týsdagur 7. oktober 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. oktober 2014 · Nr. 114
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Eirikur Lindenskov
Dagurin
varð
hildin
føðingardagin hjá V. U.
Hammershaimb, 25. mars,
og tá varð móðurmáls
virðislønin
latin
Høgna
Djurhuus, journalisti. Tað
vóru miðlarnir, málnevndin,
Nám og Mentamálaráðið,
sum skipaðu fyri – og tá
varð sagt, at virðislønin
framyvir verður nevnd »V.
U. Hammershaimbs virðis
lønin«
Í grundgevingunum fyri
at lata Høgna Djurhuus
virðislønina, segði Bjørn
Kalsø, landsstýrismaður í
mentamálum, soleiðis:
»Á
móðurmálsdegnum
25. mars verður Móður
málsvirðislønin 2012 latin
Høgna
Djurhuus
fyri
klummur, sum hann í mong
ár hevur skrivað og bor
ið fram í føroyskum miðl
um. Klummurnar eru ný
skapandi við sniðfundiga
hugsaðum
vinklum
og
málsligum snildum, fyrst
í Útvarpi Føroya, síðan í
bløðunum Fregnum, Vinnu
vitan og Sosialinum.
Høgni Djurhuus er hend
inga snildur við penninum
og dugir at spæla sær við
málinum. Í klummunum
bjóðar hann málinum av,
gevur tí flog,
samstundis sum hann
krevur nógv av sínum lesar
um. Lesarin, ið gevur sær
stundir, varnast nógv tekst
løg, sum hvørja viku gera
miðlarnar fjølbroyttari.
Fyri
at
hava
ríkað
móðurmálið á henda hátt
fær Høgni Djurhuus Móður
málsvirðislønina 2012, sum
Dimmalætting, Sosialurin,
Kringvarp Føroya, Føroyska
málnevndin,
NÁM
og
Mentamálaráðið lata.«
Bjørn Kalsø
Landsstýrismaður
í mentamálum
Eirikur Lindenskov
Við einum uppskoti til sam
tyktar skjýtur Tjóðveldi upp,
at Løgtingið heitir á lands
stýrið um at leggja fyri tingið
uppskot um at lýsa 25. mars
sum almennan móðurmáls
dag. Tað er Gunvør Balle,
sum hevur lagt uppskotið
fyri tingið, sum kemur til
viðgerðar hósdagin.
– Føðingardagur V. U.
Hammershaimbs
var
25.
mars 1819, og um fimm ár,
í 2019, eru sostatt liðin 200
ár, síðan faðirin at føroyska
skriftmálinum varð borin í
heim, sigur Gunvør Balle í
viðmerkingum til uppskotið.
Hon vísir á, at V. U.
Hammershaimb í 1854 gav
út fyrstu føroysku mállæru
na og gjørdi ta nýggju rætt
skrivingina, og hann eigur
soleiðis stóra æru fyri, at
føroyingar varðveittu skrift
málið.
– Føroyska málið er undir
støðugum trýsti, so hvørt
nýggj øki koma inn á okkum,
sum bara eru á útlendskum
máli. Tað er eitt støðugt
átak at menna føroyskt,
og tað verður ikki bíligari
við tíðini, nú allir hugsandi
miðlar koma floymandi, og
allur heimurin er komin inn
í hvørt hús, sigur hon.
– Um vit ikki ásanna
hetta, verður føroyskt eitt
mál, sum bara røkkur í for
tíð og ikki framtíð. Tí hava
vit brúk fyri einum móður
málsdegi at gera vart við
tann týdning og tey virði,
sum liggja í móðurmálinum.
Ein dag, har vit skifta orð um
føroyskt og um støðuna hjá
móðurmálinum í føroyska
samfelagnum, sigur Gunvør
Balle.
Hon vísir víðari á, at eftir
tilmæli frá Føroysku mál
nevndini ætlaði Mentamála
ráðið í 2010, at 25. mars skuldi
vera Móðurmálsdagur, og
at ein Málrøktaravirðisløn
kundi verða latin henda
dag. Martin Næs, deildar
stjóri í Mentamálaráðnum,
segði: »Ein av uppgávunum
hjá einum komandi Málráði
er at skipa fyri tiltøkum í
sambandi við henda dagin.
Talan kann vera um ymisk
tiltøk,
knýtt
at
móður
málinum.«
Seinast,
móðurmáls
dagurin varð hildin, var í
2012, tá Nám, Sosialurin,
Dimmalætting,
Føroyska
málnevndin, Kringvarpið og
Mentamálaráðið tóku stig
til tiltakið. Samstundis, sum
dagurin varð hildin, varð ein
móðurmálsvirðisløn
latin
einum føroyingi, sum er
kendur gjøgnum miðlarnar.
– Hugsanin við hesum
uppskoti er, at landsstýris
maðurin lýsir 25. mars sum
almennan
móðurmálsdag
og harvið skipar nakrar leið
reglur fyri, hvussu dagurin
verður hildin. T. d. at Mál
ráðnum greitt verður álagt
at skipa fyri ávísum tiltaki,
har ávís upphædd eisini er
markað, sigur Gunvør Balle.
Hon heldur, at dagstovn
ar, skúlar og mentanarstovn
ar annars skulu eggjast til
at varpa ljós á móðurmálið
hendan dagin – ella hesa
vikuna.
– Tann vegin hevði tað
vaksið seg sterkt í tilvitinum
hjá almenninginum og verðið
ein natúrligur afturvendandi
hátíðardagur, heldur hon.
Dagurin hevur ikki verið
hildin síðan 2012, og tí verður
heitt á Mentamálaráðið um
at leggja uppskot fyri Løg
tingið um formliga at lýsa
25. mars sum móðurmálsdag,
sum verður hildin á hvørjum
ári eins og flaggdagur og
ólavsøka o. s. fr., sigur Gun
vør Balle.
Vilja gera 25. mars til móðurmálsdag
Tjóðveldi skjýtur upp, at føðing
ardagur V. U. Hammershaimbs,
25. mars, verður gjørdur til al
mennan móðurmálsdag
Høgni Djurhuus fekk móðurmálsvirðislønina
Seinast móðurmálsdagur varð hildin, var í 2012, tá føroyskir miðlar saman
við Námi og Mentamálaráðnum skipaðu fyri móðurmálsdegnum
Bjørn Kalsø handar Høgna Djurhuus móðurmálsvirðislønina 25. mars 2012. Síðani tá hevur móðurmálsdagurin ikki verið hildin