Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. oktober 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. oktober 2014 · Nr. 113 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jógvan Arge býráðslimur í Havn fyri Tjóðveldi Semjan, ið tyktist vera í sam­gonguni í Tórshavnar bý­ráð um skattaprosentið næsta ár, helt ikki leingi. So seint sum fyrradagin sam­tyktu allir fýra sam­ gongu­lim­ir­nir í fíggj­ar­ nevnd­ini at leggja fyri bý­ráð­ið uppskot til fíggj­ ar­ætl­an fyri næsta ár við sama skattaprosenti sum í ár, 20,25% Í dag komu tey tíðindi, at sambandsmaðurin í sam­ gong­uni hjá javn­að­ar­flokk­ in­um, fólka­flokk­in­um og sam­bands­flokk­in­um, Ann­ finn Brekk­stein, yv­ir­høv­ur ikki meinti tað, sum hann bæði atkvøddi fyri og skriv­ aði undir at leggja fram týs­ dag­in. Nú vil hann lækka skatta­prosentið niður á 20.00%, ella 0.25%. Onki orð varð grett um hesa ósemju í bý­ráðs­sam­ gong­uni hendan dagin, fíggj­ar­ætl­an­in var fyri í fíggj­ar­nevnd­ini. Men hetta kann merkja, at antin tekur øll sam­ gong­an undir við at lækka skatta­prosentið ella fær sambandsmaðurin dura­ fjórð­ing­in úr tí, sum eftir er av breiða samstarvinum. Tveir eru kostirnir. Samgongan hevur sit­ ið við fíggjarætlanini síð­ani 10. september, og all­ir samgongulimirnir í fíggjarnevndini tóku í fyrra­dagin undir við at leggja eitt uppskot fyri bý­ ráð­ið, sum javnvigar við 624 mió kr við skatta­pros­ent­in­ um 20,25. Minnilutin Tjóðveldi tók ikki støðu til innihaldið í upp­skot­inum á fundinum týs­dag­in, tí floksins um­ boð hava ikki verið við í við­gerð­ini síðani 10. sept­ emb­er, tá umsitingin legði fram eitt uppskot, sum í høvuðsheitum var fram­ skriv­ing av tølum frá 2014. Samgonguflokkarnir hava broytt tølini so mikið síð­ani, at teimum hevur eydn­ast at fáa íløgurnar næsta ár úr 100 mió kr upp í 110 mió kr. Býráðsnevndirnar fara í næstum at viðgera fíggj­ ar­ætl­an­ina. Har fáa allir bý­ráðs­l­im­ir høvi til at seta seg inn í fíggjarætlanina fyri tey øki, teir hava við at gera. Seinni skal fíggj­ ar­ætl­anaruppskotið h­ava tvær viðgerðir í býráðnum og samtykkjast endaliga har fyri 1. desember. kjak Frank Davidsen Sambært sitandi fíggj­ar­ mála­ráð­harra so fær tað ógv­ us­lig­ar avleið­ing­ar, um reyða samgongan, sum vænt­andi er, kem­ur fram at vald­in­um kom­andi løg­tings­val. Hækk­ að­ur skatt­ur og og hækkandi av­gjøld á fiskivinnuna verð­ ur sam­bært fíggj­ar­mála­ráð­ harr­an­um av­leið­ing­in, um reyða sam­gong­an vinn­ur kom­andi løg­tings­val. Spottarin kemur í spott­ ar­ans stað verður ofta tik­ið til.  Tí størsta avgjalds­veitsla nakr­an­tíð inn­an før­oyska fiski­vinnu, hana hevur tann før­oyski fólkaflokkurin sam­ an við sambandsflokkinum staðið fyri. Tað kemur helst at tátt­ að út í móti 3/4 milliard, sum fólkaflokkurin hevur tik­ ið út úr fiskivinnuni hetta valskeiðið. Ístaðin fyri at lagt tað soleiðis til­rætt­is, at manningarnar vóru und­ an­tikn­ar, so bera før­oysku fiski­menninir sín stóra part av hes­u­m av­gjald­i. Skattur hevur altíð verið av tí ónda hjá hesum flokki. Hin­vegin so ristu teir ikki á hondunum, tá teir undan jól­um í 2011 í óðum verkum tóku stig til at forskatta pen­ sí­ónirnar hjá framtíðar pen­ sión­ist­um. Eitt tiltak, sum er eitt eindømi í framkomna heim­inum. Og sum sambært al­tjóða fíggjarfrøðingum, so kem­ur tað at fáa álvarsligar av­leið­ingar seinri,   tá hesin pen­ing­ur skal verða við til at gjalda útreiðslurnar til heilsu­verkið. Eina milliard, ella 1000 milli­ónir, hevur sitandi sam­ gonga stolið frá framtíðar pen­si­ón­ist­um, tá hetta sam­ gongu­skeiðið er av. Men hvat ger tað, tá somu menn sam­ stundis hava tryggjað sær eina framtíðarpensión, sum somu pensiónistar hava ver­ ið við til at goldið yvir skatt­ in. Ístaðin fyri at leggja upp til, at tær almennu íløgurnar vórðu javnt býttar yvir alt løg­tings­skeiðið, so skal alt tað al­menna íløguvirksemi uppá kanska 1 milliard brenn­ast av, nú tað stundar til løg­tings­val um eitt gott ár. Samstundis hevur priv­ at vinnan bara í ár gjørt veldugar íløgur, bara fyri at nevna Fuglafjørður Pelacic, Luna og Bakkafrost, fyri kanska 1/2 milliard. Bank Nordic ger í løtuni ein bygn­ ing sum kost­ar 1/4 miili­ard. Harnæst hava vit verið væl­sign­aði við, at grunnar okk­ara hava verið fyltir av havs­ins silv­uri, sum hev­ur giv­ið hundr­að­tals av arb­eiðs­ plássum. At vit við einum upp­ hit­að­um búskapi ikki hava sett spón­in í, so­leið­is at fiski­vinnu­tjóð­in Før­oy­ar fram­veg­is skal dúva upp ein skjótt 40 ára gamlan rust­að­an trolarar sum hav­ rann­sókn­ar­skip, tað er heilt ófatu­ligt. At so sjálv­ur fiski­mála­ráð­harr­in har­aft­ ur sambært Kring­varp­in­ um  roynir at pína Havstov­ una niður fíggj­ar­liga, tað hev­ur ein ikki orð fyri. Eftir øll­um vísutølum at døma, so skuldu allir møguleikar verið fyri, at nýliga framlagda fíggj­ar­lóg skuldi javnviga, møgu­liga givið avlop.   Var tað í nøkrum øðrum landi, at sami fiskimálaráðharri i nógv fylgjandi ár hevði sabo­ terað byggingina av einum ný­mót­ans hav­rann­sókn­ar­ skipi, hevði hann langt síð­an fingið sparki sum fiski­mála­ ráð­harri. At fíggjarmálaráðharrin ferð eftir ferð lovprísar skatta­lætt­an­um, og at hann hevur ver­ið av­ger­andi fyri góðu gongd­ina í sam­fe­lag­ num, tað er tað reina bluff. 1 milliard, ella 1000 milliónir, er ikki smá­pen­ingur,  tá hugsað verð­ur um, hvat 1000 milli­ ónir   annars kundu verðið nýtt­ar til samfelagnum at gagni. Kanska ein kom­andi sam­gonga letur teim­um lág­løntu milliardina frá for­ skatt­ingini av pensi­ón­unum aft­aná komandi løg­tings­val. Reyða samgongan Tóra við Keldu forkvinna í MBF, Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum Fyrr í ár vísti MBF í grein­ini “Vælkomnir eru glott­ar­nir” á, at vónin um ítøki­lig­ar broyt­ ing­ar innan brek­økið lut­víst var vorð­in til veru­leika. Nú fíggj­ar­lóg­ar­upp­skotið fyri 2015 er lagt fram, kunnu vit stað­festa, at glottarnir enn eru at hóma. Skúlatilboð Leingi hevur verið víst á, at neyðugt er við fleiri skúla­til­boðum til ung, ið bera brek, eftir 10. flokk. Tað er tí kærkomið, at tað í fíggjarlógaruppskoti fyri 2015 verður víst á, at mið­ víst verður arbeitt við at sam­skipa skúla-, stuð­uls- og bútilboð við skip­að­um sam­ starvi millum Menta­mála­ ráð­ið og Al­manna­mála­ráð­ið, har Menta­mála­ráð­ið hevur ábyrgd av skúla­til­boð­num, með­an Almannamála­ráð­ið hev­ur ábyrgd av bú- og stuð­ uls­til­boðnum. Á fíggjarlógar­upp­skot­ in­um fyri 2015 hevur Al­ manna­mála­ráð­ið sett kr. 1 mió. av til búpartin á Rásini í Runa­vík. Hetta verður gjørt sum ein liður í tilgongdini at út­vega fleiri heildartilboð, at víðka um virksemi á Rás­ini soleiðis, at fleiri næm­ing­ar fáa tilboðið, og at skúla­til­ boð­ið verður styrkt. Málið er at taka næmingar inn á hvørj­um ári. Í fíggj­ar­lóg­ar­upp­skot­in­ um fyri 2015 hev­ur Menta­ mála­ráð­ið sett til­sam­ans kr. 1,9 mió. av til at skipa fleiri mið­náms­skúla­til­boð til ung við serligum tørvi. Írokn­að eru kr. 600.000 til mið­náms­ skúla­flokkin inn­an aut­ismu­ øk­ið. Skrivitulkatænasta Eitt mál, sum Felagið fyri hoyri­brekað í Føroyum hev­ ur arbeitt við í nógv ár, og sum MBF eisini hevur arbeitt við tvey tey seinastu árini, er at útvega pening fyri at seta eina skrivitulkatænastu á stovn í Føroyum fyri fólk, sum eru tunghoyrd. Í fíggj­ar­lóg­ar­upp­skot­in­ um fyri 2015 eru kr. 400.000 sett­ar av til endamálið. Hend­an játtanin er sett av sum partur av játtanini til Tekn­málstulkatænastuna, sum nú kemur at veita tæn­ astu bæði til fólk, sum eru deyv og fólk, sum hava hoyri­ brek. Sum public service-tæn­ astu til teknmálstulking av tíð­inda­sendingum og øðrum før­oysk­um sendingum á sjón­varpsmiðl­in­um hjá Kring­varp­i Føroya eru settar kr. 435.000 av til enda­mál­ið. Hetta er ein hækkan á kr. 100.000, og er tað avgjørt eitt framstig. Stroyma Dag og viku Nú Kringvarp Føroya er farið und­ir eina royndarskipan, við at stroyma Dag og viku bein­leið­is á netinum, er tað okkara vón, at hendan tæn­ ast­an ikki steðgar aft­ur, so at fólk, sum eru deyv, fram­ yvir kunnu fáa send­ing­ar teknmálstulkaðar, so­leið­is at tey fáa tíðindi og kunnu fylgja við annars sam­stund­ is sum øll onnur. Glottarnir geva orku Væl vitandi, at tað er ógjør­ ligt at gera alt í senn, so eru glott­arnir prógv um, at við samstarvi ímillum allar part­ ar koma vit alsamt nærri mál­i­n­um – og glottarnir geva orku at arbeiða víðari. Fíggjarlógin við glottum fyri fólk, ið bera brek Annfinn dottin úr reiðrinum