týsdagur 7. oktober 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 8. oktober 2014 · Nr. 114
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bakka frost miðar ímóti at vera ein fyritøka í
heims flokki í laksavinnuni. Bakkafrost er einasta
fyritøkan í heiminum, sum hevur full fíggjaðu
virðisketuna – frá alifóðri til lidna matvøru - og
okkara mál er støðugt at optimera virðisketuna
og gagnnýta støðuna á marknaðinum. Í øllum
liðum í virðisketuni skulu vit fáa sum mest
burtur úr við stórrakstrar- og kappingarfyrimun-
um, til tess at skapa virðir til kundar, íleggjarar,
starvsfólk og til samfelagið, og at varðveita eina
kappingarføra støðu á marknaðinum. Fyri at
røkka hesum máli er skilagóð fíggjarstýring ein
týðandi partur.
Vit sóknast tí eftir einum persóni við eini sterkari
fíggjarleiðslu-vangamynd og breiðum handilslig-
um innliti. Sum fíggjarstjóri skalt tú tryggja, at
okkara fíggjarstýring stuðlar undir effektivitetin,
fleksibilitetin og rakstraroptimeringina.
Starvið
Starvið sum fíggjarstjóri er skipað á samtaks-
støði við staðseting á høvuðsskrivstovuni á
Glyvrum. Fíggjarstjórin er partur av samtaks-
leiðsluni og luttekur á nevndarfundum. Fíggjar-
stjórin hevur beinleiðis tilvísing til forstjóran.
Fíggjarstjórin hevur ábyrgd av fíggjarstýringini,
herundir
· at fíggjarliga stýring og rapportering í samtak-
inum er á einum høgum støði og í samsvari við
góða roknskaparliga siðvenju
· at fíggjarliga virksemi hjá samtakinum verður
leitt samsvarandi hesum reglum og annars í
samsvari við viðtøkur, reglur, lóggávu og virkis-
leiðreglar hjá samtakinum
· at avgreiða mánaðarroknskapir, ársfjórðings-
roknskapir, framløgur, ársroknskapir umframt
mánaðarligar rapporteringar til deildar leiðar-
ar, leiðslu og nevnd
· at tryggja neyva uppfylging av íløguætlan
felagsins
· at tryggja at fígging hjá samtakinum er á
einum altjóða kappingarførum støði
· samskifti við partabrævamarknaðin, og sam-
skifti við greinarar og íleggjarar
· annað, sum náttúrliga hoyrir til fíggjar leiðsl-
una
Fíggjarstjórin hevur dagliga leiðslu av fíggjar-
deildini við 8 starvsfólkum og KT-deildini við 2
starvsfólkum.
Tín vangamynd
· Útbúgving sum cand.merc.aud ella HD (R), ella
líknandi útbúgving
· Kunnleiki til konsernroknskap, IFRS reglur,
umframt føroyska og norska lóg um børs-
skrásett feløg
· Umfatandi royndir innan fíggjarumsiting,
fíggjar ætlan, v.m.
· Breiðar royndir við strategi, menning og
eksekvering
· Royndir frá fíggjarligum samskifti/samstarvi
við uttanhýsis áhugabólkar frá líknandi felag
Sum persónur hevur tú ein handilsligan hug burð,
ans fyri effektivum rakstri og tú dugir at hava
nógvar bóltar í luftini. Sum leiðari ert tú fram-
skygdur, trúverdur og dugir væl at motivera og
umgangast fólk. Tú hevur slagkraft, bæði tá tað
snýr seg um tína egnu deild og í samtak inum.
Eisini leggur tú stóran dent á gott sam skifti
innanhýsis og uttanhýsis.
Vit vænta, at tú hevur leiðsluroyndir frá eini størri
fyritøku, ella hevur starvast í eini størri fyritøku,
gjarna uttanlands.
Vit bjóða
Eitt áhugavert starv í eini fyritøku, sum er í
støðugari menning. Talan er um starv við
stórum avbjóðingum, har lyklaorðini eru
broyt ingar, menning, uppfylging og effektivi-
sering. Vit kappast á altjóða marknaðum, har
áhaldandi menning og innovatión er lykilin til
at standa seg í kappingini um kundarnar og
kapitalin.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú
vælkomin til at seta teg í samband við Regin
Jacobsen, forstjóra, á tel 23 50 01.
Umsókn
Umsókn til starvið við CV, avriti av prógvum og
viðkomandi tilfari skal sendast við t-brævi til
hr@bakkafrost.com og merkjast ”Fíggjarstjóri”.
Umsóknarfreist
Starvið verður at seta sum skjótast.
Umsóknarfreistin er 24. oktober 2014.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO-625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com
BAKKAFROST SØKIR
FÍGGJARSTJÓRA
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolti, aling, kryvjing, liðugvøru framleiðslu
til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði, og alivirksemið er kring oyggjarnar á 13 ymsum firðum.
Kryvjivirkini eru í Klaksvík, í Kollafirði og á Strondum. Liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova
felagsins er á Glyvrum og hevur felagið sløk 640 fulltíðarstarvsfólk.
sansir.fo