Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. oktober 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. oktober 2014 · Nr. 113 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vit eiga at brúka allar resurs­ urnar, sum samfelagið hevur. Ein samansettur skarði av politikarum er náttúrliga meira fjølbroyttur enn ein ein­s­táttaður skarði. – Við einum meira fjøl­ broyttum politikki hevði man fingið byrt upundir eina mentan sum er meira tolin. – Tað eigur ikki bara at vera ein ávísur samfelagsbólkur, sum tekur allar avgerðirnar í samfelagnum, tá nýta vit ikki resursurnar nóg væl. Tað er flestu føroyingum kunnugt, at fólkafráflyting leingi hevur verið ein trupul­ leiki í Føroyum. Serliga kvinn­ ur og ung vera verandi uttan­ lands eftir loknan lesnað. Rákið er, at tey leita sær til stórbýir har fjølbroytni ræður. Erika Hayfield vísir á, at eitt samfelag, sum ikki fevnir breitt, ikki er lokkandi fyri tey ungu at venda heimaftur til. Hon heldur, at vit eiga at tryggja okkum, at vit eru eitt samfelag, sum tey tíma at koma heim aftur til eftir loknan lesnað. – Tað, at tey ungu siga, at Føroyar ikki eru nóg fjøl­ broyttar eiga vit at hava í huga um vit vilja tryggja okk­um í framtíðini. Lítið samfelag og sosialt eftirlit Okkara samfelag er so lítið og tørvur er á einari breiðari politiskari umboðan. Men hetta kann vera trupult, tá samfelagið er so lítið og sosiala eftirlitið so sterkt. Tað, at sosiala eftirlitið er so sterkt ger, at mann hevur lyndi til at tillaga sín atburð til tað samfelagið, mann er í. Ein skal vera sterkur fyri at standa seg sum politikari í einum lítlum samfelagi og klára at verða útstillaður. – Tað er stutt millum politik­ararnar og fólkið, og vit skulu fyrihalda okkum til hvønn annan á fleiri frontum. Eitt nú kunnu tvey hava kjakast í politikki á morgni og sita í sama føðingardegi um kvøldi. Tá tað er so stutt millum politiska lívið og tað vanliga lívið, kann tað kennast eyka ógvusligt at verða sjónligur í einum so lítlum samfelag sum okkara. Hesum munnu fleiri halda seg burtur frá, og tí kann málið um fjølbroytni ofta tykjast fjart. Siðbundin kynsmentan Í Føroyum hava vit eina sið­ bundna kynsmentan, sum sæst aftur í politikki. Tey so­kallaðu maskulini virðini verða raðfest hægri, meðan tey kvinnuligu virðini fylla minni. Tá vit tosa um væl­ferðar­ skipanir vísir gransking, at vit í Føroyum hava eitt væl­ ferðar­mynstur, sum ber brá av at vera sokallað ”famili­alt”. Tað merkir, at har væl­ferðar­ skipanir ikki nøkta tørvin, t. d. vantandi røkt til eldri borgarar, verður væntað, at tað eru familjurnar sum taka um endan. Í roynd og veru merkir hetta, at tað eru kvinnurnar, ið taka um end­ an. – Kynsbýti, sum vit síggja í politikki er ein avspeglan av tí siðbundu kynsmentanini, sum valdar í Føroyum. Og hetta veksa ungar gentur og dreingir upp og gerast partur av. Erika Hayfield peikar á, at vit bera kynsmentanina víðari til børnini. Vit hava lyndi at avmarka dreingir og gentur við bert at vísa javnstøða Manglandi fjøl er ein trupulle Politiska landslagið skal avspegla tað fjøbroytni, sum ræður í samfelagnum. Ein ov smal umboðan á tingi hevur tað við sær, at okkara mentan ikki er nóg fjølbroytt og tolin. Hetta heldur Erika Hayfield, Ph.D., adjunktur í samfelagsvísindum Mann skal tora at halda seg – Um ein kvinna vil koma fram í politikki skal hon vera áhaldin og treisk. Og hon skal ikki taka tað ov nær, um hon fær eitt lítið skump, sigur Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri javnaðarflokkin Ruth Winther Poulsen Seinastu árini er talið av kvinnum á tingi hækkað nógv, og í dag er ein triðingur av Løgtinginum kvinnur. Men tað er als einki løgið í, at fleiri menn eru at síggja í okkara skipan, tí politiska spælið er meira natúrligt fyri teir. – Politikkur er ein kapp­ ingar­heimur, og tað ræður um at halda seg framat, um ein vil vera verandi. Tað sigur tingkvinnan Eyð­ gunn Samuelsen, sum síð­ani 2008 hevur umboðað Javn­ aðarflokkin á tingi. Tað eru meira manslig virðir, sum eru dominerandi, og tískil kann politiska spælið til tíðir vera meira nattúr­ligt fyri menn enn kvinn­ur. Sjálv hevur Eyðgunn Samuelsen nøkur ár á baki á politiska pallinum, men hon heldur, at tað kann tykjast hart fyri eina kvinnu, tá hon er nýggj á økinum. – Hóast ein triðingur í løgtinginum er kvinnur, so er tað meira mansdominerað. Men tað er ikki nógv øðrvísi enn um ein fer í eitt starv, har fleiri menn starvast, sigur Eyðgunn Samuelsen. Kvinnur skulu við í dagliga arbeiðið Um politiskir flokkar vilja hava fleiri kvinnur við, er neyðugt at fáa tær við í dagliga arbeiðið í flokkinum. Tað nyttar ikki at fara at hugsa um at fáa tær við tá val verður útskrivað. Kvinnnur leypa ikki bara útí tað, tær vilja hava tíð at hugsa seg um og venja seg við tankan. Erika Hayfield, Ph.D., adjunktur í samfelagsvísindum Eyðgunn Samuelsen, løgtingkvinna fyri Javnaðarflokkin