Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. oktober 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 6. oktober 2014 · Nr. 113 ítróttur Jóannes Hansen Suðuroy hevur verið burtur av fótbóltskortinum í bestu deildini, men nú eru suður­ oyingarnir við aftur og tað við manér. TB hevur fyri langari tíð síðani tryggjað sær uppflyting, og leygar­ dagin tryggjaði FC Suðuroy sær við 3-1 heimasigri pláss í fremstu røð. Julius Vest Joensen er eldhugaður formaður í FC Suðuroy. Eftir í viku­skift­ inum saman við hinum at hava fegnast um upp­ flyt­ing­ina fara hann og hinir í felagnum nú undir at fyrireika seg at megna nýggju avbjóðingina: – Felagið er fíggjarliga hampuliga væl fyri. Vit hava onga skuld, og vit ætla ikki at spenna okkum soleiðis, at tað kann koma aftur um brekku. Spælararnir ynskja, at venjararnir halda fram. Jón Pauli Olsen er framúr venjari. Hann hevur alt kappingarárið havt ábyrgdina av góðu ung­ling­ unum, sum eisini eru við til at manna besta liðið, og síðani summarsteðgin hevur hann saman við Boga Mortensen og Palla Augustinussen havt ábyrgdina av besta liðnum. Vit hava longu tosað við teir, og hóast vit ikki hava gjørt nakra avtalu, so liggur tað í kortunum, at teir fara at halda fram. Tá ið vit hava skikkaðar venjarar her, so er eingin orsøk at fara aðra staðni, sigur Julius Vest Joensen. Tá ið venjaraspurningurin er komin upp á pláss, fer nevndin at tosa við spæl­ ararnar. Roknað verður við, at teir flestu halda fram í felagnum, og onkrir, sum í heyst hava verið burturi, koma aftur. FC Suðuroy formaðurin og Jón Pauli Olsen eru samdir um, at tað ivaleyst verður neyðugt við onkrum útlendskum spælarum, men bulurin verður lokalur: – Spælararnir eru ungir, og avbjóðingin er, at vit missa nógvar, tá ið teir eru lidnir við miðnámsskúlan, og so koma teir ikki aftur, fyrr enn teir eru tredivu ára gamlir, sigur Jón Pauli Olsen, sm rósar spælarunum fyri at hava arbeitt væl og at standa ímoti, tá ið trýstið fram ímóti kapp­ingarenda varð stórt. HB flytur niður Í Klaksvík var stórur drama­ tikkur, tá ið spurningurin skuldi svarast, um KÍ ella HB skuldi flyta niður. Klaks­ víkingar vunnu 4-2, og harvið er tað ein veruleiki, at HB næsta kappingarár ikki verð­ur umboðað í næstbestu deildini. HB hevur átt lið í næst­ bestu deildini síðani 2005. Í fjør var liðið leingi oddalið og endaði á triðja plássi. Í stóru feløgunum verður dentur lagdur á týdningin av, at ungu spælararnir fáa høvi at mennast í næst­bestu deildini. Tí er tað, at næst­ besta liðið nú skal spæla í 2. deild, eitt skot fyri bógvin hjá HB. MB og B71 flyta upp úr 2. deild og avloysa EB/Streym og HB. 1. Deild menn nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 TB 27 21 4 2 73 21 +52 67 2 FC Suðuroy 27 14 6 7 54 34 +20 48 3 07 Vestur 27 14 5 8 54 41 +13 47 4 B36 II 27 10 6 11 53 52 +1 36 5 AB II 27 9 8 10 49 46 +3 35 6 NSÍ II 27 10 4 13 54 52 +2 34 7 Víkingur II 27 9 7 11 41 51 -10 34 8 KÍ II 27 7 8 12 44 62 -18 29 9 HB II 27 8 5 14 41 65 -24 29 10 EB/Streymur II 27 4 5 18 32 71 -39 17 KÍ - HB 4-2 (2-1) 1-0: Jóannes Danielsen 12. 1-1: Hilmar Leon Jakobsen 18. 2-1: Jóannes Bjartalíð 23. 3-1: Jóannes Bjartalíð 87. 3-2: Tróndur Jensen br 90. 4-2: Eivindur Sørensen 90.+1. Víking - B36 2-0 (1-0) 1-0: Sámal Jákup Joensen 2-0: Ingi Sørensen AB - TB 0-0 EB/S - 07V 1-6 (0-3) 0-1: Gunleif Olsen 18. 0-2: Høgni E. Nielsen 40. 0-3: Sigtór A. Petersen 45. 0-4: Gunleif Olsen 51. 0-5: Sjúrður Olsen 0-6: Torstein Mýlingstind 90. 1-6: Jónstein Magnussen 90.+1. FCS - NSÍ 3-1 (1-1) 0-1: Meinhard Olsen br 23. 1-1: Jón Krosslá Poulsen 42. 2-1: Reidar Dahl Joensen 66. 3-1: Reidar Dahl Joensen 78. 27. umfar Í FC Suðuroy ásanna teir, at tað verður neyðugt við styrki, um liðið skal standa seg í bestu deildini, men eingin ivi verður um lokala samleikan á vøllinum og á beinkinum Suðuroyingar aftur á fótbóltskortið fótbóltur Myndir: Álvur Haraldsen Mynd: Áki Bertholdsen