mánadagur 6. oktober 2014síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 6. oktober 2014 · Nr. 113
T
að mátti givið ringan smakk, tá nøkur feløg
tykjast leita við lykt eftir smáligheitum,
so mist stig kunnu vinnast á skrivara
borðinum.
Ja. Sjálvandi eru reglur til fyri at halda,
og sjálvandi er tað ábyrgdin hjá einstøku ítróttar
feløgunum í landinum at ansa eftir, at pappír við
spæliloyvum eru í lagi.
Men tá tað er sagt, so er tað hugstoytt at síggja,
hvussu ofta kærur um bæði hetta og hatta eru at
síggja í føroyska ítróttaheiminum. Eitt er, tá feløg
tilvitað velja at snúgva sær undan reglunum. Tá er
kæran upp á sítt pláss. Men tað líkist altso ongum, tá
kært verður um bagatellir, sum á ongan hátt bera við
sær kappingarfyrmun fyri tann partin, sum verður
kærdur.
Seinasta dømið man vera kæran hjá HB í U14,
har EB/Streymur nú tapir dyst, tí teir brúktu tveir
U12-spælarar í sínum hópi – altso spælarar, sum eru
tvey ár yngri enn teir, sum kappast verður ímóti!
Eingin kann á nakran sum helst hátt lasta EB/Streym
fyri at vinna sær ítróttarligan fyrimun við hesum, og
talan er altso um spælarar, sum eiga sín uppvøkstur
í felagnum. Formliga hevði felagið tó gloymt, at so
nevnda leikarapassið er krav, tá spælt verður í U14.
FSF hevur sínar reglur at ganga eftir, og
Aganevndin fekk ikki gjørt annað enn at geva HB
viðhald í kæruni. Men vónandi er onkur í felagnum,
sum situr eftir við ringum smakki, um hetta verður
avgerandi fyri oddastríðið í deildini. Og vónandi kann
onkur lógarbroyting setast í verk, so feløg ikki verða
revsað, tá talan somikið greitt er um umsitingarligt
mistak, har felagið ikki á nakran hátt hevur roynt at
vunnið sær fyrimun av órøttum.
Tað er altso ikki OK, tá allur fair-play andi verður
lagdur til viks í royndini og trongdini eftir at vinna.
Tá snævurskygni hjá gullgræðum venjarum verður
tikið framum spælið og gleðina við hesum, er tíð at
tala at og reagera.
Gloymt
fair-play
Ítróttar klumman
Jákup Mørk
■ B36 hevur, ið hvussu er pláss fyri
einum steypi
( B36 - EB/Streymur )
Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2:
ítróttur ítróttartoymið
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Jákup
Mørk
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Pætur
E. Jensen
Misti risadekk
á lærið
Fleyr vann mest
Føroya sterkasti maður bleiv
nummar 20 av 31 í sterk
manskapping í Litava um
vikuskiftið. Bjarni Nielsen
var so óheppin, at hann
longu í aðru greinini misti
eitt dekk upp á fleiri hundrað
kilo niður á lærið.
– Eg fekk ein skaða tíðliga
í kappingin, tá eg misti dekk
ið á lærið, sigur 26 ára gamli
Bjarni Nielsen.
Undan kappingini visti
Bjarni einki um mótstøðuna,
tí talan var um eina sokallaða
opna kapping, har øll kunnu
melda til.
– Feltið var sera sterkt,
staðfestur Bjarni Nielsen,
sum í ár gjørdist sterkasti
maður í Føroyum.
Hann hevur sett sær sum
mál at bjóða heiminum av.
Hetta var fyrsta stigið, nú tað
eru 13 ár síðani, at ein føroy
ingur luttekur í eini altjóða
sterkmanskapping.
trondur@sosialurin.fo
www.ab.fo:
Tað kundi saktans verið nógv fleiri mál til HB, um teir vóru neyvari í
skotroyndunum. Vit skulu royna at enda árið rímuliga væl og hyggja
frameftir til næsta ár.
www.hb.fo:
Ein ruddiliga uppiborin sigur á AB, hóast hann kundi veri nógv størri. Vit
gleðast um sigurin og síggja við spenningi fram móti seinastu 2 dystunum,
sum sjálvandi skulu vinnast.
www.b36.fo:
Hóast tað ikki eydnast at punktera dystin heilt, so togaðu vit trý stig
innanborða móti EB/Streymi, og nú eru vit bara ein sigur frá gullinum
www.nsi.fo:
Nú verður landsliðssteðgur, og síðani skulu tvey tey seinastu umførini í
ár spælast. NSÍ spælir á útivølli ímóti HB og síðani á heimavølli ímóti ÍF.
Vinnur NSÍ annan dystin, so sær rættiliga skilagott út viðvíkjandi Evropa-
luttøku næsta ár.
www.nordlysid.fo:
Sum so ofta fyrr, so slerdi KÍ ikki til, tá tað veruliga stóð á. NSÍ vann 2-0 og
hevur nú tveir dystarbóltar fyri at fáa Europa League plássið.
www.fsf.fo:
Heini Vatnsdal og Róaldur Jakobsen hava givið avboð til dystirnar ímóti
Norðurírlandi og Ungarn. Ístaðin hava Hans Jørgen Djurhuus og Levi
Hanssen fingið landsliðsboð
Heimasíðurnar skriva:
Um vikuskiftið hevur FK
Cup í flogbólti hjá teimum
vaksnu verið í Havn, og vert
irnir endaðu við at vinna í
fýra teimum bestu av teim
um fimm deildunum, sum
kappaðust.
Fleyr gjørdi bart og vann
bæði Eik-liguna hjá kvinnum
og monnum og 1. deild hjá
kvinnum og monnum, meðan
Mjølnir streyk avstað við sigr
inum í 2. deild hjá monnum.
Í Eik-liguni hjá kvinnum
vann Fleyr bleiv vunnin av
Fleyr 3-0 á KÍF í dystinum
um fyrsta plássi. Hini liðini,
sum vóru við, vóru Dráttur
og Mjølnir.
Fleyr, Mjølnir og U19-
manslandsliðið, sum seinni
henda mánaðin skal til kapp
ing niðri, vóru við í Eik-liguni
hjá monnum, har Fleyr bleiv
besta liðið og vann. Fleyr
vann í eini spennandi finalu
á SÍ í 1. deild hjá kvinnum, og
í 1. deild hjá monnum, har
finalan stóð millum somu fe
løg, vann Fleyr 3-0. Í 2. deild
hjá monnum bleiv Mjølnir
drúgvast í kappingini við
tvey lið frá KÍF, og sum skilst
á heimasíðuni hjá Fleyr, vóru
dystirnir bæði javnir og
drúgvir.
Tilsamans 22 lið vóru
við í FK Cup hjá teimum
vaksnu, og varð kappingin
avgreidd í Gundadalshøllini
og ítróttarøllini á Hálsi. Leyg
ardagin 15. november skipar
Fleyr fyri síni árligu kapping
fyri tey yngru, og freistin at
melda lið til ta kappingina er
4. november..
hilmarjan@sosialurin.fo
ítróttur
Føroya sterkasti
maður, Bjarni
Nielsen, er svorin
Iron Maiden fjeppari