heldur, at
partur av góðu gongdini má
tilskrivast góða samband
inum, Guðrið Højgaard hev
ur við politisku skipanina.
– Guðrið hevur megnað
at fingið nógv sterkari polit
iska undirtøku enn undan
gongumenn hennara, og tað
er alneyðugt í hesi vinnuni,
sigur
Kent
Christensen.
Ferðavinnuni í Føroyum
er neyvan lív lagað uttan
politiskan stuðul, og tí er
tað so týdningarmikið, at
stjórin í Visit Faroe Islands
hevur politiskan tokka. Og
tað hevur Guðrið Højaard
uttan iva, sigur hann.
Visit Faroe Islands hev
ur
seinastu
árini
verið
serliga sjónligt við síni un-
lýsingarátakið, har Føroyar
verða lýstar við ymiskum
enskum orðum, ið byrja við
forskoytinum un. Í nýggastu
kykmyndalýsingini síggja
vit orð sum untamed, un
complicated
og
uncon
quered.
Kent Christensen sigur,
at tað tykist sum Guðrið alla
tíðina hevur meiri at geva.
– Ein fær ongantíð ta
kensluna, at nú hevur hon
einki vápn eftir í arsenalin
um. Tað gongur bara stutt
tíð, frá eitt átak er sett í
verk, til hon er í gongd við
næsta átakið.
Svend Aage Ellefsen, eig
ari av Hotel Streym, sigur,
at størsta broytingin er, at
ferðavinnuarbeiði er komið
í fasta legu.
– Tað var so nógv órógv
í fleiri ár. Ferðaráðið skifti
navn og skap í heilum og
varð flutt millum stovnar
og aðalráð og til endans
endurstovnað undir vinnu
málaráðnum. Tað er torført
at arbeiða undir so skiftandi
og óregligum umstøðum.
Hann heldur, at arbeiðið
sum Guðrið Højgaard og
onnur hava gjørt við at
skipa Visit Faroe Islands
sum eitt alment partafelag,
er tann rætta leiðin.
– Nú verður tað meiri
stabilt. Felagið fær fríari
teymar at nýta játtanina hjá
sær, umframt, at játtanin
ikki má og skal brúkast í
inniverandi fíggjarári, men
kann flytast inn í komandi
fíggjarár. Hetta fær at skapa
grundarlag
fyri
einum
nógv størri kontinuiteti í
arbeiðinum hjá felagnum,
sigur Svend Aage Ellefsen.
Inga Hlín Pálsdóttir, stjóri
í Promote Iceland, er eisini
bergtikin av stjóranum á
Visit Faroe Islands. Hon
leggur serliga dent á, at
samstarvið í útnorðri er
nógv broytt, síðani Guðrið
Højgaard tók við sum stjóri
á Visit Faroe Islands.
– Samstarvið er nógv
betri nú. Vit hava ikki
bara fingið ein lim afturat
í NATA, men ein ógvuliga
virknan lim. Hon er íðin
og als ikki bangin fyri at
taka við ábyrgd. Hetta
smittar av á hinar limirnar
í samstarvinum, sigur Inga
Hlín
Pálsdóttir.
Guðrið
Højgaard tekur við for
manssessinum í NATA 1.
januar, eftir Anders Sten
bakken.
Tað tykist, sum tey flestu
eru viss í, at ferðavinnan
í Føroyum er í tryggum
hondum, so leingi sum
Guðrið Højgaard stendur
við róðrið.
Danjal av Rana
Eitt av aðalmálunum hjá
Visit Faroe Islands er at økja
um ferðafólkatølini í Før
oyum lágárstíð. Eitt nýtt
lýsingarátak er júst farið av
bakkastokki, ið lýsir Føroyum
um veturin, millum annað
við einum nýggjum filmi.
Ein
onnur
roynd
hjá
Visit Faroe Islands at draga
ferðafólk hendan vegin í
lágárstíð, er at marknaðarføra
Føroyar sum eitt ferðamál
fyri fyritøkur og stovnar, sum
skulu skipa fyri ráðstevnum,
starvsfólkafundum, leiðslu
fundum, ársmøtum og so
framvegis, tann sokallaði
MICE-marknaðurin.
Í síni marknaðarføring
leggur Visit Faroe Islands
millum annað dent á, at Før
oyar ikki eru so fjarskotnar
kortini. Tað tekur einans eini
tveir, tríggjar tímar at náa
Føroyum úr fastlandsevropa.
Harumframt eru umstøður
nar at skipa fyri ráðstevnum
og øðrum fundum í Føroyum
sera góðar. Umframt tvey
fýra-stjørnu
hotell,
hava
vit eisini ein fimm-stjørnu
fundardepil, nevniliga Norð
urlandahúsið. Seinastu árini
er eisini ein stór menning
farin fram innan frítíðar
virksemi. Nýggir veitarar
sum Coastzone og Rib62
veita júst slíkar tænastur,
sum tílíkar fyritøkur ynskja
á starvsfólka- og leiðslu
fundum, til toymismenning
og annað.
Annleyg
Lamhauge,
MICE marknaðarleiðari á
Visit Faroe Islands, sigur, at
tey royna at marknaðarføra
Føroyar sum tað nýggja
staðið.
–
Nógvar
av
hesum
fyritøkunum hava verið í
London, París og Dubai. Nú
leita tey eftir onkrum, sum
er heilt annarleiðis, og tað
kunnu vit bjóða, sigur hon.
– Vit arbeiða hart fyri at
gerast sjónlig á marknaðinum
og at tryggja okkum, at fólk
hugsa um Føroyar, tá tey
skulu fyrireika teirra næsta
starvsfólkatúr, sigur Annleyg
Lamhauge.
Visit
Faroe
Islands
er til staðar á ymiskum
MICE-ferðavinnustevnum
uttanlands, umframt at tey
bjóða fólkum, ið fáast við
bóking av slíkum túrum, til
Føroya at síggja, hvat Føroyar
kunnu bjóða.
– Tey, sum hava verið her,
hava verið sera væl nøgd og
vísa stóran áhuga, at koma
til Føroya við størri bólkum,
sigur Annleyg Lamhauge,
sum nevnir, at fyri kortum
vóru eini 200 starvsfólk úr
danskari fyritøku á starvs
fólkafundi í Føroyum.
– Fyri fólk flest eru Før
oyar ókendar og tí eisini
spennandi. Vit kunnu bjóða
fyrstafloks
umstøður
til
ráðstevnur og fundir, góðar
umstøður
til
gisting
og
mat, og síðani er nógv at
takast við, tá fundurin er
liðugur. Tá eru veitarar sum
CoastZone or Rib62 klárir
at geva ferðafólkunum eina
uppliving, sum tey neyvan
fáa nakra aðrastaðni í heim
inum.
Annleyg Lamhauge sigur,
at sokallaði MICE-ferðafólk
eisini geva restini av vinnuni
nógv meiri enn vanlig ferða
fólk.
– Í vinnuni verður sagt,
at vanlig ferðafólk leggja
um 1.000 krónur eftir seg
fyri døgnið, meðan MICE-
ferðafólk leggja um 3.000
krónur eftir seg. Av tí at
fyritøkurnar gjalda fyri ferð,
gisting, mat og frítíðarvirk
semi, hava tey nógv meiri
pening tøkan til egna nýtslu,
enn
vanliga
ferðafólkið.
Hetta er peningur, sum so
verður nýttur í handlum,
í caféum og kanska eisini
í náttarlívinum. Møguliga
eru tølini eitt sindur lægri í
Føroyum, men mynsturið er
greitt.
Føroyar hava eina ferða
vinnu í menning, og um
summarið er heilt fitt av
ferðafólki í Føroyum. Vónin
hjá Visit Faroe Islands er,
at nýggja lýsingarátakið og
MICE-marknaðarføringin,
fara at fylla tey seingjar
plássini, sum standa tóm
restina av árinum.
- Hetta veitir eisini øðrum
veitarum
eina
hjálpandi
hond. Við at leingja sesongina
hjá
gistingarhúsunum,
leingja vit vónandi eisini
sesongina hjá frítíðarvirk
semisveitarunum. Nógv av
hesum virksemi er jú tílíkt,
sum føroyingar eisini njóta
gott av, og tískil er bara
gleðiligt, um vit, við at draga
ferðafólk hendan vegin, eisini
kunnu betra um tilboðið til
føroyingar í Føroyum, sigur
Annleyg Lamhauge.
Guðrið hevur sett røttu kósina
Umboð fyri ferðavinnuna, bæði í Føroyum og í útlandinum, eru bergtikin
av Guðrið Højgaard, stjóra á Visit Faroe Islands
Hava verið í London, París og Dubai – nú skulu tey dragast til Føroya. Visit Faroe Islands vilja hava
útlendskar fyritøkur at skipa fyri ráðstevnum, starvsfólkafundum og leiðslufundum í Føroyum
Skulu lokka vinnu
ferðandi til føroya
Annleyg Lamhauge, MICE marknaðarleiðari
á Visit Faroe Islands