Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-06, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. oktober 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. oktober 2014 · Nr. 113 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Battini funnin fram aftur Nýtt føroyskt met Gunnarstein vann sannførandi Fyrsta kappingin í hesum kappingarárinum var í Havn um vikuskiftið Tað eydnaðist væl hjá kvinnunum úr Ægir, sum settu nýtt føroyskt met á Ægir-stevnuni um vikuskiftið Tróndur Arge Nú eru tann tíðin á ár­ inum, at vetrar­ítrótt­ir­ nir spíla seg út. Leygar­ dagin fór kapp­ingar­árið í borðtennis so av bakka­ stokki, tá ið skipað varð fyri fyrsta grand prix- um­fari av fimm í skúl­ anum við Løgmanna­breyt í Hoyvík. Luttakaratalið til kapp­ingarnar hevur verið minkandi seinnu árini, og einki undantak var til hesa ársins fyrstu kapp­ ing, har einans 21 leikarar vóru tilmeldaðir. Hýrurin var tó góður og leikarar vóru spentir at sleppa at spæla aftur, samstundis sum tað er væl hugsandi, at fleiri leikarar leggjast afturat sum árið líður. Tveir av profilunum í borðtennis seinnu ár­ ini, Fróði F. Jensen og Hallur Thorsteinsson, eru fluttir til Danmarkar í lestrar­ørindum, og eftir av lands­liðsleikarum í Føroyum eru tí bara teir báðir, Peter H. Niclasen og Pætur Albinus, sum eis­ini vóru favorittar at fara av­stað við sigrinum í hesi fyrstu kappingini. Teir báðir luttóku í A-bólkinum saman við seks øðrum leikarum. Endin varð, at Pætur Albinus vann allar sjey dystir­nar í bólk­inum og vann bólkin framman­ fyri veteran­inum Peteri H. Niclasen og 13 ár gamla stjørnu­skot­inum, Hanusi Sørensen. Úrslit: Nr. 1 Pætur Albinus, Tór, 14 stig Nr. 2 Peter Niclasen, Tór, 12 stig Nr. 3 Hanus Sørensen, Tór, 10 stig Nr. 4 Sveinur M. Nolsøe, Tór, 6 stig Nr. 5 Knútur Jóannesarson, Tór Nr. 6 Fríði Jensen, TBF, 4 stig Nr. 7 Kaj Roest, TBF, 4 stig Nr. 8 Anna Mikkjalsdóttir, TBF Bólkur B: Nr. 1 Julian F. Knudsen, Tór Nr. 2 Aron F. Knudsen, Tór Nr. 3 Tórur Eið Eliasen, Tór Nr. 4 Rúnar Kárason, TBF Nr. 5 Høgni Johansen, Tór Nr. 6 Mikal Tummasarson, TBF Nr. 7 Bára Guttesen, TBF Bólkur C: Nr. 1 Høgni Heinason, Tór Nr. 2 Tór Magnus Kjær Kruse, Tór Nr. 3 William Wang, Tór, Nr. 4 Olivur Thomsen, TBF Nr. 5 Anja Wonwai, TBF Nr. 6 Naina Mortensen, TBF Rókur í Jákupsstovu Ægir kvinnur settu leygar­ dagin nýtt føroyskt met í 4x200 metra frísvimjing, tá ið tær á Ægir-stevnuni í Klaks­vík svumu teinin uppá 8 minuttir, 38 sekund og 58 hundrað­partar. Tær skóru heili 8,79 sekund av metinum hjá Ægir, sum var 8:47.37, og eru nú eisini bara 0,81 sekund frá føroyska lands­lið­metinum, sum er 8:37.77 frá Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni í 2011. Tær fýra sum svumu vóru í raðfylgju Victoria Wigant Eysturdal (2:08.28), Signhild Joensen (2:09.34), Ásbjørg Hjelm (2:13.27) og Cecilia Eysturdal (2:07.69). Tær sum áttu føroyska metið vóru Victoria Wigant Eysturdal, Cecilia Eysturdal, Victoria Biskopstø og Turið S. Christiansen, og tær sum eiga lands­liðsmetið eru Tanja Skaalum úr Suðuroyar Svimji­felag og Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimji­felag, umframt Cecilia Eysturdal og Jonna B. Thomsen úr Ægir. Pætur Albinus Eisini í badminton er kapp­ ingarárið farið av bakka­ stokki, nú fyrsta GP-um­far var í høllini í Vest­manna um vikuskiftið. Í mun til eitt nú borð­ tennis, sum er í minking, so heldur tað støðugt høga luttakaratalið í badminton fram. Í fyrstu kappingini, Luna Open, sum var fyrsta GP-umfar í hesum kapp­ ingar­árinum spælt í Vest­ manna, vóru 141 leikarar við. Kappast var í aldurs­bólk­ unum U11, U13, U15, U17 og hjá vaksnum, og vóru fleiri bólkar í hvørjum aldursbólki alt eftir styrki. Hjá vaksnum var tað før­ oyski danin, um ein kann kalla hann so, Benjamin Gunnar­stein, sum smurdi alt av. Hann er verandi føroya­ meistari og er júst fluttur til Føroya vegna praktikkpláss her á landi. Í finaluni vann hann 21-14, 21-4 ímóti veteran­ inum Magnusi Gaard, sum knógvaði kvinnuliga f ø r o y a ­m e i s t ­a r ­a n u m , Rannvá Djurhuus Carlsson, 21-9, 21-14 í hálv­finaluni. Benjamin Gunnar­stein vann í hálv­final­uni 21-4, 21-7 ímóti Reinar Latupeirissa. Øll úrslitini eru at síggja á bsf.fo. albinus@sosialurin.fo