mánadagur 6. oktober 2014síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. oktober 2014 · Nr. 113
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Fýra tey fremstu løgdu hesa ferð sjógv millum seg og hini, og hóast HB enn eina ferð
vann sannførandi sigur, so kennist vónin vera horvin um, at tað skal eydnast at fáa fatur
á B36, sum fyri níggjundu ferð fór av vølliunum við fullari úrtøku eftir tepran sigur
gullið á
Svangaskarði
Jóannes Hansen
Tað er bæði hugaligt og
strevið at halda við B36. Tá ið
20. umfar var av, segði støðu
talvan, at tað vóru sjey stig
aftur til næsta avbjóðaran,
og harvið var møguleiki fyri,
at FM heitið skuldi koma til
høldar í gjár. Síðani vunnu
bæði KÍ og Víkingu í Gunda
dali, og harvið minkaði mun
urin til fýra stig aftur til HB,
sum kiksaði í Klaksvík.
Ampin hjá teimum í B36
leguni hevur í heyst verið,
at B36 skuldi kiksa eina ferð
aftrat, og at tað harvið á
síðsta leikdegi skuldi enda
við rimmar finalu millum
grannafeløgini í Gundadali.
Eftir at hava verið topplið
mest sum alt árið hevði tað
kenst vera total eyðmýking
á málstrikuni at mist gullið
til argasta kappingarneytan.
Hóast B36 í heyst aftur
og aftur og aftur í gjár hevur
spælt við eld, so sigur støðu
talvan
undan
næstsíðsta
umfari, at sannlíkið er sera
stórt fyri, at tey í B36, sum
hava nervar at fara saman
við sínum spælarum inn á
Toftir annan sunnudag, fáa
høvi at vera eygnavitni til, at
teirra felag fer at vinna FM
fyri tíggjundu ferð.
Í gjár vann B36 1-0 á EB/
Streymi. Hetta var níggjunda
ferðin í ár, at talan var um
B36 sigur við einum máli.
Undanfarnu tvær ferðirnar
hevur oddaliðið reist seg á
útivølli, eftir at mótstøðu
liðini hava verið framman
fyri. Hesa ferð legði Lukasz
Cieslewicz, sum fýra tey
seinastu árini hevur verið
lyklaspælari, B36 framum
ímóti EB/Streymi. At vinna
sannførandi 1-0 sigur ljóðar
at vera ikki sørt í andsøgn
við seg sjálvt. Men tað vóru
møguleikar til væl størri
sigur. Tá ið so B36 ikki tók
av, og Arnbjørn Hansen var
í hinum endanum, so lúrdi
møguleikin fyri útjavnandi
málinum og harvið rimmar
finalu á síðsta leikdegi.
Í B36 skýlinum var fjáltur,
og lættin kendist vera ógvu
liga stórur, tá ið dómarin
bríkslaði fyri síðstu ferð.
1-0 sigur, fýra stig aftur til
HB og á næstsíðsta leikdegi
útidystur á Svangaskarði
ímóti longu niðurflutta B68
sær ikki so galið út! Avbjóð
ingin hevur seinastu nógvu
vikurnar verið at fokusera á
næstu uppgávuna. Tann av
bjóðingin verður ikki minni
næstu dagarnar, tí tað er
rættiligur FM fepur í B36
leguni.
Andrew í hopla
HB hevur í alt heyst hildið
pressið á grannunum, og
aftur í gjár vann HB. Hesa
ferð var tað á útivølli ímóti
AB, sum undan steðginum
legði seg framum.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki
legði Jobin Drangastein AB
framum, og heimaleiðslan
helt sær í ein tíma:
– Fyrr í summar vunnu
vit ímóti HB í Gundadali, og
leiðslumálið gav okkum mót
um, at tað skuldi eydnast
eina ferð aftrat. Vit arbeiddu
hart og nógv, og pressspælið
riggaði. Í 2. hálvleiki setti HB
okkum undir ógvusligt trýst.
Vit megnaðu at standa ímóti
í tjúgu minuttir, men so gekk
orkan undan. Teir vunnu alt
fleiri næstdystir, og tað var
trupult hjá okkum at koma
aftur í verjustøðu, sigur
Jobin Drangastein.
Andrew av Fløtum var
stóri maðurin á HB liðnum.
Í smáar tjúgu minuttir var
hann tríggjar ferðir á blett
inum í AB brotsteiginum, og
harvið skoraði hann reint
hattrikk.
35 ára gamli veteranurin
er framvegis álitið í fram
rættaða partinum. Ein av
teimum, sum hevur víst, at
hann kann lyfta arvin, er
Kristin R. Mouritsen. Hann
var millum liðfelagarnar í
gjár, men Kristin er á veg
av
landinum
í
útbúgv
ingarørindum, og tí verður
hann neyvan at síggja í HB
troyggjuni
næsta
kapp
ingarár.
Kristin segði soleiðis eftir
3-1 sigurin á AB:
– Hóast teir í 1. hálvleiki
pressaðu okkum, so høvdu
vit møguleikar. Eftir steðgin
hildu vit fram at dríva á,
og tá spældu vit okkum til
nógvar møguleikar. Tað tók
sína tíð, áðrenn vit fingu hol
á, men vit vístu góðan hug
burð, og tað gav úrslit. At
tað var Andrew, sum skoraði
tríggjar ferðir, talar fyri seg.
Hann er ein fínur spælari,
og hann hevu framvegis
máltev. Hvussu langt hesin
sigurin ber okkum, fer tíðin
at vísa. Vit kunnu ikki gera
annað enn at savna okkum
um tað, sum vit hava ávirkan
á. Næstu ferð verður tað
ímóti NSÍ, og tað verður
stór avbjóðing, meðan tað
á pappírinum sær lættari
út hjá B36, sum skal inn á
Toftir. Vit vóna sjálvandi, at
FM heitið verður avgjørt í
finalu ímóti B36!
Hóast tapið ímóti HB so
varð tað í gjár staðfest, at
AB eisini næsta kappingarár
verður í bestu deildini. Hetta
verður fyrsta ferðin yvir
høvur, at argjamenn vera við
í fremstu røð í trý ár á rað:
– Undan kappingarbyrjan
ætlaðu vit okkum at kappast
longri frammi, men nú tað
lagaði seg soleiðis, sum tað
gjørdi, so eru vit nøgdir. Vit
hava framvegis møguleika
at fáa fatur á ÍF, og tað fara
vit at arbeiða fyri næstu
vikurnar,
segði
Jobin
Drangastein.
Klæmint vann á Pálli
Í vindinum við Løkin kapp
aðust NSÍ og KÍ um fjórða
plássið og harvið rættin til
europeiska
luttøku.
NSÍ
vann 2-0, og harvið skal
nógv venda øðrvísi eftir
kappingarenda, enn tað ger
nú, um NSÍ skal missa fjórða
plássið.
Mikukvøldið
gav
Lars
Olsen Páll A. Klettskarði
landsliðsboð,
meðan
tað
hesa ferð ikki var pláss fyri
Klæminti A. Olsen. Í gjár
vóru teir báðir á vøllinum,
og tað var avgerandi i leingi
tøttu uppgerðini, at Klæmint
gagnnýtti sín møguleika, og
at Páll ikki gagnnýtti sínar
møguleikar,
og
haraftrat
varð skrásettur fyri sjálvmál,
eftir at Klæmint royndi
seg við frísparki úr átjan
metrum.
Ein hálvur tími var farin,
tá ið Páll varð skrásettur
fyri
sjálvmálið.
Klæmint
smekkaði til, og bólturin
tók í KÍ spælaran og snýtti
Meinhardt Joensen í KÍ
málinum.
Frammanundan
hevði Páll eftir innlegg frá
Hjalgrími Elttør úr vinstru
havt tveir stórar møguleikar,
men bólturin fór við síðuna
av
málinum
hjá
Andras
Gango. Hóast teir høvdu
vindin ímóti, so sá tað út
til, at klaksvíkingar fyrstu
løtuna eftir steðgin høvdu
tak á, men tað gekk, sum tað
hevur gjørt hvørja ferð í ár,
tá ið KÍ hevur verið aftan
fyri. Tað eydnaðist ikki at
venda gongdini til sigur, og
sum 2. hálvleikur leið varð
NSÍ greitt omaná. Eftir fram
legging frá Andy Olsen var
vrakaði
landsliðsspælarin
og toppskjúttin í Effo-deild
ini Klæmint A. Olsen á blett
inum, tá ið hann stútaði til
2-0. NSÍ hevði fleiri aðrar
stórar møguleikar, men Mein
hardt Joensen var stinnur.
– Fyrsta tíman var tað
javnt, men vit tóku ikki av,
og so vórðu vit sektaðir,
staðfestir KÍ venjarin Eyðun
Klakstein.
– Teir høvdu bóltin nógv
í fyrra hálvleiki, men tað var
avgerandi, at vit skoraðu.
Eftir steðgin rokeraðu vit
á miðvøllinum, og at enda
kundi sigurin verði uppaftur
størri, var viðmerkingin hjá
væl nøgda Trygva Morten
sen, sum fyri aðru ferð á rað
sá sínar menn vinna á øðrum
liði enn einum av trimum
teimum niðastu.
– Nú eru bæði NSÍ og EB/
Streymur frammanfyri okk
um í kappingini um fjórða
plássið, men vit hava fram
vegis møguleikan, og eg
rokni við, at hetta verður ikki
avgjørt fyrr enn á síðsta leik
degi, sigur Eyðun Klakstein.
Allan Enghamar
HB-fjeppari
Klassamunur allan vegin
í gjøgnum. Bert óheld og
kleyvarskapur at HB ikki skorar
fyrr í dystinum og fleiri mál.
Vit koyra á so leingi vit hava
møguleika á røkka meistara
heitinum dreingir, kom nú!
fjeppara sms
Bárður Olsen
AB-fjeppari
vit vòru tad betra lidid í fyrra
hàlvleiki og førdu vid 1-0 HB
sòdu ikki út til at stríđast fyri
FM. Seinni hàlvleikur kom
eitt nýtt HB liđ à vøllin og var
so at siga eitt stòrt press á
okkara mál, ikki nògv at gera
men vit hava gjørt okkara fyri
framhaldandi luttøku í bestu
deildini. Gott kempa dreingir!
fjeppara sms
Kristian Joensen
KÍ-fjeppari
So bleiv ei heldur
nakað Europa Cup pláss til
okkum komandi ár. Ordiliga
keðiligt, men vit koma sterkt
aftur
fjeppara sms
Nú liggur
John Andersen
NSÍ-fjeppari
Fantastiskt at fáa 3 stig í dag..
Og hini úrslitini lagaðu seg til
okkara fyrimun. Nú eru vit 3 stig
frammanfyri liðið á 5. plássið...
Latum okkum fáa hatta evropa
cup plássið í hús!!!
fjeppara sms