Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. oktober 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. oktober 2014 · Nr. 113 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 undir fýra eygum Jákup Mørk Politiskt vistu øll, hvat hann stóð. Tórður Jóansson var aktivur partur av reyða loys­ ingaveinginum í før­oyskum politikki gjøgnum øll árini, sum jarntjaldið stóð spent tvørtur um Europa. Fram til tað seinasta var hann eisini partur av redaktióini á Fríu Føroyum, sum legði árarnar inn í ’93. Seinnu árini hevur Tórður búleikast í Skotlandi. Hann hevur tikið teologiskt embætis­prógv, og pennurin er framvegis virkin. Eitt nú við bókini um brøðurnar í Føroyum. Árini eru vorðin 73 í tali, men tað sæst ikki á skræð­ uni, og tað hoyrist ikki á mál­inum. Retorikkurin er fram­vegis hvassur, og enn sum áður eru tað politiskar høgrakreftir og imperia­ lisma, sum fáa toyggið. Tað kann væl vera, at jarntjaldið er rapað, og at høgravongurin í alheims politikki vann tað stríðið. Men tað hevur ikki linktað at­finn­ingum frá reyða slóðara­num, sum framvegis gevur sínar hvøssu politisku mein­ingar til kennar á Facebook-vanganum. – Tað er eitt ótrúligt heila­ vask, sum fer fram í dag. Ser­ liga í Vesturheiminum. – Veruleikin í dag er, at USA ikki hevur nakrar marknaðir eftir. Einasta vøran, teir kunnu selja, er vápn, og tí er neyðugt at upp­finna kríggj, har vápnini kunnu brúkast, heldur Tórður, sum staðfestir, at Obama og hansara politikkur er eitt stórt vónbrot. – Kring allan heim vóru fólk optimistisk, tá hann varð valdur. Serliga, tá hugs­ að verður um, hvussu undan­ maður hansara bar seg at. Men tað er helst so­leiðis, sum Tito tók til á sinni. Hann helt, at munurin mill­um demokratar og republikan­ arar í USA var tann sami, sum hann er millum Pepsi Cola og Coca Cola. – Veruleikin er eisini, at tú finnur republikanarar, sum eru nógv meira progressivir og vinstrasinnaðir, enn demo­kratarnir eru tað. Eitt nú er Ronald Paul eitt gott dømi um og hetta. Sovjet fekk ikki frið Sambært ástøðini hjá Karl Marx, har kommunisman hevur sínar røtur, skuldi kapi­talis­man annars for­ komið sær sjálvari. Hetta tí Marx var sannførdur um, at greðin eftir meira í seinasta enda skapti somikið stóran ójavna, at skipanin kollsigldi. Men hóast fleiri slíkar krepp­ ur, so tykist høgra-rákið í dag í mangar mátar sterkari enn áður. – Seinast vit sóu hetta, var eftir gjaldføriskreppuna, sum tók seg upp ía 2006 og komandi árini. Tað hevur ikki linkað um høgra-rákið, og tað er sama søgan, sum áður hevur verið. Tað veldst helst eisini um, hvør mynd­ ar politiska landsliðið. Eftir oljukreppuna fyrst í 70’unum sóu vit karráðan høgrapolitikk við Thatcher og Reagan, og seinni vóru bretar somikið óhepnir, at teir fingu handan krígs­ greð­ingin, Blair nevndur, at stjórna land­inum. Tað verður mangan tikið til, at tá jarntjaldið fall, var tað ein lygn, sum varð av­ dúk­að fyri vinstra­veing­ inum í Føroyum og øðrum vestan­londum við. Eina lygn vil Tórður tó á ongan hátt kalla fyrrverandi eystur­ europa, men hann ásannar, at kommu­nisman ikki gjørd­ ist til tað, sum fólk høvdu vónað. – Sjálvandi vistu vit, at har eisini fóru skeivleikar fram. Bæði í Russlandi, men ikki minst í fleiri av hinum eystan­londunum. – Men veruleikin er eisini, at skipanin ongan tíð fekk frið at mennast. Ikki færri enn 14 ymisk hervøld royndu at koppa Lenin og hansara monn­um, tí tey høvdu tørv á marknaðinum, sum eitt kapitalistiskt Russland kundi verða. Russland var alla tíðina undir trýsti og vápn­aðari hóttan, og tá er ógjør­ligt at reka skilvísan politikk. – Sjálvur búði eg í Russ­ landi í ’70-71, og tá fungeraði skipanin hampuliga væl. Tað var eisini í friðarligasta tíðar­ skeiðnum, sum hevði verið. Var ein orsøk til hetta kanska eisini, at Krushchev tá hevði gjørt upp við stalin­ ismuna? – Bæði og. Sjálvandi gjørdi Stalin nógv, sum ikki var í anda­num, sum Lenin vildi býggja tjóðina. Men tað vóru eis­ini nógv, sum hildu Krushchev gera ov nógv av, tá hann sópaði alt tað, sum Stalin hevði staðið fyri, av borð­inum. – Og tað var kanska eisini eitt sindur óheppið. Tú skalt minnast til, at talan var um harðar tíðir, og tá verður ofta farið harðliga fram. Í so máta trúgvi eg ikki, at Krushchev hevði verið mjúkari at strúka – fyri ikki at tala um, hevði talan verið um Obama ella Cameron. Tað eri eg sann­ førdur um. – At skipanin kring Sovjet­samveldið fall, hevði tó sjálv­andi sínar orsøkir. Tað vóru fleiri, sum høvdu ábyrgd­ina av hesum, hóast summi hava hug at geva Gorbatjov alla skuldina – Ein politisk skipan er somikið stór, at ein maður fær ikki kopp­að henni, so sjálvandi hevði hann ikki skuldina. Skipanir eru mannaskaptar, og er kon­struk­tiónin ikki nóg dygg, so fellur hon saman. Heimurin rindar fyri Europa Og Tórður er skjótur at vísa á, at kommunistiska skipan­ in als ikki er einsamøll um at hava upplivað eina niður­ bræðing. – Kapitalisman er eisini mannaskapt, og hon er fleiri ferðir smokkað saman. Tað gjørdi hon longu í 1890’unum – og serliga í 1929. Og tað er hent fleiri ferðir síðani. Men sum skipan tykist hon alla tíðina at vinna fram­aftur. Hvør er orsøkin til hetta? – Ein orsøk er heilt víst, at hon appelerar til sjálvsøkni í menniskjum. Hetta her við, at »eg« skal blíva til nakað serligt. Eitt skifti hildu vit annars, at tann bleyta social­demo­kratisman var ein gyltur millumvegur, men eisini hon hevur verið í aftur­ gongd. – Hvør rætta skipanin er, dugi eg ikki at svara. Men tú skalt minnast til, at hetta lítla hornið ovast í globusinum – tað vit rópa Europa og Norður Amerika – hevur upp­livað eitt marglæti, sum restin av heiminum hevur goldið rokningina fyri. Og tað bara ein spurningur um, hvussu leingi tey finna seg í at gjalda hesa rokningina. – Júst hetta er væl eis­ ini orsøkin til, at USA støð­ ugt leggur seg út í viður­ skifti, sum als ikki við­koma teimum. At teir upp­finna kríggj. Teirra samfelags­ skipan er grundað á at skapa split og at mála eina felags fígginda­mynd. Fíggindarnir verða hongdir út og svertaðir til, og tað er demokrati’ið, sum hevur liðið undir hes­ um. Í sonevndu »friðar- øldini«, sum teimum dámar at kalla tað, eru 200 milliónir manna­lív farin fyri skeyti av krígs­ávum, og so kanst tú sjálvur meta, um tað er so friðar­ligt. – Samstundis hava teir sína heilt egnu heimsmynd – teirra sonevnda exceptiona­ lisma, undantaks- ella ser­ støða, har USA partú er undan­tikið øllum reglum, sum teir vilja hava onnur at akta. Teir vilja ikki akta al­ tjóða mannarættindi, og teir vilja als ikki vera við í eini loysn á stóru um­hvørvis­ spurning­unum. Teir virða sum so heldur ikki kapital­ ismuna sjálva, tí skuldi USA Heimsmyndin verður málað av einum samfelagið, sum als ikki gongur undir tær reglur, sum tey vilja hava onnur at akta. Kapitalisman sum samfelagsskipan hevur langt síðani spælt fallit, og tað er bert við at mála falskar fíggindar, at USA kann sleppa undan veruleikanum, heldur Tórður Jóansson, sum í nógv ár var ein av ímyndunum av reyða føroyska loysingarveinginum Stalin var ikki verri enn Bush, Blair og Obama Undirmettu imperialismuna Seinastu 15 árini hevur Tórður búleikast í Skotlandi, og har hevur hann verið partur av loysingarrørsluni. Og ikki óvæntað er hann harmur um nei-sigurin. – Tað dámdi mær lítið. Ikki minst tí vit stutt undan valinum høvdu fleiri enn helvtina á ja-síðuni. Ein stórur trupulleiki var tó heilt víst, at ja-síðan undir­ metti tey imperialistisku vápnini, sum Stórabretland hevur uppbygt sær seinastu 200-300 árini. – Tá teir sóu, at vandi var fyri, at UK datt sundur, tóku allir teir stóru flokkarnir saman hendur, og við lyftum um bæði hetta og hatta vunnu teir valið. – Men hels eru lyftini tóm. Nú verður tosað um, at tað fer at taka eini 20 ár at innfría hesi, so eg ivist ikki í, at talan verður um nýggja fólkaatkvøðu um ikki so langa tíð. Og tað positiva er, at gras­røturnar, sum myndaðu ja-stríðið, nú hava skipað seg ­munandi betur.