týsdagur 7. oktober 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. oktober 2014 · Nr. 114
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Brek er komið á tað eina av
fjarskiftissambondunum,
sum er til Suðuroyar. Talan
er um sambandið millum
Hvalba og Miðvág.
Av Føroya Tele siga tey,
at enn er ikki staðfest, hvat
er hent, men væntast kann,
at ringa veðrið, sum hevur
verið seinastu dagarnar,
kann verða orsøk til brek
ið.
– Tvey kaðalsambond
eru, sum knýta Suðuroy og
Sandoy til miðstaðarøkið.
Í løtuni koyrir øll ferðslan
á sambandinum millum
Gomlurætt og Skopun og fer
víðari til sambandið millum
Skálavík
og
Víkarbyrgi.
Dygdin á sambandinum
skuldi tískil verið óbroytt,
sigur Føroya Tele.
Í fjør var vaktar- og
bjargingarskipið
Brimil
brúkt at gera umvælingar
á sjókaðal, og ætlanin er at
brúka somu mannagongdir
aftur, tá ið líkindi vera at
gera umvælingina.
Brek á kaðali til Suðuroyar
Fólkatingslimir á veg í
kirkju í Slotskirkjuni í gjár
Fólkatingslimir á veg í kirkju í morgun, áðrenn Fólkatingið verður sett á middegi. Tey eru f.v.: Karen Elleman-Jensen, Søren
Pind, Kristian Jensen og Fatma Øktem úr Vinstraflokkinum og Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin
Áki Bertholdsen
Hvalaveiða er ein part
ur av lívshátinum og
mentanini í Føroyum og
í Grønlandi, og tað er á
burðardyggum
grund
arlagi við virðing fyri
náttúrini.
Tað staðfesti danski
forsætisráðharrin, Helle
Thorning-Schmidt,
tá
hon setti Fólkatingið týs
morgunin.
Hon vísti eisini á, at
Danmark og Grønland
hava í felag tryggja eina
grønlendska hvalaveiði
kvotu.
Sum vanligt fingu Før
oyar og Grønland nøk
ur orð við á vegnum og
Helle Thorning-Schmidt
tók grønlendsku hvala
kvotuna sum eit dømi
um, at ríkisfelagsspurin
ger okkum størri.
Hon fegnast eisini um,
at makrelkríggið ímóti
ES er av og vónar at sam
ráðingrnar um sildina í
heyst eisini bera frukt.
– Føroyar og Grøn
land hava stórar, fíggjar
ligar
avbjóðingar,
tí
tey eldru verða fleiri
og fleiri í tali og tey ið
arbeiði verða færri og
færri. Samstundis fara
útreiðslurnar at økjast
og sostatt er neyðugt við
nýskipanum sum kunnu
tryggja haldførið í bú
skapinum.
Hon sigur, at ríkið
samstarvar um at styrkja
føroyskt og grønlendskt
vinnulív
og
í
hesum
sambandi ætlar stjórnin,
at
danski
vakstrar
grunnurin hereftir eisini
skal kunna veita lán til
vinnulív í Føroyum og í
Grønlandi.
– Tað er søgan, ment
anini
og
familjur
og
vinaløg, sum halda ríkis
felagsskapinum
saman
og varðveita hann livandi
og sterkan, segði danski
forsætisráðharrin.
Lán til føroyskt
vinnulív úr
donskum grunni
Fjølmiðlanevndin
mannað
Løgmaður hevur tilnevnt nýggja fjølmiðlanevnd.
Komandi fýra árini, frá 1. oktober 2014 til 30. september
2018, skulu hesi mannað Fjølmiðlanevndina:
Tilnevnd av løgmanni:
Jan Sjóstein, løgfrøðingur, limur, og Elisabeth F.
Rasmussen, løgfrøðingur, varalimur.
Tilnevnd eftir tilmæli frá Føroysk Miðlafólk:
Ingolf S. Olsen, journalistur, limur, og Ingrid Bjarnastein,
journalistur, varalimur.
Tilnevnd eftir tilmæli frá redaktiónum:
Liljan Weihe, tíðindaleiðari, limur, og Eirikur Lindenskov,
blaðstjóri, varalimur.
Tilnevnd eftir tilmæli frá Fróðskaparsetrinum:
Anna Katrin Matras, samskiftis- og kunningarfólk,
limur, og Bárður Larsen, adjunktur, varalimur.
Føroya Rættur staðfesti í
dag, at løgreglan ikki hevði
heimild at leggja hald á Spit
fire-bátin hjá Sea Shepherd.
Tað var eftir, at springarar
vóru sæddir í Tangafirði
17. septembur, at Sea Shep
herdumboð umborð á Spitfire
bátinum hjá felagsskapinum,
royndu at reka springararnar
út á opið hav aftur.
Løgreglan valdi tá, at
steðga bátinum og legði í
fyrsta umfari hald á ymiska
útgerð, ið var funnin umborð
á bátinum. Dagin eftir fór
løgreglan inn á Sund og legði
hald á sjálvan bátin.
Nú hevur Føroya Rættur
staðfest, at løgreglan ikki
hevði heimild at leggja var
andi hald á bátin oghann má
tí útflýggjast Sea Shepherd
aftur.
Føroya Rættur gav tó løg
regluni viðhald í avgerðini
at leggja hald á útgerðina,
teir høvdu funnið umborð á
bátinum. Talan er um tvey
myndatól, ið tilhoyrdu Celine
l Diouron, gassmaskur og
nakrar roykgranatir.
Sea Shepherd fáa
Spitfirebátin aftur