Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. oktober 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 6. oktober 2014 · Nr. 113 undir fýra eygum goldið sínar rokningar, so var landið langt síðani farið á heysin. – Tað rann mær eisini kalt niður eftir rygginum, tá Obama herfyri helt talu, har hann staðfesti, at »Gud hevur givið okkum rættin til at...« Men hetta lýsir væl eisini, hvussu tey síggja sítt rættvísi. Tey lamma til, og so spyrja tey fíggindan, aftan á at hann er skotin til deyðis. Røddir mugu tora Eitt er, at hugsjónarliga ástøðið enn sum áður er nógv longur til vinstru enn tað, sum altjóða politikkur í dag umboðar. Annað er, at Tórður ikki sær nakra ein­ falda loysn uppá, hvussu al­tjóða samfelagið kann broytast. – Tað er eingin løtt upp­ skrift. Annars hevði hon langt síðani verið broytt. Social­demo­kratisman varð heldur ikki svarið, og sum heild er tað væl soleiðis, at hug­myndir­nar kámast. Heim­urin broyt­ist eisini støðgut, og so leingi vit hava manna­skaptar samfelags­ kon­struk­tiónir, so fara tær at bera brek. – Men vit mugu vóna, at vit fáa nóg nógvar røddir, sum tora at tala ímóti. Ein hin fræg­asti man vera Noham Chomsky, sum tey seinnu árini støðugt hevur skriv­að samfelagskritiskt um eitt nú 9/11 og annað bluff. – Tað snýr seg um, at fólk tora at peika á brek í skipan­ ini. Og tað snýr seg um, at tey tora at standa við sítt, hóast teirra sjónarmið ikki verða vird. Tað var jú heldur eingin, sum lurtaði eftir Marx, tá hann var á lívi, staðfestir Tórður Jóansson. UM Tórð Jóansson Tórður Jóansson er føddur í 1941. Hann varð útbúgvin lærari í 1964. Hann gjørdist doktari í málfrøði á University of Aberdeen í 1997 og í 2012 gjørdist hann doktari í gudfrøði á University of Glasgow. ; ritgerð Brethren in the Faroes. Í læraraskúlatíð síni í Keypmannahavn var hann við til at endurstovna ung­manna­ felagið Oyggjaframa og at geva út vinstrahalla tíðarritið »Framan«, har hann eitt skifti var blaðstjóri. Hann var eisini eitt skifti blaðstjóri á »Tíðini«, og av og á hevur hann arbeitt sum blaðmaður á »14. September«. Í 1975 legði hann til rættis fimti ára minningarrit Føroya Arbeiðarafelags »Saman tí standið«. Hann hevur eisini skrivað bóklingin »Lenin 100 ár«, 1970, og í1979 kom frá hansara hond greinasavnið »Okkurt um ymiskt«, sum er eitt lítið úrval av tí, hann hevur skrivað til føroysk bløð tíðarskeiðið 1963-1978. Í kommunistisku ástøðini er ikki rúm fyri religión. Tórður Jóansson er eisini skjótur at staðfesta, at hann ikki er »trúgvandi«, men kortini valdi hann fyri 13 árum síðani at lesa gud­frøði. Og hann hevur eis­ini virka sum prestur í Skot­landi, hóast talan ongan tíð hevur verið um fast starv. – Eg havi altíð havt áhuga fyri teologi og spurning­inum um, hvussu fólk kunnu vera sann­førd uttan prógv. Og hóast eg hvørki “trúgvi” á Gud ella Fanan, so haldi eg kortini, at tað finst ein spirituell megi. Eg havi havt tíðarskeið í mínum lívi, har eg havi drukkið heilt illa, men eftir at hava verið á Velbastað fyri skjótt nógvum árum síðani havi eg tíbetur ikki nortið dropan. Í tí dyst­ inum hevur ein ella onnur anda­lig megi hjálpt mær, og tað kann eg bara vera takksamur fyri – ann­ars var eg neyvan á lívi í dag. – Tað var eisini eftir hetta, at eg gjørdi av at lesa teologi. Eg var 60 ára gamal, og hevði eina hampu­liga góða pensjón, so hví ikki? – Og tað er nú eing­ in andsøgn í tí. Í mínum árgangi undir lesnaðinum var kanska bara fjórð­ing­ urin, sum hevði til enda­ máls at starvast sum prestur. Fleiri ateistar vóru eisini á skúlanum, so eg var á ongan hátt nakað serligt. Men tú hevur so eisini starvast sum prestur síðani. Hvussu hevur tann uppgávan verið? – Spennandi. Eg fekk møguleikan at vera eitt slag av free-lance, og tað dámdi mær heilt væl. Eisini hóast eg í mínum prædikum kanska ikki var heilt so sið­bundin, sum nógvir aðrir prestar. Eg skrivaði ofta prædikur, sum meira vóru fyri­ lestrar, har eg tók støði í ávísum við­kom­andi evn­ um. – Eg eri sum so eisini hug­tikin av sjálvari kristnini. Hon er jú nakað heilt annað enn kristin­ dómurin, sum jú ikki er annað enn ein makt­kon­ struktión. Kristnin snýr seg meira grundleggjandi um menniskjanslig viður­ skifti og virði, og tað eru viðurskifti, sum í mínum hugaheimi hava týdning, sigur Tórður Jóansson. jakup@sosialurin.fo Prestur uttan Guds­trúgv – Sjálvur búði eg í Russ­landi í ’70-71, og tá fungeraði skipanin hampuliga væl. Tað var eisini í friðarligasta tíðar­skeiðnum, sum hevði verið, sigur Tórður Jóansson Savnsmynd Føroyar sum Nato-herstøð Hóasthann hevur verið partur av loysingarveinginum í Føroyum, so er Tórður í dag ivasamur um tað bilti, at Føroyar ikki loystu í ’46, hóast fólkaatkvøðan skuldi viðført loysing. – Eg rokni ikki við, at tað hevði ført so nógv gott við sær. Ein avleiðing hevði helst verið, at Føroyar vórðu kanska mest týðandi herstøðin hjá USA. Og eg eri fegin um, at tað ikki gjørdist veruleiki, sigur Tórður.